Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 tíðindi 54 Virðiligur Tryggur Grundfestur Miðflokkurin sjálvandi www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Profilurin Navn: Elin Norðberg Wenningsted Tausen Aldur: 34 Starv: Lesandi Familjuviðurskifti: Gift við Hans Tausen, eiga Marna 13 ár, Martu 10 ár og Ester 4 ár. Lesi til námsfrøðing á 4. ári á Føroya Læraskúla. Eg havi, meðan eg eri undir útbúgving, valt at raðfesta familjuna og lesturin fremst. Havi annars verið sera virkin, bæði innan samkomuna »Evangeliihúsið«, og í Miðflokkinum sum valevni til løgtings og býráðsval. Havi sitið í ymiskum nevndum, m.a. UfM, Landsnevndini hjá Mið­ flokkinum og PolUng. Eitt skeið var eg limur í skúla­ stýrinum fyri Argja skúla. Síðani eg var heilt ung, havi eg havt áhuga fyri sam­ felagsviðurskiftum. Tað var ongantíð ivaspurningur fyri meg, um Miðflokkurin skuldi vera mín politiski flokkur, ella tá eg bleiv biðin um at gerast valevni. Tað, at stevniskrá Miðfloksins byggir á sama grundvøll, sum eg havi bygt mítt persónliga lív á, ger at hetta er ein flokkur, sum eg síggi sum eitt virðiligt umboð fyri meg á Løgtingi. Eg kenni meg trygga við Miðflokkin, tí í týðandi málum veit eg, hvar eg havi flokkin. Miðflokkurin verður ofta lýstur í miðlunum sum ein heldur neiligur flokkur, men eg haldi, at stevnuskrá Miðflokksins er ein tann mest jaliga. Hon byggir m.a. á umsorgan fyri næstanum, familjuna sum hornastein undir samfelaganum, umframt tey kristnu lívsvirðini. Visti tú, at: • Løgtingið á vári 2005 feldi eitt fullfíggjað uppskot frá Miðflokkinum um skúlalæknaskipan! • Í grannalondum okkara verða fyribyrgjandi heilsukann­ ingar av skúlabørnum og ungum mettar millum fremstu fyribyrgjandi tiltøk, ið kunnu veitast komandi ættarliðum! • Hóast ótaldar áheitanir frá Miðflokkinum letur Landsstýrið standa til og frátekur føroyskum børnum ta trygdina, sum læknakanningar í barna­ og ungdómsárum vildi givið teim! Eli n N orð be rg We nn in gs te dT a us e n Alt rør- og ventilatiónsarbeiði verður gjørt skjótt og væl MST-RØR Tel. 507003 Landssjúkrahúsið Psykiatriin í Føroyum er í støðugari menning. Heild­ arpsykiatri hevur m.a. við sær broyttar karmar fyri viðgerð, ið krevja nýggjar arbeiðshættir og ikki minst nógv samstarv við skipanir uttan fyri psyki­ atriska depilin. Í tí sambandi skipar Psykiatriski depilin saman við »Uddannelseafdelingen, Psykia­ trien i Århus Amt« fyri eftirútbúgving innan psyki­ atri Málbólkur Røktarar, heilsurøktarar, pedagogar, lærarar, sjúkra­ røktarafrøðingar, ergo­ og fysioterapeutar, sosial­ ráðgevar og onnur, ið arbeiða ella fara at arbeiða innan hospitals­, økis­ ella sosialpsykiatri. Mál fyri útbúgvingini: Tvørøkis eftirútbúgvingin hevur til endamáls at geva luttakarunum møguleika fyri at dagføra vitan og arbeiðshættir sum heild innan psykiatriska økið, at økja um kompetansuna hjá tí einstaka skeiðs­ luttakaranum og at fáa innlit í og amboð til at arbeiða tvørtur um fakmørk og ráðsøki. Skipan og bygnaður Eftirútbúgvingin fevnir um 60 skeiðsdagar svarandi til 12 modul á 5 dagar á 6 tímar og fer fram í tíðarskeiðinum vika 41 í 2007 og endar umleið viku 42 í 2008 við eini próvtøku, íð gevur atgongd til diplomútbúgvingar. Kostnaðurin er 39.800 kr, sum kann gjaldast í tveimum. Minstukrøv fyri skeiðsluttøku • royndir at arbeiða við sálarsjúkum og/ella áhugi fyri at arbeiða við hesum málbólki • áhugi fyri at menna seg fakliga og persónliga • áhugi fyri fakligari kunning, skrivliga og munnliga • áhugi fyri at fara í djúpdina við ávísum spurningum í verkætlanararbeiði Nærri upplýsingar um útbúgvingina fáast við at venda sær til deildarleiðara Ænu Reinert á tlf. 304500 lok 4170 teldupostur: ana.reinert@lsh.fo Tilmelding í seinasta lagi 4. septembur 2007. Tilmeldingin er bindandi. Tvørøkis eftirútbúgving í psykiatri