hósdagur 19. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 19. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 74 - 19. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Hóast fullteknað er til
“Aftur í 60-árini”
leygarkvøldið, so eru
enn atgongumerki til
tiltakið fríggjakvøldið
AFTURVENDANDI
TILTAK
Jan Müller
Hóast hetta er 14. árið á
rað, at hondbóltsfelagið
Neistin skipar fyri víða-
gitna og afturvendandi ti-
ltakinum “Aftur í 60-árini”,
tykist áhugin á ongan hátt
at verða minkandi. Heldur
tvørturímóti. Og fyri at
nøkta henda stóra tørv og
gevum øllum teimum, sum
vilja vera við til at fáa lív í
aftur gomul dansiminni,
møguleika at uppliva 60-
uni umaftur, skipar Neistin
eisini í ár fyri einum eyka
tiltaki fíggjakvøld.
Frá byrjan var bert talan
um hetta eina kvøldið,
leygarkvøld. Tað er jú tá
fólk hava frí og kunnu
stákast og gera seg út til
kvøldið, men so stórur
hevur gravgangurin verið
eftir atgongumerkjum til
leygarkvøldið 21. apríl, at
hundraðtals
fólk
hava
staðið á “bíðilista”. Og tað
er henda bíðilista, sum
“Aftur í 60-árini” fríggja-
kvøld skal rudda upp í.
Meðan tey 950 atgongu-
merkini til leygarkvøldið
vórðu seld mest sum alt fyri
eitt, er enn møguleiki at fáa
pláss til tiltakið fríggja-
kvøldið 20. apríl. Fyrst í
vikuni vóru eini 500 at-
gongumerki seld. So møgu-
leiki skuldi verið fyri at
fingið pláss í annaðkvøld.
Stóran týdning
Aftur í 60-árini er vorðið
eitt av teimum best vitjaðu
árligu og afturvendandi til-
tøkunum av sínum slag her
á landi. Tiltakið líkasum
hevur fingið sín egna
identitet – er vorðið til eina
hending, sum nærum 2000
fólk kring alt Føroya land
gleða seg til og seta í ka-
lendaran
sum
eitt
av
hæddarpunktunum í árin-
um. Tað hevur fingið ein
sosialan umframt ein tón-
listarligan týdning. Bindi-
klubbar, vinfólk o.o. seta av
allan leygardagin 21. apríl
at vera saman til gaman og
álvara, áðrenn leiðin gong-
ur víðari niðan á Nabb.
Hitað verður bæði væl og
virðiliga upp til at fara í
høllina at hitta so mong
onnur kend andlit og til at
hoyra tann “gamla” nærum
kensluborna tónleikin.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at Vagnur Michelsen var
undangongumaðurin,
tá
farið varð undir at skipa
fyri
tónleikatiltakinum
“Aftur í 60-árini” fyri
næstan 15 árum síðani.
Hóast mong onnur í Neist-
anum eiga sín stóra part í
arbeiðinum, skerst ikki
burtur, at Vagnur er tann
einstaklingurin, sum eina-
mest eigur lívið í tiltak-
inum. Sjálvur er hann fegin
um, at hetta hevur kunnað
givið
Neistanum
fleiri
pengar at arbeiða við, nú
felagið ger eitt so stórt og
slóðbrótandi ungdómsar-
beiði. Men tað eru ikki bert
pengarnir til hetta arbeiðið,
sum hava nógv at siga. Fyri
Vagn hevur tað eisini stóran
týdning at kunna savna so
mong fólk úr einum ávísum
aldursbólki úr øllum land-
inum at hoyra og dansa til
tann tónleikin, sum var
frammi, tá hesi fólkini vóru
ung fyri meira enn 30 árum
síðani. Tað er so eisini tón-
leikur, sum verður spældur
av nógvum nýggjum bólk-
um.
Fólkamentan
Eisini fyri tónleikararnar
sjálvar er hetta ein stór
uppliving, so samanum-
tikið má tiltakið sigast at
vera gott uppá nógvar mát-
ar. Eisini má sigast, at slíkt
tiltak hevur fingið ikki sørt
av einum mentanarligum
dámi eisini. Nakað við
fólkamentan tá hon er best.
Tað hevur so eisini eydnast
stigtakararunum ár eftir ár
at fáa fleiri av teimum heilt
kendu bólkunum frá 60-
unum at spæla og syngja.
Onkur bólkur er entá vorð-
in endurreistur við hesum
tiltaki. Best kend eru Faroe
Boys og Goggan. Men har
hava so eisini nógvir aðrir
kendir bólkar spælt og
spæla enn, eitt nú Tey av
Kamarinum, sum í ár –
saman við Thunderbirds –
verða harði ella kanska
bleyti (kensluborni) kjarn-
in í tiltakinum. Tey av
Kamarinum vóru við í
høllini fyri meira enn 10
árum síðani. Nú verða tey
so aftur á palli. Tónleika-
bólkurin hevur spælt út í
eitt síðani 1955 men við
ymsum manningum. Leyg-
arkvøldið er manningin
henda: Nicolina Jacobsen,
Ingolf Jakobsen, Áslakkur
Jakobsen, Eyðbjørn Jakob-
sen, Jákup Jakobsen, Árni
Andreasen og Jóan Petur
Andreassen. Tey av Kam-
arinum skulu eisini ein túr
til Danmarkar at spæla í ár.
Umframt Thunderbirds,
sum altíð setir sín serstaka
dám á slíkt tiltak, er eisini
Twilight
við.
Bólkurin
hevur øll árini staðið fyri tí
tekniska partinum av til-
takinum og eigur sum so
lívið í tí.
Gleða seg til vikuskiftið
VW PASSAT TDI DIESEL
110 HK, árg 01/98, 39.993 km
– sera væl hildin. Útgerð: Air-
bags, ABS, sentrallás, servostýr-
ing, el-rútar framman, el-spegl-
stýring, radio v/bandupptak-
ara. Galvaniseraður. Vetrardekk
fylgja við.
Prísuppskot kr 180.000
Tel 311861
VW PASSAT
Árg 2000, km 43.000 kr
245.000
Tel 212171-314968
Tey av Kamarinum verða aftur á palli í høllini á Nabb fríggjakvøldið og leygarkvøldið
Útoyggjarnar og
bygdirnar eru av-
skornar frá vøkstr-
inum, sum tær sjálvar
løgdu lunnar undir
fyri skjótt 200 árum
síðani. Skal gongdin
vendast, er neyðugt at
fremja munandi
broytingar á fleiri
grundleggjandi
økjum, sigur út-
oyggjanevndin í áliti,
sum nú er handað
løgmanni
ÚTOYGGJAR
Eyðun Klakstein
Tað ber til at steðga fráflyt-
ingini frá útoyggjunum,
men tað krevur umfatandi
broytingar á fleiri grund-
leggjandi økjum.
Hetta er niðurstøðan hjá
útoyggjanevndini, sum í
gjár handaði løgmanni álit-
ið, sum nevndin hevur ar-
beitt við seinasta árið.
– Skal málið um at steðga
fráflytingini frá útoyggjum
náast, mugu fólk og politik-
arar arbeiða í felag fyri at
røkka málinum, sigur út-
oyggjanevndin í álitinum.
Útoyggjanevndin kemur
við ítøkiligum uppskotum
um, hvat kann gerast fyri at
venda skeivu gongdini hjá
útoyggjunum, og talan er
uppskot av ymsum slagi -
bæði vinnuligum, mentan-
arligum og heilsuligum.
Ikki raðfestar nóg
høgt
Útoyggjanevndin staðfestir
í sínum áliti, at útoyggjarn-
ar hava ikki somu umstøður
sum aðrir partar av landin-
um.
Útoyggjarnar høvdu ein
avgerandi leiklut í menn-
ingini av Føroyum frá ein-
um steinrunnum bónda-
samfelagi til eitt ríkt, fram-
komið vinnu- og vitanar-
samfelag.
– Men prísin fyri ta
skjótu og umfatandi broyt-
ingina av samfelagnum
hava bygdirnar og útoyggj-
arnar í Føroyum goldið.
Tær eru avskornar frá at fáa
lut í vøkstrinum, sum tær
sjálvar løgdu lunnar undir
fyri skjótt 200 árum síðani,
sigur útoyggjanevndin í
áliti sínum.
– Politiskt hava útoyggj-
arnar ikki verið raðfestar
nóg høgt. Tey tiltøk, ið eru
gjørd, hava oftast verið støk
tiltøk heldur enn partur av
miðvísum og samskipaðum
útjaðarapolitikki.
Útoyggjarnar eru í dag á
sama stigi sum fyri 200
árum síðani, tá tað ræður
um fólkatalið, men fyri 200
árum síðani var bygdasam-
felagið ein væl skipað
fíggjarlig, sosial og men-
tanarlig eind, ið megnaði at
endurnýggja seg sjálva. Í
dag eru tað almennir stovn-
ar á meginøkinum og
kommunurnar, sum skulu
tryggja eitt hóskandi tæn-
astustøði, men tað hevur
ikki eydnast til fulnar, sigur
útoyggjanevndin.
– At tað hevur eydnast at
halda lív í smáplássunum er
teirra innaru styrki at takka.
Stórar íløgur í
samferðslu
Útoyggjanevndin vísir á
fleiri øki, har broytingar eru
neyðugar, skulu umstøð-
urnar hjá útoyggjunum
betrast. Samferðslan hevur
stóran týdning, og her er
alneyðugt við broytingum,
tá talan eru um ferðasam-
bandið til og frá oyggjun-
um.
– Skipini eru ikki tíðar-
hóskandi, og tað er ov langt
millum túrarnar. Somuleið-
is verður hildið, at tyrlan
flýgur ov fáar túrar. Farma-
flutningurin er heldur ikki
nøktandi á flestu farleiðum,
skrivar útoyggjanevndin í
áliti sínum.
Tá talan er um vegir,
tunnlar og lendingar eru
ábøtur gjørdar og útbygg-
ingar framdar á flestu
oyggjum tey seinnu árini.
Hetta hevur gjørt, at nógva-
staðni eru góðir vegir í og
millum bygdir.
– Men enn er langt eftir á
mál. Skulu vegakervið,
lendingar og tunlar kunna
nøkta tørvin á einum økt-
um, útbygdum og nýtím-
ansgjørdum
ferðasam-
bandi, er neyðugt at styrkja
hendan partin samsvarandi,
sigur útoyggjanevndin.
Ítróttarhøll á hvørjari
smáoyggj
Bert 14 prosent av úrtøkuni
hjá íbúgvum á útoyggj
stava frá jarðarbrúki. Hetta
kemst av, at tilfeingið á
teimum ymsu plássunum
verður ikki nýtt til fulnar,
heldur útoyggjanevndin.
– Orsøkirnar eru bæði at
finna í umstøðunum fyri
jarðarbrúki á útoyggj, í
vantandi landbúnaðarlóg-
gávu og ikki minst í av-
skeplaðum
jarðarviður-
skiftum. Í løtuni stendur
valið ímillum at fjálga um
eitt frítíðarítriv og eina bú-
seting.
Útoyggjanevndin leggur
tó dent á, at møguleiki skal
verða fyri at menna aðrar
vinnugreinar enn landbún-
að. Skulu hjún flyta til
smáu oyggjarnar, má dent-
ur leggjast á, at arbeiðs-
pláss eisini eru til konu-
fólkini.
– Smáídnaður, smolt-
aling, KT-vinnutiltøk og
fjararbeiði eru vinnur, ið
kunnu setast á stovn á út-
oyggj, heldur útoyggja-
nevndin.
Neyðugt er eisini við
mentanarligum tiltøkum,
og tí leggur útoyggjanevnd-
in upp til, at lítil ítróttar-
høll, bygdarhús og skipað
barna- og ungdómstiltøk
skulu vera í øllum teimum
smáu oyggjunum.
Betri heilsutænastu
Á heilsuøkinum eru stórir
veikleikar í verandi skipan.
Heilsutænastan í Føroyum
er ikki nóg væl skipað, og
allir borgarar fáa ikki somu
tænastu. Útoyggjanevndin
heldur, at umráðandi er at
samskipa allar heilsutæn-
astur
innan
nýtmótans
karmar, til dømis á einum
heilsudepli.
– Útoyggjaborgarin má
fáa eins góða tænastu sum
tey á meginøkinum. Harvið
upplivir hann ikki, at væl-
ferðarsamfelagið bara er
fyri tey, sum flyta av oynni,
sigur útoyggjanevndin.
Nevndin mælir til, at ein
stovnur ella eitt starv sum
útoyggjaumboð verður sett
á stovn. Uppgávan hjá um-
boðnum skal verða at virka
fyri, at politiskir málsetn-
ingar um útoyggjamenning
verða útintir í verki.
Neyðugt við umfatandi broytingum
Í gjár varð álitið hjá útoyggjanevndini handað Anfinni Kallsberg, løgmanni. Olga Biskopstø hevur verið formaður og samskipari
hjá nevndini.
Mynd: Jens Kristian Vang
NEVNDIN
Eyðun Klakstein
Tað var í apríl mánaði í
fjør, at løgmaður setti
eina nevnd at lýsa og
viðgera útoyggjaviður-
skifti.
Endamálið við ar-
beiðnum skuldi verða, at
politisku myndugleik-
arnir skuldu hava eitt
grundarlag at taka støðu
út frá, so útoyggjarnar
og
smáplássini
ikki
doyggja út.
Arbeiðssetningurin
hjá nevndini hevur verið
at lýsa umstøðurnar á út-
oyggjum, at gera ítøkilig
menningaruppskot
og
koma við uppskoti til út-
oyggjapolitikk.
Oyggjarnar, sum hava
verið umfataðar av ar-
beiðnum hjá nevndini,
hava verið Fugloy, Svín-
oy, Kalsoy, Mykines,
Hestur, Koltur, Skúvoy,
Lítla Dímun, Nólsoy og
so Gásadalur.
Olga
Biskopstø
í
Klaksvík hevur verið
formaður í nevndini og
samskipari av arbeiðn-
um, og umframt hana
hava umboð fyri út-
oyggjarnar og fyri løg-
mansskrivstovuna sitið í
nevndini.
Álitið, sum nú er latið
løgmanni, er fleiri enn
200 síður og verður
handað eitt ár eftir, at
nevndin varð sett at gera
arbeiðið.
ÚTOYGGJ?
Eyðun Klakstein
– Nú verður bara tosað
um útoyggjar, nøvnini á
útoyggjunum verða nær-
um ikkin nevnd longur,
og vit eru ikki longdur
verd tað sama sum onn-
ur, tí vit búgva á »út-
oyggj«. Her er okkurt
galið.
Soleiðis segði onkur á
einum av fundunum hjá
ú t oy g g j a n ev n d i n i .
Nevndin hevur eisini
viðgjørt spurningin, um
tað er rætt at brúka orðið
útoyggj sum felagsheiti
fyri tær ymsu smáu
oyggjarnar.
Um hugt verður eftir
landafrøðiliga týdning-
inum eru allar oyggjarn-
ar, sum nevndin hevur
arbeitt við, ikki útoyggj-
ar sum so, men í orðin-
um liggur eisini ein ann-
ar týdningur, sum kann
samanfastast soleiðis:
Oyggjar, ið ikki hava
nøktandi ferðasamband
og ikki hava somu
menningarmøguleikar
sum meginlandið.
Eitt uppskot í nevnd-
ini var, at orðið smá-
oyggjar varð brúkt ístað-
infyri útoyggjar. Meiri-
lutin av útoyggjanevnd-
ini helt tó, at heitið út-
oyggj
framhaldandi
skuldi brúkast, meðan
minni parturin ynskti at
brúka hitt heitið.
Tí varð niðurstøðan av
kjakinum, at útoyggjarn-
ar framyvir eisini skuldu
kallast útoyggjar.
Arbeitt í eitt ár
Kjak um orðið útoyggj