mánadagur 20. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 159 - 20. august 2007
Lagt er upp til ósemju
í samgonguni um
Sandoyartunnilin, tí
Sambandsflokkurin
vil ikki gera hann nú
Sandoyartunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin
tekur
ikki undir við, at Sandoyar
tunnilin verður gjørdur nú.
Tað er niðurstøðan, eftir
at flokkurin hevur viðgjørt
støðuna um, hvørjar útbygg
ingar, vit eiga at gera tey
næstu árini.
Sostatt er lagt upp til stríð
í samgonguni um ætlanina
at gera undirsjóvartunnil til
Sands, tí líka vist, sum tað
er, at Sambandsflokkurin
vil bíða við tunlinum, líka
vist er tað, at aðrir partar í
samgonguni krevja, at hann
verður gjørdur beinanveg
in.
Kaj Leo Johannesen, for
maður Sambandsfloksins,
sigur, at eftir teirra tykki er
tað ikki rætt at fara undir at
gera Sandoyartunnilin fyrr
enn í 2010.
Vit halda, at hesi næstu
árini eiga vit at raðfesta tey
bleytu virðini framum asfalt
og betong sigur hann.
Tí halda vit, at hesi
næstu árini eiga vit at rað
festa útbyggingarnar í sam
felagnum øðrvísi, enn vit
hava gjørt hesi seinastu
árini.
Til próvtøku
Sostatt heldur Sambands
flokkurin, at tey næstu árini
eiga vit at útbyggja okkara
vælferðartænastur munandi,
eitt nú skúlaverk, almanna
og heilsuverk.
Hann sipar til visjón 2015
hjá samgonguni.
Skulu vit gera okkum
vónir um at røkka nøkrum
av endamálunum í 2015, er
tað neyðugt at vísa tað í
verki og at raðfesta vælferð
artænasturnar hægri enn vit
hava gjørt hesi seinastu
árini.
Og tað eigur at síggjast
aftur á næstu fíggjarlóg.
Hann staðfestir, at fíggjar
lógin fyri 2008, verður próv
tøkan hjá hesi samgonguni.
Okkara avrik fer í stóran
mun at vera mett útfrá,
hvussu fíggjarlógin fyri
næsta ár sær út, sigur hann.
Hinvegin hevur flokkurin
ikki nakra ítøkiliga ætlan
fyri, hvussu vælferðartæn
asturnar skulu byggjast út
tey næstu árini og hvussu
stórar
upphæddir
skulu
brúkast tí tað má byggja á
eina politiska viðgerð.
Men skulu vit gera okk
um vónir um at lúka áset
ingarnar í visjón 2015,
skulu vit brúka hundraðtals
milliónir til vælferðartæn
astur tey næstu árini, sigur
sambandsformaðurin.
Seta pening av
Hóast Sambandsflokkurin
heldur at tað er rætt at útseta
Sandoyartunnilin,
tekur
flokkurin fult undir við, at
hann verður gjørdur.
Tí er flokkurin eisini sinn
aður at seta pening av til
endamálið longu á næstu
fíggjarlóg.
Byrja vit at seta pening
av í 2008, hava vit fleiri ár
at fíggja hann í og tað fer at
gera hann munandi lættari
at fíggja.
Men hví eru tit komin
eftir, at 2010 er akkurát tað
rætta árið at fara undir
Sandoyartunnilin?
Tað er ein meting, vit
hava gjørt, tí so hava vit
tvey ár at seta pening av til
hann í, áðrenn hann byrjar
av álvara.
Hinvegin tekur Sambands
flokkurin fult undir við, at
Sandoyartunnilin
verður
settur á fíggjarlógini, fyri at
fíggjarlógin kann geva eina
so rættvísandi mynd av
almenna virkseminum, sum
gjørligt.
Nú hava tit ikki í nær ella
námind av at hava umboð
úr Sandoy á Løgtingi og
sostatt er tað at kalla
»ókeypis« hjá tykkum at
krevja tunnilin útsettan, tí
tit hava onki at missa. Er
tað orsøkin til, at tit heldur
vilja offra Sandoyartunnilin,
heldur enn aðrar útbygg
ingar?
Nei, tað er tað ikki. Sum
politikarar noyðast vit at
hugsa um samfelagið, men
tað ber ikki til at gera alt
ísenn og tað liggja stórar
útbyggingar fyri framman.
Tí halda vit, at tað er rætt at
bíða eitt sindur við Sandoy
artunlinum.
Hvat heldur tú so hevur
størri týdning enn Sandoy
artunnilin at byggja út tey
næstu árini?
Tað eru tey bleytu virðini,
vælferðartænasturnar, ella
skúlaverkið,
heilsuverkið
og almannaverkið.
Samstundis
staðfestir
Sambandsflokkurin, at alt
hetta eru spurningar, sum
skulu viðgerast í samgong
uni og tað er lítið, sum
bendir á, at Sambandsflokk
urin fer at seta hart ímóti
hørðum, krevja hinir flokk
arnir, at Sandoyartunnilin
skal gerast.
Sambandsflokkurin vil
útseta Sandoyartunnilin
- Tað er nú, at vit skulu til
próvtøku og vit halda, at
tey næstu árini skulu vit
hava minni av tí harða og
meiri av tí bleyta, sigur Kaj
Leo Johannesen, formaður í
Sambandsflokkinum
Yvirlýsing um loftferðslu
Á fundi í Keypmannahavn hava Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Flemming Hansen,
flutnings og orkumálaráðharri, undirskrivað felags yvirlýsing um at lýsa og fyrireika eina
møguliga yvirtøku av málsøkinum flogferðsla, skrivar Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.
Eftir yvirtøkulógini avgera føroyskir myndugleikar sjálvir, nær málsøkið verður yvirtikið,
men av tí, at talan er um eitt umfatandi málsøki við fleiri tekniskum, fyrisitingarligum og
altjóða tættum, eru partarnir samdir um at lýsa málsøkið væl áðrenn yvirtøku. Ein partur av
lýsingini fer at snúgva seg um, hvussu føroyingar kunnu hava virknari leiklut í útinnanini av
loftferðslutænastuni í loftrúminum.