Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 158 - 17. august 2007 Tórshavnar kommuna Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Aberdeen - Tórshavn Nú verður aftur møguleiki at søkja stuðul úr felagsgrunninum Aberdeen - Tórshavn. Ætlanin er í oktober mánaði at taka avgerð um veitan av stuðli. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Hetta umsóknarblað fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, tlf. 302010. Umsókn merkt „Aberdeen - Tórshavn“ eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi 25. september 2007. Býarstýrini Aberdeen og Tórshavn hava sett pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Kunngerð Les meira á www.torshavn.fo lýsingar