hósdagur 19. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 19. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 74 - 19. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Í Býin
Mat-
seðilin
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Sosialurin fer í býin
hvørja viku
og tú sleppur at
fylgja við hvussu
hetta spælir av
Les í býin
Les í býin
Við Sosialinum
Í BÝIN
Sosialurin
fer í býin
hvørja viku
Um nakrar vikur fer
fyrrverandi nátt-
klubbin Casablanca
at lata upp í nýggjum
hami. Í framtíðini
verður hølið í kjall-
aranum í Tórsgøtu 11
tónleikakafé og
matstova í einum og í
hesum sambandi
verður nýggju køkur
settur upp
MATSTOVA
Stefan í Skorini
Hesar seinastu dagarnar
hava menn arbeitt dúgliga í
fyrrverandi náttklubbanum
Casablanca. Hølini verða
umbygd, tí náttklubbin skal
nú gerast til tónleikakafé og
matstovu í einum. Gamla
navnið Casablanca Night-
club verður nú broytt til
Casablanca music café.
Mouldi Manai, eigari av
Casablanca, sigur, at ætlan-
in er, at umbyggingin verð-
ur liðug einaferð fyrst í mai
mánaði. Enn er dagurin, tá
latið verður upp, ikki fast-
lagdur. Mouldi væntar eis-
ini, at tey fara at skipa fyri
onkrum serligum, tá nýggja
tónleikakaffistovan letur
hurðarnar upp á fyrsta
sinni.
Nýggja Casablanca fer at
hava opið hvønn gerandis-
dag frá klokkan 11 á
morgni til á midnátt. Í viku-
skiftinum verður opið heilt
til klokkan fýra um náttina.
Stórt úrval
Í bygninginum í Tórsgøtu
hevur Mouldi havt trý
ymisk støð, har fólk kunnu
koma at stytta sær stundir
ella fáa sær ein góðan bita
og okkurt svalandi at
drekka. Matstovan Rio
Bravo hevur fleiri ár á baki,
meðan
Casablanca
og
pubbin
Manhattan
eru
komin afturat seinni.
Mouldi sigur, at hann hevur
lagt seg eftir at kunna hava
eitt stórt úrval og fleiri val-
møguleikar at vísa á, tá fólk
koma á gátt hjá honum.
– Tá fólk velja at koma
her, skulu øll hava ein
møguleika at hugna sær
onkursvegna, sigur Mouldi
Manai, ið samstundis vísir
á, at um fólki ikki dámar at
vera í einum staði, so ber
altíð til at fara víðari til tað
næsta.
Hugskotið er, at fólk
kunnu ferðast ímillum tey
ymisku støðini, sum tó eru
undir somu lon.
Tí verður skipað soleiðis
fyri, at trappur eru ímillum
Casablanca, Manhattan og
Rio Bravo. Soleiðis kunnu
fólk fara úr einum staði í
eitt annað uttan at fara
útum fyrst.
Tað verður ikki sama slag
av mati, ið borðreitt við
verður í Casablanca og í
matstovuni Rio Bravo. Í
Casablanca verður alt ann-
að enn kjøtrættir serverað.
Tað er sostatt ein lættari
matarskrá, sum verður at
fáa í Casablanca enn í Rio
Bravo.
Tað er eisini ein lættari
og frískari stílur, sum kann
upplivast í Casablanca.
Mouldi sigur, at tey fara at
bjóða fólki livandi tónleik,
men tó verður eisini diskot-
ekstónleikur framhaldandi
at hoyra.
Casablanca fer við hesum
nýggja átakinum at dyrgja
eftir einum meira til-
komnum kundaskara, men
tó leggur eigarin dent á, at
øll eru vælkomin. Mouldi
vil fegin hava gestir, ið
virða tað arbeiði, sum
liggur aftanfyri.
Skiftandi tíðir
Um orsøkina til, at Casa-
blanca nú fær nýggjan ham,
sigur Mouldi, at tíðirnar
broytast, og tað krevur
endurnýggjan av og á.
Hann vísir á, at fyri framm-
an stendur ein oljuvinna og
ferðavinnan vindur meira
uppá seg. Tí hevur hann
góðar vónir til nýggja
Casablanca.
– Vit hava upparbeitt eitt
andlit úteftir í Føroyum og
hesum arbeiða vit nú víðari
við, sigur Mouldi Manai.
Mouldi greiðir víðari frá,
at hann uttanlanda javnan
hevur sæð tónleikakafé og
matstovu í einum. Hetta
dámdi honum avbera væl,
og tí vil hann eisini royna
tað her í Føroyum.
Tað er fyrstu ferð, at nak-
ar roynir at samansjóva hesi
bæði í Føroyum, og tí er tað
eitt spennandi tiltak.
Casablanca fær nýggjan ham
Arbeiðsmenn hava úr at gera í Casablanca í hesum døgum. Mouldi Manai hevur sett teir til at umbyggja hølini, so at Casablanca í framtíðini verður tónleikakafé
og matstova í einum ístaðinfyri náttklubbi
Mynd: Jens Kr. Vang
Í Býin