Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Umboð fyri flest allar fyritøkur innan aling- ina vóru møttar á aðalfundinum hjá Havbúnaðarfelagn- um, sum fríggjadagin var hildin á Hotel Hafnia. Fundurin byrjaði kl. 9.00 við frágreiðing formansins, sambært vanligu skránni fyri aðalfundin. Hans Jac- obsen, formaður, kunnaði fyrst innleiðandi um gongdina innan alivinnuna seinasta árið. Síðani valdi formaðurin at lata nevndar- limirnar, og onnur sum hava útint uppgávur fyri felagið, kunna um ymiskt av tí, sum er farið fram seinasta árið. Orsakað av støðuni, sum er íkomin viðvíkjandi ILA, kunnaði Andras Strøm, djóralækni um sjúkuna og eyðkennið hennara. Eftir at vanligi aðalfund- urin var liðugur, kunnaðu umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um botn- kanningar undir alibrúkum. Eisini var kunnað um eina telduskipan, sum grafiskt vísir einstaka alibrúki, um- støðurnar á staðnum og tað taltilfar sum verður inn- savna, t.d. um umhvørvi á botninum. Tað er felagið Munin, sum hevur gjørt skipanina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, sum varar av alivinn- uni, var eisini til staðar. Hann gav alarunum ein greiðan boðskap um, at myndugleikarnir framhald- andi vilja gera alt fyri at henda týdningarmikla vinnugrein hevur best møguligar karmar. Hann segði eisini, at øll neyðug stig verða tikin fyri at fyri- byrgja, at ILA spjæðir seg runt um landið. Alarar álit á nevndini Kongafiskurin er ikki tætt- ur á Reykjanesrygginum í løtuni. Ísledndska vevsíðan Interseafood hevur tosað Gunnar Juliussson hjá Siglfirðingi HF, ið millum annað ger út trolaran Polar Siglis. Nógv skip hava roynt á rygginum uttanfyri íslendska sjómarkið, tó færri íslensk enn vanligt, vegna verkfallið. Polar Siglir er skrásettur í Grønlandi og hevur eisini loyvi at royna innanfyri íslendska fiskimarkið. Gunnar Julíusson sigur við Interseafood, at trolarin hevur havt smáligan fiski- skap, teir hava fingið eitt hálvt tons pr. troltíma og onkuntíð upp í eitt tons um troltíman. Gunnar greiðir frá, at ein rúgva at útlendskum trolar- um úr Póllandi, Russlandi, Spaniú og týsklandi royna uttanfyri íslendska fiski- markið. Hildið verður at konga- fiskurin á Reykjanesrygg- inum uttanfyri fiskimarkið er tann sami sum innanfyri og tí eru íslendingar farnir at seta kvotur eftir hesu. Hóast tað ikki er liðugt kannað enn, so halda fiski- frøðingar at kongafiska- stovnurin í Irmingarhavin- um eisini er tann sami sum undir Føroyum og at kongafiskaveiðan undir Føroyum er minkað sam- stundis sum hon er vaksin sunnanfyri okkum í altjóða sjógvi. Hildið verður, at her ein samanhangur. Matarseðilin hjá toski sigur frá, at støðan er góð í Bar- entshavinum. Toskurin etir ikki so nógv at toskayngli nú enn fyri nøkrum árum síðan og væl meira er til av náttúrligari føði hjá tosk- inum, eitt lodna og sild, skrivar norska vevsíðan Intrafish. Orsøkin til at toskurin etir minni av egnum yngli er, at lodnustovnurin er væl fyri og toski dámar nú eina- ferð best lodnu og síðan sild. Toskastovnurin í Bar- entshavinum er ikki illa fyri, men hann er heldur ikki væl fyri. Stovnsmet- ingar vísa, at toskastovnur- in er uppi á 1,4 milliónir tons og at gýtingarstovnur- in liggur um 300.000 tons. Hetta er í minnalagi og fiskifrøðingar vilja helst hava gýtingarstovnin upp á 500.000 tons Nevndin í Havbúnaðarfelagnum, sum hevur verið óbroytt seinastu 4 árini, varð á aðalfundinum afturvald. Í nevndini sita Hans Jacobsen, Høgni Jacobsen, Atli Gregersen, Suni Djurhuus og Grímur Rasmussen Ikki nógvur kongafiskir á rygginum Kanibalisma í afturgongd Nr. 74 - 19. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 74 - 19. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 FRAMSÝNING Tíðindaskriv Í hesi vikuni verða Gallarí Vágsbotn og Reyði Krossur á Torginum í SMS. Eisini verður mynda- framsýningin frá Prix Føroyar finaluni í 1999 opin. Týsdagin 17. apríl lat Gallarí Vágsbotn v/Noomi Juul upp stóra sølufram- sýning á Torginum í SMS. Mongu og vøkru antiklut- irnir, sum Noomi sýnir fram og selur á Torginum, eru komnir úr Danmark í síðstu viku. Noomi sigur, at hon fylti eina stóra byngju við vørum, sum eru keyptar i Danmark fyri nøkrum vikum síðani. Áhugin fyri antik og gomlum lutum annars er ógvuliga stórur, sigur Noomi. – Um páskahátíðina hava mong ringt til mín, fyri at keypa av teimum lutum, sum verða sýndir fram í SMS, og tað sigur ikki so lítið, leggur Noomi afturat. Framsýningin hjá Gallarí Vágsbotn letur aftur leyg- ardagin, tá mong tilboð verða. Reyði krossur 2. apríl í ár vóru tað 75 ár síðan Reyði Krossur í Føroyum varð sett á stovn, og í tí sambandi verða teir á Torginum fríggja- og leyg- ardagin. Teir fara m.a. at vegleiða um fyrstuhjálp, og høvi verður at meldað seg til fyrstuhjálparsekið. Suni Winther, formaður í Reyða Krossi í Føroyum, sigur, at árið í ár er serligt. – Tað eru 75 ár síðan vit fóru í gongd við virksemi okkara í Føroyum, og hetta vilja vit markera, m.a. við tiltakinum á Torginum í SMS hesa vikuna. Og til tess at savnað pening inn til dagliga raskturin av Reyða krossi, hava teir eisini gott tombola á Torginum hesar báðar dagarnar. Suni Vinther leggur afturat, at hann vónar, at mong vitjandi hyggja fram- við í SMS hesar dagarnar. Myndaframsýningin heldur fram Myndaframsýningini frá Prix Føroyar finaluni í 1999, sum 3´arin og SMS hava á Torginum, heldur fram hesa vikuna afturat. Framsýningini var stka væl vitjað í síðstu viku, og fyrireikararnir vóna, at enn fleiri vitjandi verða hesa vikuna. Framsýningini hongur uppi til leygardagin 21. apríl. NØVN Í VIKUNI Hans David Matras farin Páskaaftan bórust deyðs- boðini av Hans Davidi Matras, fyrrverandi lærara. Hóast hann í seinastuni hevur verið heilsuveikur, lá hansara lutur ikki eftir. Hann hevur verið virkin í tí dagliga bygdalívinum á Kirkju. Leygardagin, júst sum hann var heim aftur komin av rættini, har teir høvdu givið seyðinum heilivág, bórust deyðs- boðini brádliga. Hans David er føddur á Kirkju 30. januar í 1924. Hann var sonur Gullak Matras og Karolinu. f. Zachariasen. Tey vóru bæði ættað av Kirkju. Hans David var giftur Dortheu, f. Højsted úr Funningi, og áttu tey tríggjar døtur og ein son. Hans Dávid tók lær- araprógv á Føroya Lærara- skúla í 1954 og var lærari í Haldórsvík 1954-62, eina- lærari í Funningi 1962-66 og lærari í Klaksvík 1966- 88. Hann legði frá sær sum lærari 31. august 1988. Hans David Matras gjørdist einkjumaður fyri nøkrum árum síðani, og tá flutti hann aftur til heim- bygdina, har hann m. a. fekst við at rannsaka í tí nógva skrivaða tilfarinum, sum liggur eftir forfedrar- nar á Kirkju. Tað kann av røttum sigast um Hans David, at hann var eitt mentafólk. Hann hevur altíð borið orð fyri at vera sera áhugaverdur, m. a. við stóra áhuganum fyri gransking í søgu, og hann dugdi væl at siga frá, hann visti nógv um ætt og ættargransking, og hann hevði so avbera gott minni. Pápi Hans David, Gullak Matras, var handilsmaður á Kirkju. Hann doyði í 1947, og tá tók Hans David við handlinum, sum hann rak fram til hann fór á lærara- skúla. Mamman, Karolina, var lærarinna, men hon gavst í starvinum í 1930. Eftir at hon var vorðin einkja, flutti hon til Havnar, har hon búði hjá dóttrini, Bergtóru, úti í Grønlandi. Karolina Matras doyði í 1969. Hans David Matras var stillførur og lítillátin mað- ur, men hann hevði sínar meiningar, og tá hann segði nakað, so var tað altíð væl umhugsað og beinrakið. Hans David var deknur á Kirkju. Nú guðstænasta skuldi vera á Kirkju páska- dag var prestur komin út í oynna, og tá hann doyði páskaaftan, var skipað var fyri minningarhaldi í heiminum, har bygdafólkið var savnað at sýna Hans Davidi seinasta heiðurin á oynni. Hans David verður borin úr Christianskirkjuni í Klaksvík í dag. Jóannes Eidesgaard fimmti Í dag fyllur formaður Javn- aðarflokksins, løgtings- og fólkatingsmaðurin Jóannes Eidesgaard fimmti ár. Ein maður í miðjum árum, sum hevur upplivað meir enn teir flestu av hansara javn- líkum á politiska økinum. Tað var líka sum lagt út í kortið longu fimm ár eftir krígslok, at ein nýggjur politikkari skuldi føðast á Tvøroyri. Ella hann var í hvussu er ikki komin til mans, tá pápin plagdi at siga: "Jóannes verður po- litikkari, eg kenni tað á mær." Og hann var ikki meir enn reiðuliga hálv- vaksin í fluttari merking, tá hann blandaði seg upp í kommunalpolitikk, og síðan hevur lívið næstan bara verið politikkur. Viðhaldsmenn og serliga politiskir mótstøðumenn mugu viðganga, at politikk- ari er Jóannes um ein háls. Tað svingar í erva, og hans- ara mangan gløgt undir- bygdu meiningar hvørva ikki, so skjótt tær hava slept varrunum, tað verða hang- andi í politiska kjakinum drúgva tíð. Og hvat ger so Jóannes til ein politikkara og ein politiskan leiðara. Fyrst og fremst ein ótroyttandi áhugi fyri samfelagnum og tí einstaka í samfelagnum. Korini hjá tí vanliga føroyinginum í viðgangi og í mótgangi. Jóannes Eidesgaard hevði ivasama heiðurin í árunum 1991-96 at sita í samgongu og manna sessin sum landsstýrismaður al- manna og heilsumálum og seinni í fíggjarmálum. Hetta tíðarskeið er eitt hitt daprasta í føroyskari søgu, serliga fyrri parturin. Tað er eitt bragd í sær sjálvum at yvirliva í politikki, eftir at hava sitið og spinkað og spart og gjørt gerandis- dagin hjá hampafólki so súran, at tey við góðari samvitsku kundu kasta hatur á hann, tað eftir var av lívinum. Føroyska samfe- lagið misti ondina av kreppuni í 1992, og sváru árini aftaná og tað kravdi sín mann at sita á peningakassanum hesi ár, ein uppgáva bulmikli lær- arin av Tippinum á Tvør- oyri megnaði. Burtur úr sváru kreppuni vaks eitt nýtt samfelag, sum hevur tað nokk so gott í dag. Jóannes er hálvur norð- ingum. Pápin, Erling Eidesgaard, sáli, er ættaður úr Oyndarfirði og var lærari á Tvøroyri. Mamman, Jona, er ættað úr Trongisvági. Hann er giftur við Anitu úr Froðba, og tey eiga tvey vaskin børn, eina gentu og ein drong. Jóannes er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Tvøroyri. Síðan hann tók við sum floksformaður í Javnaðarflokkinum býr hann í Havn. Jóannes hevur fjølbroytt áhugamál, og hann er dugnaligur útróðrarmaður eisini. Hann er miðamaður um ein háls og dugir væl at leggja. Hesi evni hevur hann helst tikið við sær í politiska lívið. Tú skal vera næstan líka dugnaligur sum ein útróðrarmaður við leys- um undir fótum, skal tú klára teg væl í politikki og Jóoannes er rokkin langt, nú hann skoðar inn í seinna hálvleik í lívinum, ganga vit út frá 100 sum ytsta mark fyri lívi. Tillukku við degnum. Jústinus Móttøka Í samband við, at eg fylli 50 ár tórsdagin 19. apríl, verður móttøka í flokshølunum hjá Javnaðarflokkinum á Gamla Apoteki seinnapartin frá 16 til 18. Jóannes Eidesgaard løgtingsmaður Antik-lutir og fyrstahjálp í SMS Noomi Juul selur antiklutir á Torginum í SMS