Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Føroya Tele millióna sátt Føroya Tele fer í næst­ um at skriva undir sáttmála við eitt av heimsins størstu olju­ feløgum, tað bretska British Petroleum ella betri kent sum BP. Ein fimm ára sáttmála, sum kann fara at tátta í 100 milliónir krónur. Sáttmáli Jan Müller jan@sosialurin.fo Talan er um at binda tvey av teimum framleiðandi oljufeltunum vestan fyri Hetland, Schiehallion og Clair, í Shefarkaðalin, sum í løtuni verður lagdur millum Hetland og Føroyar. Hesin sáttmálin kann gerast duraopnarin hjá Føroya Tele at koma inn sum veitari av ymsum teletænastum til eitt stórt oljufelag. Hetta verður eftir øllum at døma størsta einstaka samstarvs­ verkætlan føroyska telefyri­ tøkan hevur gjørt. Sosialurin skilur, at sam­ ráðingarnar um hetta sera spennandi og avbjóðandi samstarvið millum størstu KT fyritøkuna í Føroyum og so hetta eina av heimsins størstu oljufeløgum er við at koma undir land. Munandi sparing fyri BP Talan verður um munandi sparingar fyri oljufelagið og nútímansgerð av sam­ skiftinum millum oljufelt, har BP er fyristøðufelag og so høvuðsskrivstovurnar á landi. Higartil hevur BP verið noytt til at senda data­ og KT serfrøðingar út á framleiðslustøðini, te. fram­ leiðslupallin á Clair og framleiðsluskipið á Schie­ hallion oljufeltunum at taka sær av uppgávunum. Hetta krevur bæði flutning og pláss umborð. Við at leggja smærri kaðalar millum hesi framleiðsluplássini og She­ farkaðalin, sum gongur úr Skotlandi um Hetland til Føroya, kunnu tey senda næstan óavmarkað av data víðari til støðirnar á landi, har hesi síðani verða viðgjørd. BP fær sostatt umvegis Shefarkaðalin eitt samband við bretska megin­ landið. Eitt er so kaðalsam­ bandið, eitt annað er sjálvur trafikkparturin. BP fer sum skilst at leiga kapacitet yvir fimm ár fyribils. Annars er tað ikki nakað nýtt, tá tosað verður um tørvin á at knýta olju­ pallarnar vestan fyri Het­ land við land. Hesin tørvur hevur verið stórur leingi veit Sosialurin frá keldum í oljuumhvørvinum í Aber­ deen. Dialogur hevur verið í mong ár um, hvussu man kann knýta oljupallar saman við meginlandið. Longu tá Farice varð lagdur var hetta málið uppi at venda. Og tá Shefarverkætlanin gjørdist veruleiki bleiv sambandið millum oljupallar og megin­ landið eisini ein partur av dialoginum. Tað er eisini greitt, hyggja vit at framtíðini og menn­ ingini av oljuframleiðsluni vestan fyri Hetland sum heild, so kann tað gerast sera aktuelt eisini at knýta komandi oljuframleiðandi felt eitt nú við føroyska markið í kaðalin ella meira sannlíkt í hini oljufram­ leiðandi feltini, sum longu er knýtt í Shefarkaðalin. Her er og fer at verða ein uppaftur størri tørvur hjá oljufeløgum viðvíkjandi telesamskifti, sum ikki verður nøktaður í dag. So fyri føroyskar telefyritøkur kann oljuvinnan og her í fyrstu atløgu tann vestan fyri Hetland og nærhendis føroyska markinum gerast gull verd. Broyta mannagongdirnar Hvat kunnu so oljufeløg spara við at taka upp sam­ starv við føroyska tele­ fyritøku! Sambart keldum Sosialurin hevur tosað við kann sparingin hjá BP vera sera stór, tí felagið fær eina rúgvu av dataupplýsingum, sum koma upp frá botninum og sum vanliga skulu við­ gerast av serfrøðingum á staðnum. Nú kunnu hesi data sendast beinleiðis inn á høvuðsskrivstovurnar á landi, ístaðin fyri at hesir serfrøðingar verða fluttir út Nr. 159 - 20. august 2007 Kaðal verður nú lagdur millum framleiðslupallin á Clairkelduni vestan fyri Hetland og íbundin í Shefarkaðalin hjá Føroya Tele. Kaðal verður eisini lagdur til framleiðsluskipið á Schiehallion­ leiðini, sum er ein hin størta oljuframleiðandi keldan í bretskum øki. Samstarvið millum Føroyar Tele og BP kann uttan iva fáa stóran týdning fyri Føroyar. FSF-varpið: Ísland langt framman fyri Føroyar Fjórða FSF­varpið verður sent á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld kl. 18.30 og endursent kl. 22.00. Í sendingini tosar Uni Arge við Randi Wardum og Malenu Josephsen um luttøkuna hjá KÍ­kvinnunum í UEFA­kappingini herfyri. KÍ fekk eitt stig í kappingini, men tapti heili 6­0 ímóti Vali úr Íslandi. Landsliðsvenjarin í kvinnufótbólti, Álvur Hansen, heldur, at íslendsku spælararnir eru bæði sterkari og skjótari enn teir føroysku, tí íslendsku kvinnurnar venja nógv meira. Í sendingini er eisini ein vangamynd av einum spælara á a­landsliðnum, sum í nógv ár sat á bonkinum, men nú er fastur maður. Eisini verður kagað í steypagoymsluna hjá KÍ. Sjáldsamur fuglur sæddur Hósdagin 26. juli sá Silas Olofson eina íslendska súgont Bucephala islandica í Skála­ botni. Hann avmyndaði hana og fekk tí prógv fyri, at hetta veruliga er ein íslendsk súgont. Hon liggur har framvegis, og hevur verið avmyndað fleiri ferðir. Hon er við vissu sædd í Føroyum tríggjar ferðir fyri 1950 og einans einaferð aftan á 1950. Hetta var í 1982 í Kirkjubø, skrivar www.faroenature.net. Sambært heimasíðuni er lætt at mistaka íslendska súgont fyri súgont Bucephala clangula. Súgont er vanlig í Føroyum, hóast hon ikki eigur her.