mánadagur 20. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 159 - 20. august 2007
Tað tykist sum
marknaðurin fyribils
er við at stabilisera
seg aftur eftir
álvarsliga fallið í
partabrævakursinum
í síðstu viku. Eitt
fall, sum kostaði
handlandi á børsinum
í Keypmannahavn 53
milliardir krónur
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein kreppa í
bústaðarmarknaðinum
í
USA, sum í síðstu viku
førdi til eitt álvarsligt fall í
partabrævakursunum
á
marknaðunum í Íslandi og
Keypmannnahavn.
- Hetta er nakað, sum
hevur ulmað í eina tíð, og
mann hevur vitað í nakrar
mánaðir, at kreppan fór at
koma, sigur Jan Jakobsen,
íløgustjóri í Føroya Banka.
Nakrir lánveitarar traðka
á bremsuna, og tað førir so
við sær, at marknaðurin
reagerar rímiliga ógvus-
liga.
- Støðan gerst ótrygg, og
tá so nakrir lánveitarar ikki
vilja lána til aðrar pen-
ingastovnar fyrr enn støðan
aftur er trygg, so sendir tað
eina sjokkbylgju gjøgnum
marknaðin. Hetta smittar so
av á partabrævamarknaðin,
og tað setur so aftur eina
domino-effekt
í
gongd,
sigur Jan Jakobsen.
Tá so partabrøvini falla,
kenna summi seg tvungin
at selja, sjálvt um amerik-
anski
tjóðbankin,
FED,
royndi at forða fallinum við
at lækka rentuna hálvt
prosentstig. Við tí sendu
teir út eitt signal um, at teir
eru til reiðar at taka neyðug
stig til tess at stabilisera
marknaðin.
Meiri ansin
Hetta tóktist at taka broddin
av sveigginum á marknað-
inum, og upp á styttri sikt
sær út til, at marknaðurin
fyribils hevur stabiliserað
seg.
- Generelt kann sigast, at
størri umsetningurin er,
meiri er tað við til at
stabilisera marknaðin. Er
útboðið stórt, ávirkar tað
prísin niðureftir, og hin-
vegin fer prísurin upp, tá
eftirspurningurin er stórur.
Men fleiri partabrøv, sum
eru í útboði, vil tað alt
annað líka verða ein fyri-
munur, sigur Jan Jakobsen.
Føroya Banki hevur ann-
ars ein »marketsmaking«-
orðning
við
Svenska
Handilsbankan sum ger, at
um eingin stillar kursin, so
fara teir inn og gera tað.
Annars vísti gongdin í
farnu viku, at kursurin á
partabrøvunum í Føroya
Banka ikki fullu so nógv,
sum tey gjørdu hjá hinum
báðum føroysku fyritøk-
unum á børsinum. Hví so
er, kann vera trupult at meta
um.
-
Hálvársroknskapirnir
eru júst kunngjørdir, og teir
hava verið OK, mugu vit
siga. Eg rokni við, at íleggj-
arar hyggja eftir, um íløgurn-
ar svara til tað váðafýsni,
sum roknað var við, sigur
Jan Jakobsen.
Hann roknar við, at fólk í
fleiri førum velja at selja
tey partabrøv, sum eru
ótrygg, og so antin seta pen-
ingin í lánsbrøv ella bara
lata hann standa á vanligari
konto – ella keypa meiri
trygg partabrøv.
Lyklatøl í vikuni
Men tað er greitt, at um tað
fer at vísa seg, at kreppan
er størri enn hildið, ella um
feløg ikki hava ta inntjening,
sum væntað, so fer hetta at
hava ávirkan á marknaðin
skeiva vegin.
Men ein góð ábending
um hetta fæst nú í vikuni, tí
tá fara lyklapersónar á
økinum at koma við tølum
úr Týskalandi. Hesi tøl
verða avgerandi, um markn-
aðurin verður ávirkaður
negativt ella positivt, tí her
er talan um framrættað tøl.
Jan Jakobsen heldur, at
hóast keyp og søla av parta-
brøvum er nýggjur táttur í
Føroyum, so fylgja fólk væl
við.
- Tað er rætt, at fleiri hava
tann hugburð, at tá parta-
brævakursirnir hava verið
hækkandi seinastu trý árini,
so halda teir fram at hækka.
Í so máta trúgvi eg, at slík
sveiggj hava fingið fólk at
vakna við kaldan dreym, og
at tey verða meiri tilvitað
um tað, tá slíkt hendir, sigur
Jan Jakobsen.
Her er sostatt talan um
ein lærupening fyri íleggj-
arar á einum partabræva-
marknað, sum tykist hava
stabiliserað seg aftur eftir
stóru sveiggini í síðstu
viku.
Marknaðurin støðugur aftur
Jan Jakobsen er íløgustjóri í Føroya Banka. Hann heldur, at nógv bendir á, at partabrævamarknaðurin hevur stabiliserað seg aftur eftir stóra fallið í síðstu viku.
Mynd: Leo Poulsen
Upsi av Skeivabanka
Teir seinastu dagarnar hava útróðrarbátar úr Vágum
verið úti á Skeivabanka og roynt eftir upsa, skrivar
joanisnielsen.fo Ein teirra útróðrarbáturin Sunneva
úr Sandavági. Teir komu aftur seinnapartin í gjár eftir
at hava roynt eitt samdøgur á Skeivabanka. Teir
høvdu 3.800 pund av upsa, sum Fiskavirking í
Miðvági keypti. Upsin var hampiliga stórur, og
prísurin lá um 5,50 krónur fyri kilo. Tað eru umleið
45 fjórðingar út á Skeivabanka.
Hans Pauli gjørt 20-krónu
10. september sendir danski tjóðbankin eina nýggja 20-krónu mynt
við Fregatten Jylland sum mynd. Hetta er onnur sokallað
temamyntin við skipum sum motiv. Myntin verður sýnd fram í
havnini í Ebeltoft í Jútlandi, har kenda fregattin liggur, ið er
heimsins longsta træskip og umboðar tað fínasta og besta innan
heimsins træbyggilist. Frá føroyskari síðu er myntin áhugaverd, tí tað
er myndhøggarin, Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt hana. Han hevur
fyrr gjørt motiv til myntir, sum eru av Christiansborg Slot, Fýrin á
Borðini og »Den grimme ælling«.