Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 159 - 20. august 2007 Útjaðarin eisini fyri einum valdømi Nærum helmingurin av fólkunum uttanfyri Suðurstreym eru fyri einum valdømi og 33 prosent eru ímóti. Í Suðurstreymi eru 73 prosent fyri, og bert 11 prosent ímóti Eitt valdømi Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Fríggjadagin almannakunn­ gjørdi Sosialurin úrslitið av nýggjastu Gallup­kanning­ ini um eitt valdømi. Har kom fram, at meiri enn helmingurin, ella 54 pro­ sent, av føroyingum eru fyri einum valdømi, meðan ein fjórðingur segði seg vera ímóti. Fimtihvør segði seg ikki vita. Nú tølini frá Gallup eru nærri uppgjørd sæst, at heili 48 prosent av teimum, sum búgva uttanfyri Suðurstreym, siga seg vera fyri einum valdømi. Ein triðingur, ella 33 prosent, er ímóti, meðan 21 prosent ikki veit. Suðurstreymur greiðast Ikki óvæntað er ein stórur meiriluti av íbúgvunum í Suðurstreymi fyri einum valdømi. Har siga trý av fýra, ella eini 73 prosent ja til eitt valdømi. 11 prosent siga nei, og 15 prosent siga veit ikki. Munurin millum alt land­ ið (54 prosent fyri), og alt landið minus Suðurstreym (48 prosent fyri) er bert 6 prosentstig. Sostatt eru tey, sum eru fyri einum valdømi í meiri­ luta í øllum landinum, og ikki bara í Suðurstreymi, sum onkur hevur róð upp­ undir í orðaskiftinum. Um teimingina Sosialurin bað um Gallup­ kanningina áðrenn Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevði lagt uppskotið um eitt valdømi fyri tingið. Tí varð eisini spurt, nær fólk meta tað vera skilabest at avgreiða spurningin um Føroyar sum eitt valdømi? Har hava tey í Suðurstreymi, kanska ikki óvæntað, størri skund, enn alt landið til­ samans. Í Suðurstreymi søgdu 56 prosent, at spurn­ ingurin eigur at verða av­ greiddur fyri komandi løg­ tingsval, meðan 34 prosent vildu bíða til eftir valgið. Totalt var meiri javnt, har 45 prosent søgdu fyri valgið og 43 prosent eftir valgið. Um fólkaatkvøðu Spurt varð eisini um málið skal sendast út til fólka­ atkvøðu. Hesum vóru tey í Suðurstreymi meira eldhug­ að fyri. 36 prosent søgdu ja til fólkaatkvøðu og 61 prosent nei. Totalt um alt landið stóð á jøvnum, har 46 prosent vóru fyri fólkaatkvøðu, og 45 prosent ímóti. Í vikuni fara vit at hyggja nærri at, hvat fólk siga í einstøku valdømunum, um­ framt aldurs­ og kynsbýtið hjá teimum spurdu. Skulu Føroyar vera eitt valdømi? Suðurstreym Uttanfyri Suðurstreym Total Ja 73% 48% 56% Nei 11% 31% 25% Veit ikki 15% 21% 19% Grand Total 100% 100% 100% Viðmerkjast skal, at fyrivarni eigur at verða tikið fyri smærri broytingum, tí úrslitini av kanningini eru ikki fíntald og vektað enn. tíðindaskriv Fyrstu almennu hárfríðkanar­ kappingar verða nú í Føroyum Á Lívsstílsstevnuni 27. og 28. oktober verða fyrstu almennu hárfríðkanarkapp­ ingar í Føroyum nakrantíð. Kappingin fer rættiliga at seta fokus á hárfríðkanar­ fakið í Føroyum, umframt at hárfríðkarar á henda hátt kunnu gera vart við seg sjálvar og sína salong. Fyrra dagin kappast lærlingar, seinna dagin tey útlærdu Fyrra dagin ­ tann 27. oktober, verða tað lærling­ arnir, sum fara at kappast. Seinna dagin ­ tann 28. oktober, verða tað útlærdir hárfríðkarar. Synergi hevur fingið Lis Helgadóttir, lær­ arinnu á hárfríðkanarskúla­ num, at standa fyri sjálvari samskipanini av kappingini. Allir hárfríðkarar og lærlingar kunnu luttaka í kappingunum, sum verða býttar upp í hesar greinar: Harraklipp v/liting, Damu­ klipp v/liting, uppsetan av longum hári og Balmain extensionskapping. Dømingin Stórur dentur verður lagdur á, at dómararnar eru óheftir og ikki minst hava skil fyri fakinum. Høvuðsdómari er ein lærari frá hárfríðkan­ arkúlanum. Afturat henni verður Marianne Færch, hárfríðkari og sminkari úr Danmark. Marianne Færch er m.a. kend fyri m.a. at hava styla í sambandi við kendu donsku sendingarnar "Vild med dans", "6 sans", "De fantastiske 5", "Dan­ marks klogeste barn". Til­ melding til kappingina fer fram umvegis heimasíðuna hjá Synergi, www.synergi.fo Hárfríðkanar­ kappingar á fyrsta sinni Lítil ísur í ár Í ár er so lítil havísur í tí arktiska økinum, at menn halda seg ikki hava sæð minni ís síðani eina ferð fyrst í sjeyti­ árunum. Amerikanski kanningarstovnurin National Snow an Ice Data Center sigur, at sambært teimum seinastu fylgisveinamyndunum var ísøkið kring Norðpólin 5,26 mió. ferkilometrar seinasta fríggjadag, og tað er minni enn onnur ár. Myndirnar vísa, at tað er serliga norðan fyri Alaska og Eystursibiria, at lítil ísur er í summar. Visti tú... at av samlaðu lønargjaldingunum í Føroyum upp á 6,1 mia. krónur, var 64 prosent goldið til mannfólk. Av inntøkuni hjá mannfólkunum stavaði 21 prosent frá fiskiskapi og 22 prosent frá almennari fyrisiting og tænastu. Kelda: www.hagstova.fo