fríggjadagur 17. august 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
55
Starvið:
Í sambandi við at okkara deildarstjóri fer frá vegna
aldur er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv
sum deildarstjóri leyst at søkja í mentamáladeildini í
Mentamálaráðnum.
Høvuðsuppgávurnar hjá mentamáladeildini eru m.a. at:
• Fyrisita hægru umsitingina av útbúgvingar-,
granskingar- og mentanarstovnum
• Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar,
granskingar- og mentanarstovnar á økinum
• Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugabólkar
• Fremja samstarv millum skúlar og stovnar o.o.
Deildarstjórin er leiðari av mentamáladeildini, og hevur
ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini av deildini og
teimum útbúgvingum og stovnum, ið eru og koma
á økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu
uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum
stigi, og at bygnaður/mannagongdir eru í samsvar við
nútímans krøv. Deildarstjórin er partur av leiðsluni í
Mentamálaráðnum.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava:
• Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla
• Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
• Góð leiðslu- og samstarvsevnir,
umframt mennandi leiðslustíl
• Førleika til at menna samstarvið við
vinnulívið og aðrar áhugabólkar
• Vilja til at royna nýggjar leiðir, serliga nú
starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum
• Áhuga fyri avbjóðingum
• Góðar málførleikar, serliga í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Vit bjóða:
Mentamálaráðið mennist alsamt og verður tú sjálv/
sjálvur í stóran mun við til at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt
uttanlandasamstarv.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt
saman við politisku myndugleikunum og stovnum innan
undirvísing, gransking og mentan. Mentamálaráðið
arbeiðir við visjónum og er partur av visjón 2015.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt
tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 40.972,46 um
mánaðin, umframt 15% í eftirløn.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um
stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
10. september 2007 kl. 16.00.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur
Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 555051.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Mentamáladeildini eru Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, gransking, Føroya Fornminnissavn, Biofar, Føroya
Landsskjalasavn, Landsbókasavnið, bókasøvn, Kringvarp Føroya, kirkjumál, ítróttur og annað frítíðar- og mentanarligt virksemi.
Í deildini eru 7 starvsfólk.
Deildarstjóri til
Mentamáladeildina
sansir.fo
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarstjóra,
sum vil stíla fyri hesum týdningarmikla og spennandi øki.
Lesið Sosialin - so eru tit við
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
XXXNJOTLPSFGBNJMJFSPCJOTPOEL
5"(.&%1a%*5-*745*%43&+4&
Min skøre familie Robinsons )
Fríggjadag 17.08
kl.17.00
Leygardag 18.08
kl.17.00
Sunnudag 19.08
kl.16.00
Kollegiet
Fríggjadag 17.08
kl.23.30
Leygardag 18.08
kl.23.30
Sunnudag 19.08
kl.22.45
SE VORES FAMILIE OG FÅ
DET BEDRE MED DIN EGEN.
THE SIMPSONS
AND ©2007 TWENTIETH CENTURY FOX. ALL RIGHTS RESERVED.
TM
THE SIMPSONS
AND ©2007 TWENTIETH CENTURY FOX. ALL RIGHTS RESERVED.
TM
The Simpsons – The Movie
Fríggjadag 17.08
kl.18.15
kl.21.15
Leygardag 18.08
kl.18.15
kl.21.15
Sunnudag 19.08
kl.17.30
kl.20.30
Fra instruktøren af
Bruce den Almægtige
www.evan-almighty.net
Evan være med os
Du almægtige, Evan
Fríggjadag 17.08
kl.19.00
Leygardag 18.08
kl.19.00
Sunnudag 19.08
kl.18.15
The Bourne Ultimatum
Fríggjadag 17.08
kl.20.30
kl.23.00
Leygardag 18.08
kl.20.30
kl.23.00
Sunnudag 19.08
kl.19.45
kl.22.15