hósdagur 19. apríl 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 19. apríl 2001
13
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 74 - 19. apríl 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Seint í summar fáa
gott og væl 100 børn
pláss í barnagarði í
Havn. Tá letur nýggi
barngarðurin í
Vesturbýnum upp, og
nakað um sama
mundið letur barna-
garðurin hjá Føroya
Tele upp
DAGSTOVNAR
Turið Kjølbro
Nýggi dagstovnurin í Vest-
urbýnum í Havn er reistur
og
partvís
innilokaður.
Stovnurin, sum liggur í
Øksnagerði, er bygdur við
eini kjarnu, har fýra lonir
ganga út frá. Upprunaliga
skuldi
stovnurin
hava
tríggjar stovur til 20 børn
hvør, men síðani hevur
Tórshavnar býráð samtykt
at gera eina stovu afturat til
børn við serligum tørvi.
Stovnurin, ið er mettur at
kosta 8 mió. krónur, fer tí-
skil at taka 70 børn. Ætlan-
in var, at stovnurin skuldi
standa klárur at taka fyrstu
børnini inn í august. Men
orsakað av eitt nú keðilig-
um veðri, er byggingin
seinkað nakað.
– Vit rokna við, at tá ið
næsta skúlaár byrjar, verður
í øllum førum ein stova lið-
ug. So skuldi stovnurin
annars staðið liðugur eina
ferð í september, sigur Jan
Christiansen,
býráðsfor-
maður.
Stovan, sum er komin
afturat, verður til tíggju
børn í fyrstu syftu. Børn,
sum hava serligan tørv.
– Serligi tørvurin hjá
børnunum
kann
vera
ymiskur. Til dømis klára
summi børn ikki at vera á
stovum, har ov nógv børn
eru orsakað av larmi og
slíkum. Hesi børnini koma
av stovnum úr býnum, sigur
Jan Christiansen.
Ein stova er sett av til
vøggustovubørn, tó ikki
yngri enn tvey ár.
– Politikkurin hjá okkum
er, at vit royna at nøkta
tørvin á stovnsplássum úr
erva av, tað vil siga fáa teim
elstu børnunum pláss í
barnagarði fyrst. Tí fara tey
smæstu í dagrøkt. Tað vísir
seg nærum í øllum førum,
at børn í barnagarðsaldri,
sum eru í dagrøkt, ynskja
eitt barnagarðspláss.
Aðrar loysnir
Keypið hjá Føroya Tele av
einum sethúsum við Sunds-
vegin er komið uppá pláss
og har verður pláss fyri 32
børnum. Helmingurin av
børnunum vera børn hjá
starvsfólkum á stovninum,
meðan hin helmingurin
verður til børn av bíðilist-
anum
hjá
Tórshavnar
kommunu.
Bíðilistin var 28. mars
402 børn. Roknað verður
við, at tá ið stóra útskiftið
er farið fram í august, er
bíðilistin 200 børn. Tórs-
havnar býráð arbeiðir við
øðrum loysnum, sum skulu
minka um bíðilistan, men
býráðsformaðurin vil ikki
úttala seg nærri um, hvørjar
tær eru. Vit kunnu í øllum
førum staðfesta, at í hesum
fíggjarárinum
eru
ikki
pengar settir av til fleiri
íløgur í bygging.
– Henda samgongan hev-
ur sett sær fyri at loysa
tørvin á stovnsplássum, og
vit eru so at siga komin
undir land, tá ið tað snýr
seg um stovnspláss til børn
í barnagarðsaldri. Nú ræður
um at fáa teim yngru
børnunum pláss. Í dag eru
flestu børnini umleið tvey
ár áðrenn tey sleppa inn.
Trupulleikin er, at vit fáa
ikki loyvi til at gera íløgur
fyri meiri enn eitt vist. Tí er
trupult at gera vanligar
tradisjónellar barnagarðar.
Tó rokna vit við at fáa
gongd á fyrireikingarnar til
ein ella tveir stovnar til 60
børn hvør afturat í hesum
árinum. Um árskiftið skuldi
í øllum førum verið greitt,
hvussu vit útvega pláss til
eini 100 børn, sigur Jan
Christiansen.
100 stovnspláss afturat í summar
Nýggi dagstovnurin í Øksnagerði, ið er mettur at kosta 8 mió. krónur, fer at taka 70 børn.
Mynd: Jens Kristian Vang
Kristiliga útvarps-
rásin hevur søkt um
loyvi at senda við
1000 watt av Brúna-
skarði. Fær rásin
loyvið, fer hon at
hoyrast munandi
betur í Norðoyggjum
og Eysturoy
ÚTVARP
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Mikudagin á
middegi skifti útvarpsrásin,
Lindin, frekvens á Brúna-
skarði, og um stutta tíð
vónar rásin, at hon kann
senda við 16 ferðir so stór-
ari styrki, sum sent verður
við í løtuni.
– Vit hava søkt um loyvi
at senda við 1000 watt á
Brúnaskarði, og fáa vit
loyvi til tað, fara vit at
hoyrast nógv betur í Norð-
oyggjum og í Eysturoynni,
sigur Preben Hansen, sum
er nevndarformaður í Lind-
ini.
Í løtuni sendur Lindin við
60 watt á Brúnaskarði,
meðan Útvarpið og Rás 2
senda við nøkrum 100 watt.
Senda meiri úr
Klaksvík
Lindin fór fyrr í ár undir at
senda sítt kristiliga tilfar til
norðoyingar, men fyrsta
tíðin hevur verið merkt av
trupulleikum, tí frekvens-
urin, sum rásin fekk tillut-
að, hevur órógva sendivið-
urskiftini í Klaksvík.
Mikudagin flutti Lindin
av 105 MHz til 103 MHz,
og tað skuldi bast teimum
trupulleikum, sum hava
verið í Klaksvík.
Umframt at senda til
Klaksvíkar, ætlar Lindin
eisini at senda úr Klaksvík.
– Vit mangla útgerð til at
kunna senda úr Klaksvík,
men ætlanin er at gera
neyðugu
íløguna,
sum
kostar eini 60.000 krónur,
sigur Preben Hansen.
Lindin ætlar at brúka
Studio Pegasus til sínar
sendingar, men fyri at fáa
góða góðsku á sendingarn-
ar úr Klaksvík, má serlig
útgerð keypast støðina í
Havn, so rásin kann taka
ímóti tilfarinum og senda
tað út í luftina við góðari
góðsku.
Eisini til Suðuroyar
Lindin fer í næstum at
senda í Suðuroy eisini.
Rásin
hevur
fingið
stórfingna gávu til at keypa
sendara til Suðuroynna, og
Preben Hansen roknar við,
at Lindin kann fara undir at
senda til Suðuroynna fyrst í
juli mánaði.
Lindin skal hava
útgerð úr útlandinum, og
antennan, sum nú sendir á
Brúnaskarði, skal flytast til
Suðuroyar,
og
nýggj
antenna
setast
upp
í
Klaksvík.
Hetta kemst av, at
antennarnir eru lagaðar til
ásvísan frekvens, og nú
frekvensurin í Klaksvík
verður
broyttur,
missir
antennan styrki. Lindin
skal senda við 105 MHz í
Suðuroy,
og
tí
kann
antennan á Brúnaskarði
brúkast til tað.
Sagt verður við hesum
frá, at á aðalfundinum
hjá Javna tann 31. mars,
varð fylgjandi yvirlýs-
ing samtykt:
Ásannandi stóru bú-
staðarneyðina hjá menn-
ingartarnaðum í Føroy-
um í dag, átalar aðal-
fundurin hjá Javna harð-
liga hesi og heitir á av-
varðandi myndugleikar
landsins um, alt fyri eitt
at taka henda trupulleika
upp til viðgerðar og
miðvíst at arbeiða fram
ímóti, at menningartarn-
að fáa mannsømulig
íbúðarkor at liva undir.
Í áliti frá Javna um
bústaðarviðurskifti hjá
brekaðum í Føroyum ár
2000 verður staðfest, at
samlaði tørvurin á bú-
plássum til brekað runt
landið tey komandi 10
árini eru 81 búpláss.
Afturat hesum eru heili
87 búpláss, sum óvissa
er um, og 25 har enda-
liga ikki er mett um
tørvin. Nýggjastu tølini
um bráfeingis tørv á bú-
plássum er í dag 30.
Tað ið útint er á økin-
um tey seinastu 20 árini
er, at tey flestu menn-
ingartarnaðu eru flutt av
Eirargarði
14-16
í
smærri stovnar og sam-
býlir. Afturat hesum er 1
sambýli komið í Vági og
1 í Runavík. Alt ov lítið
er gjørt fyri at útvega
menningartarnaðum bú-
stað uttan fyri foreldra-
heimið.
Framdu tiltøkini nøkta
tí á ongan hátt tørvin og
eigur at verið farið til
verka beinanvegin, tá
verandi støða er ótolandi
fyri tey menningartarn-
aðu
og
avvarðandi
teirra.
Yvirlýsing frá
aðalfundinum hjá Javna
Lindin biður um størri styrki
– Vit hava søkt um loyvi at senda við 1000 watt á Brúnaskarði,
og fáa vit loyvi til tað, fara vit at hoyrast nógv betur í Norð-
oyggjum og í Eysturoynni, sigur Preben Hansen, sum er nevnd-
arformaður í Lindini