hósdagur 19. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 19. apríl 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 74 - 19. apríl 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
– Vit skulu minst
hava somu lønar-
hækking, sum
limirnir í Starvs-
mannafelagnum
fingu, sigur Ingeborg
Vinther, nú samráð-
ingarnar við Arbeiðs-
gevaranar byrjaðu í
gjár
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Eg vænti, at tað verður
eitt hart stríð. Men vit skulu
minst hava somu lønar-
hækking, sum limirnir í
Starvsmannafelagnum hava
fingið frá tí almenna.
Tað
sigur
Ingeborg
Vinther, forvkinna í Føroya
Arbeiðarafelag, nú skjøtil
er settur á samráðingarnar
við arbeiðsgevararnar um
ein nýggjan sáttmála.
Partarnir høvdu sín fyrsta
samráðingarfund í hølun-
um hjá Vinnuhúsinum í
Havn kl. 10 í gjáramorg-
unin.
Men Ingeborg Vinther
væntaði ikki, at tað fór at
henda tað stóra tá.
Vit hava ikki fingið orðið
á partarnar aftur eftir sam-
ráðingarnar, men Ingebor
Vinther væntaði ikki at
annað fór at henda á tí
fundinum enn, at partarnir
fóru at leggja síni sjónar-
mið fram.
Minst 12% í
lønarhækking
Ingeborg Vinther vil tískil
ikki enn siga nakað um,
hvørji krøv, arbeiðararnir
fara at leggja fyri arbeiðs-
gevararnar hesuferð.
Hon vil heldur ikki siga
nakað um lønarkrøvini,
sum verða hesuferð, tí tey
verða løgd fyri arbeiðs-
gevararnar seinni.
Men hon ásannar, at sátt-
málin, sum longu er gjørd-
ur ímillum Fíggjarmála-
stýrið og Starvsmannafe-
lagið, fer at ávirka sam-
ráðingarnar á privata ar-
beiðsmarknaðinum.
– Tá ið tann sáttmálin
varð gjørdur, varð sam-
stundis støðið lagt. Soleiðis
plagar tað at vera, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at samanlagt
hava limirnir í Starvs-
mannafelagnum fingið eina
lønarhækking uppá yvir
12%, tá ið allir snøklar eru
taldir við.
– Men keypiorkan hjá
fólkið er versnað so nógv
hesi bæði seinastu árini, at
skal ein arbeiðari ikki verða
verri fyri, enn hann var,
áðrenn hesi sáttmálin var
gjørdur, skal tímalønin
hækkað 15-20 krónur hesu-
ferð, so nógvu eru prísirnir
hækkaðir.
Og hóast Ingeborg Vinth-
er ikki vil siga, hvørji løn-
arkrøvini verða, sigur hon,
at tey skulu minst hava
somu lønarhækking, sum
limirnir í Starvsmanna-
felagnum hava fingið, tvs,
gott 12%.
– Hvussu samráðingar-
nar annars fara at ganga,
dugir Ingeborg Vinther ikki
siga, men hon dylir kortini
ikki fyri, at hon fryktar fyri
einum harðum stríði.
Saman við
kvinnunum í Havn
Í hesum samráðingunum
verður tað Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag,
sum
samráðast í felag við ar-
beiðsgevararnar.
Arbeitt varð annars fram
ímóti, at hesuferð skuldu
øll feløgini, tvs., Føroya
Arbeiðarafelag, bæði feløg-
ini í Klaksvík og bæði
feløgini í Havn, ganga sam-
an og samráðast í felag við
Arbeiðsgevararnar.
Men Ingeborg Vinther
sigur, at feløgunum úr
Klaksvík hoyrdi Føroya
Arbeiðarafelag
ongantíð
frá aftur og Havnar Ar-
beiðsmannafelag bar held-
ur ikki til at semjast um eitt
felags grundarlag at sam-
ráðast á.
Ingeborg Vinther vil
ikki út í æsir við, hví
Havnar Arbeiðsmannafelag
ikki er við.
Men tað er ongin loyna,
at Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðsmanna-
felag sita ikki væl um sátt.
Seinast hevur stríðið um
arbeiðsmenninar í Kolla-
firði oyst enn meiri bensin
á tað bálið. Arbeiðsmenn-
inir í Kollafirði hava leingi
verið limir í Føroya Ar-
beiðarafelag,
men
nú
Kollafjørður kom upp í
Tórshavnar Komunu, vil
Havnar Arbeiðsmannafelag
hava teir til sín.
Sostatt fara Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag eina-
ferð enn at samráðast sam-
an. Tað gjørdu feløgini
bæði eisini, seinast sátt-
málasamráðingarnar vóru,
og Ingeborg Vinther letur
sera væl at tí samstarvin-
um.
– Skúlin í Sumba er
tann fyrsti í Før-
oyum, sum bjóðar
undirvísing í
nýggjum radio-
samskifti, sum
verður krav um
stutta tíð
SAMSKIFTI
Áki Bertholdsen
Í Sumba hava tey víst,
at eisini úti á bygd í
Føroyum ber til at fara
undir slóðbrótandi virk-
semi.
Skúlin í Sumba er
nevniliga fyrsti í skúlin
Føroyum farin undir
eina spildurnýggja út-
búgving.
Tað er kvøldskúlin í
Sumba, sum er farin
undir eina útbúgvin í
einum nýggjum slagi av
radiosamskifti.
Talan er um tað, ið
verður nevnt SRC, sum
stendur fyri Short Range
Certificate.
Enn eru heldur ikki
sjómannaskúlarnir
í
Føroyum farnir undir
hesa útbúgvingina. Yvir-
høvur er tað enn bara í
heilt fáum londum í
heiminum, at tey eru
farin undir hesa útbúgv-
ingina, so sumbingar eru
ikki bara slóðbrótararar í
Føroyum, teir ganga
undan í heimshøpi.
SRC er tað slagið av
samskifti, ið kemur fyri
gamla VHF-radioprógv-
ið og um heilt fá ár verð-
ur tað krav, at allir bátar,
størri enn t.d. átta-
mannafør, skulu hava
hesa skipanina.
Skulu vit válka okkum
eitt sindur í teknikki, er
SRC partur av naviga-
tiónsskipanini, GMDSS
í stendur fyri Global
Maritime Distress and
Safety System, og bygg-
ir á DSC-skipanina.
DSC stendur fyri Digital
Selective Calling.
VHF-DSC vil í stutt-
um siga at bátar og skip,
um tey koma í neyð, bert
skulu trýsta á ein knøtt á
VHF-tólinum, so sendur
tólið neyðarkall sjálv-
virkandi,
sum Tórs-
havnar Radio og bátar
og skip, ið hava somu
skipan, síðani hoyra.
Er VHF-tólið íbundið
ein GPS-ara so boðar
tólið eisini frá knatt-
støðuni, tá ið tað sendur
neyðarkall.
Verður krav
Tað er Petur Dahl Nol-
søe, fjarritari úr Vági,
sum hevur undirvíst í
SRC samskifti í skúlan-
um í Sumba.
Hann sigur, at hetta er
samskifti fyri teir, sum
hava lítlar bátar, eitt nú
útróðrarbátar og alibátar.
Um nøkur heilt fá ár
verður tað krav, at allir
smábátar, sum eru størri
enn t.d. eitt áttamanna-
far, skulu hava hesa
skipanina.
Petur Dahl Nolsøe
sigur, at tað eru 11 mans
úr Vági og úr sumba,
sum hava verið á skeið-
um.
Hann
hevur
áður
undirvíst í VHF bæði á
Leiti og í Porkeri. Men
nú nýggja skipanin kem-
ur, varð hann spurdur,
um hann ikki kundi hava
skeið í tí eisini. Skeiðið
varð lagt í Sumba, tí
haðani eru teir flestu av
næmingunum
Próvtøkan
verður
leygardagin. Tá verður
tað umboð fyri Fjar-
skiftiseftirlitið,
sum
verður próvdómari.
Skúlin í Sumba undir
slóðbrótandi virksemi Ingeborg Vinther:
Vænta eitt hart stríð
Í gjáramorgunin var fyrstu ferð á hesum sinni, at Arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini hittust til samráðingar um nýggjan
sáttmála. Samráðingarnar eru í hvussu so er byrjaðar vinarliga. Á myndini bjóðar arbeiðsgevaraformaðurin, Vilhelm
Johannesen, Ingeborg og hinum, kaffi
Mynd: Jens K. Vang
Petur Dahl Nolsøe hevur áður undirvíst í radiosam-
skifti, men nú er hann farin undir slóðbrótandi virksemi
á hesum øki, saman við skúlanum í Sumba. Annars
munnu tey, sum sigla við Smyrli kennast við hann, tí
har hevur hann sína dagligu gongd
Mynd: Jens K. Vang
Sambært Høgna
Hoydal, gongur
arbeiðið í lands-
stýrinum væl.
Hann vísir á, at
ósemjan í sam-
gonguni er spæl
fyri gallarínum
SAMGONGU-
ÓSEMJA
John Johannessen
Stóru orðini í fjølmiðl-
unum og á tingsins røð-
arapalli um ósemjur í
samgonguni eru bert
spæl fyri gallarínum.
Hetta heldur Høgni
Hoydal, varaløgmaður
og formaður Tjóðveldis-
floksins.
Høgni Hoydal vísir á,
at samstarvið í lands-
stýrinum gongur væl,
hóast politiska støðan
kann tykjast kaotisk fyri
almenninginum.
Kortini
viðgongur
Høgni Hoydal, at tað eru
ávísar ósemjur, ið skapa
órógv. Millum hesar er
positiva støða Fólka-
floksins til uppskotið hjá
Henriki Old, um at
lækka avgjaldið á ben-
sini.
Men
sambært
Høgna Hoydal, arbeiðir
samgongan í løtuni við
at loysa hetta mál inn-
anhýsis.
At Fólkaflokkurin er
komin við ógvusligum
viðmerkingum til semj-
una, sum Karsten Han-
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, gjørdi við
Starvsmannafelagið,
metir Høgni Hoydal bert
vera enn eitt dømi um
spæl fyri gallarínum.
– Tað, sum nú er av-
gerandi, er at vit halda
fram í samgonguni, og
at vit fáa hildið brim-
garðin um landskassan,
eins væl og vit fáa sett á
stovn ein búskapargrunn
og fáa uppskotið um
sjálvstýri Føroya fólks
samtykt, sigur Høgni
Hoydal.
Henrik Old vil
hava at vita frá
Bjarna Djurholm,
nær útjaðarin fær
somu kor innan
telesamskifti, sum
miðstaðarøkið
FYRISPURNINGUR
John Johannessen
Nær kunnu vit vænta, at
allir landsins borgarar
fáa teletænastu á sama
høga stigi, sum felagar-
nir í miðøkinum?
Soleiðis ljóðar skriv-
ligi fyrispurningurin frá
Henriki Old úr Javn-
aðarflokkinum
til
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann í vinnumál-
um.
Í viðmerkingunum til
fyrispurningin
vísir
Henrik Old á, at heilar
bygdir, sum til dømis
Dalur, enn ikki hava
fastnetsambandið í lagi,
men mugu í felag klára
seg við eina telefonlinju.
Heldur ikki ber til hjá
fólki í Dali at fáa sam-
band yvir GSM netið.
Henrik Old vísir eisini
á, at internetsambandið
er vánaligt í stórum parti
av land-inum, og at
GSM-tænastan ikki er
nøktandi
í
økjunum
uttan fyri miðøkið.
– Tað kann ikki vera
rætt, at fólk í til dømis
Sandoynni og Suður-
oynni skulu koyra langa
leið fyri at fáa samband
við umheimin, sigur
Henrik Old.
Løgmaður ætlar sær
ikki at fylgja
tilmælinum frá
samgongufelaganum,
Helenu Dam á
Neystabø, um at
umhugsa nýval.
Anfinn Kallsberg
metir politisku
støðuna vera trygga
SAMGONGUÓSEMJA
John Johannessen
Stendur tað til løgmann,
verður einki løgtingsval
fyrr enn um eitt ár. Løg-
maður ætlar sær ikki at
fylgja ráðunum frá Helenu
Dam á Neystabø um at
umhugsa nýval.
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna Sjálvstýrisflok-
sins, segði við Sosialin fyri
páskir, at stríðið millum
Tjóðveldisflokkin
og
Fólkaflokkin í samgonguni
er vorðið til eina landa-
skomm, har báðir stóru
samgonguflokkarnir bera
seg
at
sum
smábørn.
Helena Dam á Neystabø,
sum sjálv er partur av sam-
gonguni, helt tí, at løg-
maður eigur at umhugsa,
um føroyski veljarin skal
sparast fyri einum valári.
Skilir ikki Helenu
Men Anfinn Kallsberg,
løgmaður, skilir ikki, hví
Helena Dam á Neystabø
kemur við slíkum útsag-
num.
– Tað, sum gongur fyri
seg í samgonguni, er at
ójavnin millum vinstra og
høgra í føroyskum politikki
kemur til sjóndar, tá tað um
búskaparpolitikk
ræður.
Helena kann ikki vænta
sær, at Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin skulu
vera púra samdir um alt
innan
búskaparpolitikk.
Heldur hon tað, hevur hon
lært lítið í politikki, sigur
løgmaður.
Anfinn Kallsberg sigur,
at Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin yvirodnað
eru samdir um, hvussu vit
skulu menna føroyska bú-
skapin til ein sjálvberandi
búskap fyri einar sjálvstøð-
ugar Føroyar. Men, at tær
ósemjur, ið koma fram í
fjølmiðlunum, eru púra
náttúrligar í einum sam-
starvi millum Fólkaflokkin
til høgru og Tjóðveld-
isflokkin til vinstru.
Tað kemst kortini ikki
uttan um, at stórar politisk-
ar ósemjur hava verið inn-
anhýsis í samgonguni í
langa tíð. Og fleiri av
hesum ósemjum hava verið
so mikið stórar, at tað hevur
verið um reppið, at tær
hava forkomt samgonguni.
Men
løgmaður
heldur
kortini, at politiska støðan í
Føroyum er trygg, og at
samgongan fer at halda.
Arbeiðið heldur fram
Heldur ikki heldur løg-
maður, at nógvu ósemj-
urnar í samgonguni kunnu
forða fyri, at samgongan
kemur víðari við fullveldis-
málinum og øðrum málum,
hetta árið, sum eftir er av
valskeiðinum.
– Vit hava fingið nógv frá
hondini hetta samgongu-
skeiðið, og eg ivist ikki í, at
vit eisini fara at fáa nógv
frá hondini afturat, eru
greiðu boðini frá Anfinni
Kallsberg, løgmanni.
Anfinn Kallsberg vísir á,
at um Helena Dam á
Neystabø ynskir nýval,
kann hon royna at fáa
uppskot um nýval reist í
tinginum. Hann ætlar sær í
øllum førum ikki so mikið,
sum at umhugsa at skriva út
nýval.
Almenna Sandoyar-
ætlanin hevur skapt
framburð aftur í
Sandoynni síðani
búskaparkreppuna.
Økismenningarbólku
rin mælir út frá
hesum til almennan
fíggingarstovn at
menna útjaðaran
ØKISMENNING
John Johannessen
Skeiva gongdin í Sand-
oynni eftir búskaparkrepp-
una vendi, tá bæði flaka-
virkini lótu upp aftur
orsakað av sonevndu Sand-
oyarætlanini.
Hetta var ein ætlan, har
tað almenna fór inn og
stuðlaði menning av vinnu-
lívinum í oynni.
Og júst hetta metir økis-
menningarbólkurin, sum
fyri stuttum handaði lands-
stýrinum økismenningar-
álitið, vera bjargingina hjá
Sandoynni.
Bólkurin vísir á, at tað
hevur gingið støðugt framá
í Sandoynni síðani flaka-
virkini lótu upp aftur, og er
hetta eisini nakað, sum sæst
aftur í lønarhagtølunum og
í
arbeiðsloysinstølunum
fyri oynna. Í økismenn-
ingarálitinum verður víst á,
at talið á fólki við fiska-
vøruídnaði sum høvuðs-
vinnu vaks frá 10 fólkum í
1995 til 149 í 1999. Hetta,
heldur bólkurin, greitt vísir
týdningin av Sandoyarætl-
anini.
Neyðugt við
almennari fígging
Tað gekk long tíð at fáa
gongd á aftur í Sandoynni.
Og eina av orsøkunum til
hetta, heldur økismenn-
ingarbólkurin vera vantandi
fíggingarumhvørvi.
»Talið á verkætlanum
tykist ikki hava trotið í
Sandoy, men trupulleikin
hevur verið at fáa fígging
til hesar verkætlanir«, sigur
økismenningarbólkurin í
áliti sínum.
Bólkurin vísir í hesum
sambandi á, at ein av
vinnulívsmonnum í Sand-
oynni, sum bólkurin hevur
tosað við, segði frá, at tað
var eitt beinleiðis krav frá
peningastovnunum í mið-
staðarøkinum,
at
hann
skuldi leggja fyritøku sína í
Havn
ella
nærhendis
Havnini, fyri at fáa fígging
frá teimum. Vinnulívsmað-
urin vildi tó ikki eftirlíka
hesum boðum, og legði
hann tí virki sítt í Sand-
oynni. Avleiðingin var, at
hann onga fígging fekk frá
peningastovnunum.
Hetta, heldur økismenn-
ingarbólkurin, ber boð um,
at tørvur er á einum
fíggingarstovni ella grunni,
ið serliga tekur inn í
myndina økismenningar-
atlit, tá hann veitir fígging.
POLITIKKUR & SAMFELAG
Nýval kemur ikki upp á tal
Ósemjan er spæl
fyri gallarínum
Henrik vil hava
betri telesamband
Løgmaður ætlar sær ikki so mikið, sum at umhugsa at fylgja
ráðunum frá samgongufelaganum, Helenu Dam á Neystabø,
um at skriva út nýval
Sandoyarætlanin
bjargaði Sandoynni