Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 43 Lærarastarv í Viðareiðis Skúla Viðareiðis skúli søkir eftir einum lærara í tíðar­ av­markað starv­ skúlaárið 2007/08 at byrja 1. sep­ tember 2007. Søkt v­erður eftir: • Einum lærara á umleið 20 – 24 tímar um vikuna Tann, ið settur v­erður skal: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørv­ar lærarar, ið m.a. kann átaka sær at undirv­ísa í: • donskum í 3. flokki • støddfrøði í 4. og 5. flokki • føroyskum og náttúru/tøkni í 6. og 7. flokki • tónleiki • serligum tørvi Førleikakrøv­ Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka­ skúlanum. Løn Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsókn Umsókn við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. august kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Lýsing eftir handverkarum, arbeiðsfólki og maskinførara Søkt verður eftir handverkarum, arbeiðs­ fólki og maskinførara til Sp/F WestTrading at byrja skjótast møguligt. Arbeiðið umfatar alt jørð­ og betong arbeiði við nútímans Hunnebech forskalling. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur kunn­ leika til forskallingsarbeiði, koyrikort til last­ bil, kranaloyvi E og kunnleika til maskin­ grevstur. West­Trading arbeiðir í høvuðsheitum í mið­ staðarøkinum, men arbeiðið kann eisini koma fyri aðrastaðni í landinum. Best er um umsøkjarin kann arbeiða sjálv­ støðugt við einum møguligum arbeiðsholdi. Góð løn verður goldin til tann rætta um­ søkjaran. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sp/F West-Trading Magnus Thomsen Fartlf. 58 33 73 T­postur: wt@post.olivant.fo lýsingar KUNNGERÐ UM RUDDING Vágs kommuna hevur avgjørt at bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rekast á almennum ella privatum økjum, skulu verða beind burtur og latin góð­ kendum móttakara. Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1 stk. 4 í nátúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðra­ staðni. Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummar­ plátu. Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/ lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt innan 1. september 2007, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokn­ ing. Vágs Kommuna og sýslumaðurin Vágs Kommuna Umsorgararbeiði 2008 Umsóknarfreistin fyri at søkja um fíggjarligan stuðul til umsorgararbeiði 2008 er: 1. september 2007. Hesir bólkar/tiltøk hava rætt til umsorgararbeiði: 1. Mattænastu til fólkapensjónistar. 2. Koyritænastu ella vitjunartænastu fyri pensjónistar. 3. Dagtilhald fyri fólkapensjónistar ella minnisveik. Umsóknin skal: 1. Greitt tilskila, hvør søkir um stuðul og stendur fyri tiltakinum ella fyriskipanini. 2. Neyvt lýsa virksemið, ið stuðulin verður søktur til. 3. Neyvt útgreina upphæddina, ið søkt verður um, t.d. í lønarútreiðslur útreiðslur til høli o.s.fr. 4. Upplýsa tal av starvsfólkum, og um hvør hevur ábyrgd av virkseminum. 5. Meta um tiltakið annars og grundgeva fyri tí ágóða, sum pensjónistar kunnu fáa av virkseminum. Annars verður víst til kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, broytt við kunngerð dagfest 19. mai 2006. Henda er at finna á www.logir.fo undir Almannaverk - Almannaviðurskifti annars. Umsókn skal sendast til: Almannastovan Smyrilsvegur 20 Postrúm 3096 110 Tórshavn Umsóknirnar verða avgreiddar í seinasta lagi 15. desember 2007. Happadráttargrunnurin Næsti fundur í Happadráttargrunninum verð­ ur í oktober 2007. Í tí sambandi verður gjørt kunnugt, at søkjast kann um stuðul úr grunni­ num. Endamál grunsins er at veita stuðul til nýskapandi og nýhugsandi tiltøk fyri brekað, sum koma mongum til góða. Ikki ætlað al­ mennum stovnum, ið fáa játtan á fíggjar­ lógini. Umsóknir kunnu sendast til: Happadráttargrunnurin Almanna­ og heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknirnar skulu vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 20. september 2007. Happadráttargrunnurin – Grunnurin ætlaður brekaðum Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Volvo S40 til sølu Sera væl hildin ikki-roykjara bilur. 1.8 bensin 125 hk. Árg. 10/2005, koyrt 19.000 km. Hevur m.a. ljós leðursetur, leður róður, leður gearknobb v/alu, alu-panelir, el-spegl, orig. 17” alu-felgur, klimaanlegg, o.m.a. Nýprísur: uml. 345.000,-. Til sølu fyri einans 259.000,- Tel 21 19 96 ella kho@post.olivant.fo