mánadagur 20. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
tíðindi
Astrup:
Rætt at gera Føroyar til eitt valdømi
Eitt valdømi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í farnu viku legði Edmund
Joensen, tingformaður fram
uppskot fyri tingið um at
gera
Føroyar
til
eitt
valdømi. Sosialurin kunn
gjørdi í blaðnum fríggja
dagin, at heili 54% eru fyri
einum valdømi umframt at
19 av tingmonnunum ætla
sær at atkvøða fyri upp
skotinum. Blaðið hevur
spurt formannin í Bú
skaparráðnum, Jørn Astrup
Hansen, sum hevur havt
góðan møguleika at fylgja
við gongdini í Føroyum
sum stjóri í Føroya Banka
og
í
seinastuni
sum
formaður í hesi týðandi
ráðgevandi nevndini, hvat
hann heldur um uppskotið
hjá tingformanninum.
Jørn Astrup Hansen er
sera avgjørdur. – Ongantíð
ov skjótt er tað fyrsta svarið
vit fáa frá honum. Hann
leggur aftrat, at tørvur er á,
at vit í Føroyum fáa eitt, og
hann
undirstrikar,
bara
EITT valdømi.
– Eitt valdømi fer at
medvirka til, at vit fáa ein
tiltrongdan skilnað millum
landspolitikk og kommun
alpolitikk. Vit mugu fáa
landspolitikarar í løgtingið,
um løgtingið ikki skal út
vikla seg til eitt sendi
mannating av kommunal
politikarum.
Formaðurin í Búskapar
ráðnum heldur fyri, at við
sjey valdømum er tað væl
ikki nøkur orsøk til at hava
kommunur í Føroyum, og
fyri sær at síggja stendur
valið millum eitt løgting,
hvørs limir verða valdir í
einum valdømi, og 5 til 7
kommunur, ELLA eitt løg
ting valt í sjey valdømum
og eina avtøku av kom
mununum.
Formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen tekur undir við, at Føroyar gerast eitt
valdømi. Verður uppskotið ikki samtykt verður løgtingið eitt kommunalt sendimannating.
Nútímans útróðrarbátur
Útróðrarbátarnir broyta bæði snið og stødd. Fyri nøkrum
døgum síðani kom nýggi báturin Háey II til Húsavíkar í
Íslandi. Báturin, sum er smíðaður á bátasmiðjuni Samatak
á Hafnarfirði, er av slagnum Víkingur 1200. Hann er, sum
myndin vísir yvirdekkaður, og merktur14,9 tons. Hann
hevur 720 hesta maskinu av slagnum Yanmar og alla
nútímans útgerð. Báturin hevur eisini Mustad egningar
maskinu við 21.000 húkum.
Skeið í matvørureinføri
Í samstarvi við D&G Skeið skipar Fiskivinnuskúlin í
Vestmanna fyri skeiði í matvørureinføri. Skeiðið, sum
verður í døgunum 3. til 5. september, er ætlað fólkim, ið
starvast við matvørum. Tað eru Drós í Ólavsstovu og
Gudna á Rógvi Joensen sum halda skeiðið, sum verður í
hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn. Kostnaðurin
fyri skeiðið, sum endar við próvtøku, er 4000 krónur.
Nr. 159 - 20. august 2007