Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 19. apríl 2001 9 gult9 cyan9 magenta9 svart9 8 Nr. 74 - 19. apríl 2001 gult8 cyan8 magenta8 svart8 Vegna Javnstøðu- nevndina Turið Debes Hentze, fork. Vit eiga at hava serligar skattareglur fyri giftar menn, halda summir po- litikkarar. Ella fyri hjún, sum tað eitur. Nú skal gifti maðurin kunna flyta umleið 140.000 kr. av inntøku síni yvir á konuna, sum so rindar skatt av hesum peng- um, sum vóru teir hennara. Soleiðis sleppur maðurin, sum er giftur við konu við lítlari ellar ongari inntøku undan at gjalda skatt av tí skattliga dýrara toppinum av inntøku sínari - sum annars øll onnur gera. Ístaðin rindar konan skatt av hesum pengum eftir einum bíligari taksti, og familjan hevur meiri eftir aftaná skatt, og trivnaðurin í familjuni økist, verður sagt í viðmerkingunum. Hví skal gerast hesin mismunur á borgarunum. Hví skulu øll onnur, støk, einsamallir forsyrgjarar og ógift samlivandi skattliga revsast, tí tey eru ikki gift?! Og hví skal gifta kvinnan nú aftur brúkast í samband við skattaálikningina av manninum? Gifta kvinnan, sum umsíðir er viðurkend skattliga ájavnt við onnur og nú rindar skatt av egnari inntøku og eigur egnar ognir? Hví skal hon nú aftur til at laga seg eftir inntøkuviðurskiftunum hjá manninum, og hugsa seg um einaferð eyka, hvørja ferð hon ætlar sær út at forvinna sær pengar, tí “kanska loysir tað seg ikki”? Hvør er grundgevingin fyri hesum løgna uppskoti? Er tað heilt einfalt eitt ynski um at sleppa lættari undan progressiónini á skatta- stiganum samantvinnað við eini ímynd um at varðveita tað skjótt farandi familju- mynstri við tí útiarbeiðandi manninum og tí heima- arbeiðandi húsmóðirini? Vit kunnu bert gita, tí grundgevingin er ógreið. Uppskotið elvir til fleiri spurningar, enn tað svarar. Bert eitt ynski um lægri skatt kann illa vera grund- geving fyri hesum upp- skoti, sum ger slíkan mis- mun á fólkum. Grundgev- ingin kann neyvan heldur vera at lívga um barna- familjur og familjutrivnað, tí uppskotið er ikki ætlað teimum mongu sum liva sum gift, við børnum ella ikki, men uttan vígslubræv. Uppskotið er bert ætlað giftum. Skulu øll hini nú til at gifta seg, tí skattalógin leggur upp til tað? Og hvussu við teimum einsa- møllu barnaforsyrgjarun- um? Hava øll ikki sama krav um familjutrivnað? Annars tykist bert giftarmál at vera ein treyt. Børn verða ikki nevnd. Konur gjalda skatt av pengum, tær ikki eiga Hví júst teir giftu menninir, sum hava eina konu uttan inntøku, skulu serviðgerast er ein gáta, um tað ikki júst er fyri at spara skatt og annars fyri at halda fast við gamla familjumynstrið við giftarmáli og manninum sum einaforsyrgjara. Ein- asta ítøkiliga er, at tann heimaabeiðandi ólønta hús- móðirin verður sett upp móti tí útiarbeiðandi kon- uni, sum hevur inntøku, og at uppskotið tí fær ein fernis, so tað tykist sum, at nú fær eisini húsmóðirin egna inntøku. Men hetta er ikki so. Hon fær framvegis onga inntøku, men hon sleppur at rinda skatt av pengunum hjá manninum. Maðurin eigur og ræður framvegis yvir pengunum, og líkamikið er tað ikki, hvør eigur pengarnar - heldur íkki í einum hjúna- lagi. Um ætlanin veruliga var at løna henni í pengum, so kundi maðurin sum arbeiðsgevari rinda henni løn, og so kundi hon goldið skatt av hesum egnu peng- um sínum. Slíkar hugsanir eru tó ikki í hesum upp- skoti, sum snýr seg um skattahugsan. Við lógini um serskatt- ing, er annars avgjørt, at hvør einstakur av okkum skal viðgerast fyri seg. Eisini kona og maður í hjúnalagi eru tvey sjálv- støðug fólk og ongin hald- góð orsøk er at viðgera tey øðrvísi enn aðrar borgarar í landinum, og at samanlíkna inntøkuna hjá tveimum støkum við inntøkuna hjá tí gifta manninum, sum hevur konu við ongari inntøku, er at venda tingunum á høvdið. Eitt vígslubræv er ikki rætta grundarlagið at nýta til at sálda fólk, tá tosað verður um familju- trivnað og børn, vitandi um at millum 45-50% av øllum børnum í Føroyum verða fødd, uttan at mamman er gift. Familjumynstrið broytist Hví hetta ynski um at varðveita tað farandi fa- miljumynstri? Jú, familjan er í kreppu. Ongin hevur stundir til børnini. Barna- talið í øllum framkomnum londum er í minking or- sakað av vánaligu umstøð- unum hjá familjulimunum. Hetta byrjaði, tá kvinnurnar gjørdu uppreistur og valdu útbúgvingar og arbeiði framum húsmóðirarbeiðið burturav. Ein uppreistur sum var eitt úrslit av ónøgd við gongdina í samfelag- num. Hetta hevur broytt familjumynstrið, sum framvegis er í broyting. Tað gerst støðugt skillig- ari, hvussu virðismikið ar- beiði tann heimaarbeiðandi húsmóðirin gjørdi og fram- vegis ger. So virðismikið, at fleiri eru, sum droyma seg aftur til gamlar dagar og ynskja kvinnurnar heim- aftur. Tær støðugt feitari beiturnar, sum verða lagdar fyri kvinnurnar fyri at fáa tær at venda nøsina heim- aftur ella als ikki at fara út, eru tekin um hetta sama, so sum nú hesin skattalættin til tann gifta mannin ella kontantgjaldið fyri at passa egin børn, sum Tórshavnar Býráð royndi seg við, men sum tey ungu foreldrini vrakaðu. Sama liggur aftanfyri orðinginar um, at “pengarnir skulu fylgja barninum”. Men er tað líkamikið, hvat kvinnurnar sjálvar ynskja? Um nú støðugt færri av teimum ungu kvinnunum síggja framtíð sína sum húsmøður burtur- av, er tað tá ábyrgdarfullur politikkur framhaldandi royna at fasthalda kvinn- unum í húsmóðirrolluni og koma við uppskotum, sum í veruleikanum eru royndir at halda teimum heima og burtur frá útbúgvingum og arbeiðsmarknaði. Er tað yvirhøvur samfelagsgagn- ligur politikkur? Og er tað ikki herumframt at loypa um har lægst er – um ikki endamálið sjálvandi bert er tað einfalda – skattalætti. Mannarættarlig, sosial og kynslig diskriminatión At uppskotið hevur ta slagsíðu at bert hjún við ávísari høgari inntøku fáa gleði av hesum, ger ikki uppskotið minni løgið, um hugsað verður um familju- trivnað. Fyrsta fortreytin fyri at kunna nýta upp- skotið er ein inntøka omanfyri eina miðal ar- beiðsmannalønin, her sett til kr. 140.000. Helst skal inntøkan liggja um tað dupulta, tí ein miðal ar- beiðsmannaløn røkkur neyvan til eitt húsarhald við børnum og hjúnafelaga við ongari inntøku. Herum- framt er skattasparingin lutfalsliga lægri fyri lægru inntøkurnar, so tað er skjótt, at skattasparingin ikki stendur mát við at fá inntøku frá konuni eisini. Onki loft er sett á inn- tøkuna, sum flytast kann av, men flytast kunnu ikki meir enn kr. 140.000. Ivaleyst eru hjún, sum fáa gleði av slíkari skatta- sparing, treyðugt so, men í øðrum hjúnaløgum, er reglan beinleiðis ein mein- bogi fyri ta kvinnuna, sum ætlar sær út í vinnuna, um hon hevur latið seg nýta til hesa skattahugsan. Hon verður fastlæst í heiminum á tann hátt, at um maðurin hevur nýtt rættin fult út at flyta inntøku yvir á hana, so hevur einhvør broyting í inntøkuviðurskiftum henn- ara við sær broyting í skatt- inum hjá honum, og hans- ara skattakrónur verða hægri skattaðar enn henn- ara. Men ivaleyst eru eisini fleiri kvinnur, sum ilskast inn á eitt uppskot sum hetta og ikki vilja setast aftur hvørki útbúgvingarliga ella arbeiðsliga orsakað av slíkum politiskum snið- álopum. Tær síggja týdn- ingin í eini útbúgving og møguleikanum at forsyrgja sær sjálvum, og síggja í broytta familjumynstrinum fyri sær menn, sum eru virknari heima við hús við barnauppaling og øðrum, enn farandi ættarlið av monnum hava verið tað. Hetta uppskot um ”ser- skatting av hjúnum” er sera diskriminerandi. Grundað á eitt vígslubræv ger tað mun á fólkum, sum liva undir somu treytum og tí eiga at hava somu rættindi. Tað er kynsdiskriminerandi, tí tað rakar kvinnurnar, sum verða settar aftur í mun til menninar útbúgvingarliga og arbeiðsliga, og tað er sosialt diskriminerandi, tí tað er bert ætlað fólkum við inntøkum omanfyri ávísa upphædd. Kann slík lóg yvirhøvur gerast? Viðmerkingar, sum áttu at fylgt uppskotinum Í viðmerkingunum til upp- skotið kundi hóskandi verið sagt soleiðis: Fortreytin er at annar hjúnafelagin er heima og passar hús og børn. Roknast má við at hesin setist aftur útbúgv- ingarliga og arbeiðsliga av hesum ávum. Av tí at menninir hava tær hægri inntøkurnar og kvinnurnar vanliga hava verið heima- arbeiðandi, er mest sannlíkt at tað verða tær sum vera heima. Um tað er sam- felagsliga ynskiligt ella gangligt er ikki kannað. Væntast kann, at bert hjún, har inntøkan hjá øðrum liggur um kr. 300.000 og omanfyri fáa gagn av hes- um uppskoti. Sjálvandi av- gera fólk sjálvi um tey nýta hesa skipan. Her er ongin tvingsil, men spurningurin er kort- ini, hvussu frælst valið er, tá tað snýr seg um spardar skattakrónur, sum verða snýstar fyri nasarnar á fólkum, krónur sum tey flestu illa kunna siga nei til. Og hvussu javnsettir eru hjúnafelagarnir, tá tey skulu velja, maðurin við tí høgu inntøkuni og konan við ongari ella lítlari inn- tøku og við kanska avmark- aðum innliti í fíggjarviður- skiftum hansara. Einhvør politisk avgerð setir síni spor og ger av, hvussu vit skipa okkum í samfelagnum. Eitt uppskot um skattalætta, sum er lætt at selja og hevur stórar av- leiðingar, eigur bert at verða samtykt, um tað er samfelagsliga gagnligt og annars er eins galdandi fyri øll. Ístaðin fyri við lokku- bitum sum hesum at læsa fólk, eiga politiskt at gevast tilboð svarandi til tann tørv, sum er í samfelagnum. Í hesum føri, um grundgev- ingin er familjutrivnaður, átti ístaðin fyri skattalættar við ógvuliga kámum og gruggutum grundgeving- um, bert galdandi fyri nøk- ur fá útvald, at verið um- hugsað slíkt sum nøktandi barnaansing, serlig ískoyti til børn og stuðul til trongjandi. PS! Í uppskotinum stend- ur sjálvandi ikki maður og kona, men hjúnafelagi, men at lóggeva um hjúnafelagar uttan samstundis at lýsa, hvussu ymiskt lógin ávirk- ar ávikavist konuna ella mannin, ber ikki til. Kona og maður hava als ikki altíð somu áhugamál – heldur ikki um tey eru kona og maður, tað veri seg við ella uttan vígslubræv. VIÐMERKINGAR Fastlæsing av kvinnuni sum húsmóðir uttan inntøku: Serlig skattalóg fyri giftar menn Ongin lønarhækking til starvsmenn A. Guttormur Djurhuus Samráðingarmenninir hjá Starvsmannafelag- num og hjá Fíggjarmála- stýrinum søgdu seg at vera væl nøgdar við nýggja lønarsáttmálan, tá samráðingarnar vóru loknar og sáttmálin und- irskrivaður. Nú aftaná hevur elju- stríð tikið seg upp mill- um fólkaflokkin og tjóð- veldisflokkin um sama sáttmála. Samfelagið hevur ikki ráð at rinda hesa »lønarhækking« verður sagt á høgravong- inum. Nú í seinastuni hevur Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvstýrisfloksins, eisini lagt seg út í stríðið. »Hækkingin« gjørdist 12,5% í eitt 2,5 ára skeið, ella 5% fyri árið. Ikki nógv at rópa hurra fyri. Sløk helvt verður bein- leiðis tikin inn aftur í skatti. Harumframt kem- ur inflatiónin. Búskap- urin í miðstaðarøkinum er yvirupphitaður. Tað merkir at inflatiónin gerst høg komandi 2,5 árini. Helst oman fyri 3% um árið. Nú fáa vit fylgjandi roknistykki fyri »lønar- hækkingina«: Sáttmálabundin hækking av lønini í 2,5 ár 12,5% At gjalda í skatti sløk 50% ……… ÷6% Rest áðrenn prísvøkstir ……… 6,5% Prísvøkstur í 2,5 ár 3% p.a.………… ÷7,5% Lønarminking (realløn- armissur) í sáttmála- skeiðnum ………… 1% Við øðrum orðum: eitt prosent eftir reyv í sátt- málaskeiðnum. Ikki løg- ið, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum var væl nøgdur! Karstin Hansen man vera einasti samráð- ingarleiðari, sum uttan serligt hóvasták hevur lækkað lønirnar hjá starvsmonnunum. Ikki er tað løgið, at javnaðarmenn standa sum kánus og hyggja at. Teir, sum høvdu so nógv brúk fyri einum verkfalli, og sum longu vóru farnir at frøast, tí teir ivaðust ikki í at tað fór at koma. Bíða nú, Ingeborg man ikki fara at vera so med- gjørlig sum Starvs- mannafelagið, og henni dámar væl verkfall. Og einki er at siga til tað, so sum verkamannafjøldin her á landi verður við- farin. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Hóast alsamt fleiri flyta til Havnar, tí tey av yms- um orøskum ikki vilja ella kunnu verða á bygd, vilja politikarar – og kanska føroyingar sum heild – hava útjaðaran at mennast og fjølgast. Hetta er komið fram í tí orðaskifti, sum hevur verið eftir at áhugaverda frágreiðingin hjá økismenning- arnevndini er komin. Frágreiðingin vísir m. a., at støðan í sunnaru helvt í Suðuroy er vánalig. Bæði viðvíkjandi arbeiði, inntøku, fólkagrundarlag og trivnaði. Gongdin er óheppin, og vendir hon ikki skjótt, so vendist neyvan í bræði – um nakrantíð. Tí gongur tað fyrst tann skeiva vegin, er vandi fyri, at henda gongd tekur dik á seg. Nú eru nøkur uppskot nevnd fyri at venda gongd- ini. T. d. at flyta fyrisitingarligar eindir ella uppgávur út í útjaðaran. Hetta er einki nýtt, og á hesum øki hava føroyskir politikarar veruliga havt møguleikar, men teir eru ikki brúktir. Seinast í samband við oljuvinnu. Bælði aðalstýri, jarðfrøðissavn og oljuhavn kunnu liggja uttan fyri Havnina. Tí er lítið sannlíkt, at nakað verður flutt úr høv- uðsstaðnum út í útjaðaran. Tó er ein møguleiki at flyta fyrisitinginga á summum økjum út, serliga um komunurnar gerast størri. Men skal útjaðarin veruliga mennast, er neyðugt við vinnum, nýggj- um vinnum, tænastuvinnum, skúlum o. s. fr. Men tað er ikki nóg mikið við vinnuligum fyritreytum. Annað skal eisini til, um fólk veruliga skulu trívast í útjaðaranum. Ein grundleggjandi fyritreyt er góðir flutningsmøguleikar, góðir bústaðar- møguleikar, barnaansing, góðar tænastuveitingar og hentleikar, t. d. innan heilsu og røkt, frítíðar- og mentannartilboð. o. s. fr. Fleiri av hesum fyri- treytum vanta í stóran mun. Á hesum stað er ferð eftir ferð talað fyri, at vit eiga at stimbra livimøguleikarnar í útjaðaranum, í útoyggjum og á fjarskotnum plássum, so vit varð- veita eitt fjølbroytt bústaðarmynstur í Føroyum. Nakað er gjørt fyri at skapa betri møguleikar, men vit eiga at minnast til, at vórðu ikki tær stóru útbyggingarnar gjørdar í vegir, tunnlar, lendingar og havnir, var støðan nógv øðrvísi, enn hon er. Tað er at vóna, at meira enn eitt orðaskifti fer at spyrj- ast burtur úr hesi frágreiðingini og frágreiðingini um støðuna og møguleikarnar á útoyggjum. Ann- ars kunnu vit bara halda fram at kvøða »Til Havnar vit fara…« DAGSINS MEINING Sosialurin Til Havnar vit fara… ella? VIÐMERKINGAR Íslendski fiskimálaráðharrin Árni Mathiesen fer á luttaka Anna Dalsgaard Fimmarin hetta mikukvøld- ið, snúði seg um, hvørt vit kunnu gera nakað, fyri at fyribyrgja drepandi ferðslu- vanlukkum framyvir. Óivað kveikt av sindarligu ferðsluvanlukkuni á Skála- fjørðinum herfyri. Í hesum sambandi fari eg fyrst at nýta høvi til at vísa mína djúpastu samkenslu við teimum mongu avvarandi, ið sita eftir og hava mist ungar dreingir í besta ung- dómsblóma so meinings- leyst. Jón Kragesten, frá Ráð- num fyri Ferðslutrygd harmaðist um, at hetta evnið oftast verður viðgjørt tá onkur vanlukka er hend. Eg skilti tað, sum hann hevði ynskt, at evnið javn- an var á skránni í fjøl- miðlunum og eri eg púra samd við honum í tí. Hetta er sjálvsagt eitt so við- komandi evnið fyri allar føroyingar, at tað eigur at verða tikið fram, við jøvn- um millumbilum, og ikki bert tá ólukkur eru hendar. Nógvir pástandir vóru førdir fram í fimmaranum hendan mikudagin, um og hvør orðsøkin er til sind- arligu ferðsluvanlukkurnar, sum tíverri hava kosta alt ov nógvum føroyingum lív- ið. Millum annað vildi onkur lurtari vera við, at nógv ungfólk eru, sum av einhvørjari orsøk, ofta ártúnaðarligari, ikki kunnu fara í dans og hugna sær saman við vinfólki har. Í staðin brúka tey bilin til at hugna og skemta sær í, og vanlukkur kunnu standast av hesum. Ivaleyst munnu tað vera mangir føroyingar, ið forargast inn á ein slíkan pástand, men hvat við at kanna eftir, um hald er í hesum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussi kann farast fram í leitanini eftir eini ítøkiligari framferð, til fyribyrgjan av ferðsluvan- lukkum. Nógvar gitingar, men einki ítøkiligt at tosa útfrá. Eitt sum rann mær í huga, tá eg hoyrdi fimm- aran hetta kvøldið var at geva hesum fartgreðingum ein racerbana, har koyrast kann, so at hesar teirra und- irtryktu fart-driftir kunnu fáa útloysn. Men gjørdist tó skjótt sannførd um, at eg nú eisini var farin at gita, og at hetta helst ikki hevði nøkta tørvin. Eg vænti nevniliga, at tað snýr seg um aðrar tráðanir hjá hesum ungu monnunum eisini, og hesar tráðanir verða ikki mett- aðar av at koyra hazzard á eini breyt, gjørd til tað sama. Soleiðis kunnu vit sita hvør í sínum lagi og gita, seta tiltøk í verk eftir gitingum og brúka orku og pening, uttan at nærkast kjarnuni í trupulleikanum. Tað verður handla alt ov nógv í blindum í hesum landinum. Kanningar mugu gerast Finnast tað nakrar ítøkiligar kanningar, sum vísa, hvønn tørv ungir bilførarar fáa uppfylt við at koyra vilt? Eg haldi meg vita, at so er ikki, og tí skal tað verða fyrsta stigið í leitingini eftir loysnum. Hagtøl vísa, at vit hava við ungar menn í einum ávísum aldursbólki at gera. Út frá tí vitanini, kundu spurnaðar-bløð verðið send út til ein bólk av føroyskum dreingjum, so at hesin bólkur representerar allan føroyskan dreingja ung- dóm. Í spurnaðar bløðun- um, skal svarast uppá ja-nei spurningar um hví teir hava hug til at koyra skjótt. Út frá úrslitinum av kann- ingini, kann so arbeiðast víðari við relevantum til- tøkum, sum venda sær til røttu viðkomandi.Alt annað er spill av orku og vit koma ongan veg. Bilurin ein heilag kúgv Tað vísir seg annars ofta í kjakinum um ferðslulógar- brot, at straffirnir eru ov harðir og órímiligir. Eftir míni áskoðan, so er einasta mál, sum vísir seg at verða skilt til fullnar, er penga- mál. Tvs. grov ferðslu- lógarbrot, sum td. at koyra 20-30 km/t yvir loyvda mark verður takserað til konfiskatión av bilinum. Tað merkist! Virðing fyri bilinum og ferðsluni At enda fari eg at heita á øll foreldur, sum ikki hava innarbeitt tað, at binda børnini í trygdarseðla, sum eina ótilvitaða rutinu, um at koma í gongd við tað sum skjótast. Fyri tað fyrsta er tað fyri at tryggja børnini nú og her, men sum síðu- vinning, lærir barnið, at hava virðing fyri bilinum og tí at koyra í ferðsluni. Undanførslur, sum at barnið ikki vil ot. kunnu ikki brúkast til nakað og kunnu verða børnunum at bana. Viðmerking til fimmaran um ferðsluvanlukkur TÍÐINDASKRIV Nógv fólk hava í stillu viku og eftir páskir ringt og gramt seg um, at tey vita seg ikki at hava fingið bí- leggingarseðilin við post- inum til endurminningar- nar I og II hjá Eiler Jacob- sen, Skálvíksdrongur Sildarkongur. Av tí at prentaða upplag- ið á bókunum helst skal svara á leið til talið á bí- leggingum, hevur forlagið gjørt av at ganga teimum mongu áheitanunum á møti og at leingja freistina fyri innlating av bíleggingar- seðlum til at galda hesa vikuna út. Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í hesi vikuni verða lýsingar í bløðunum, sum til ber at klippa bí- leggingarseðilin úr, lata postboðnum ella leggja hann í postkassan. (For- lagið rindar postgjaldið). Henda seinkanin í bílegg- ingunum ger, at fyrra bind av bókini verður 1-2 vikur seinkað og kemur út fyrra part av mai. Freistin at bíleggja Eiler longd!