mánadagur 20. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Í staðin fyri at seta
børnini á hvør sín
stól við hvør sítt
borð, skipa teir
tríggir lærararnir
í staðin fyri einari
interaktivari undir
vísing í frískúlanum
á Velbastað
FRÍSKÚLI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tær hava arbeitt við at seta
á stovn ein frískúla í Tórs
havnar Kommunu í eina
tíð, og í gjár upprann dagur
in, sum Eyðbjørg Dalsgaard
og Sharon Weiss – saman
við mongum foreldrum –
hava droymt um. Tá gjørdist
dreymurin
nevniliga
til
veruleika.
Tá tóku tær báðar, saman
við Kára Sverrisson, sum
eisini arbeiðir á skúlanum
sum ein blanding av prakti
kanti
og
meðarbeiðara,
ímóti fjúrtan av teimum
fimtan børnunum, sum hig
artil eru innskrivað í frí
skúlan.
Vit nevndu stutt í blaðnum
í gjár, at frískúlin var byrj
aður, og vit kunnu stutt
tríva aftur íaftur.
Eyðbjørg og Sharon hava
leingi arbeitt við tankanum
um
ein
frískúla,
fyri
Sharon’sa viðkomandi snýr
tað seg um eini tjúgu ár.
Longu tá hon var lærari í
Nólsoy fyrst í 90árunum
skipaði hon fyri øðrvísi
undirvísing. Burtur vóru
stólar og borð, og í staðin
sótu børnini á einum teppi
á gólvinum í ein runding. Á
tann tánn komu børnini
hvørjum øðrum nógv meiri
við, samstundis sum tey
vóru munandi aktivari í
undirvísingini.
Hetta er í stóran mun
undirvísingarhátturin, sum
nýttur verður í frískúlanum
á Velbastað. Inni í stóru
skúlastovuni standa gamaní
nøkur borð, men tá undir
vísingin ikki gongur fyri
seg í samlaðum hópi, eru
innrættað klivakend borð,
har næmingurin er fyri seg
sjálvan, samstundis sum
hann kortini er saman við
restini av flokkinum.
Sharon greiddi í blaðnum
í gjár frá, at tær høvdu lagt
stóran dent á at finna røttu
hølini, og einasta stað, ið
leyk øll krøv bæði innan og
uttan, var gamli barnagarð
urin á Velbastað. Meginpart
urin av summarfrítíðini er
so nýttur at broyta og seta
hølini í stand so tey vórðu
klár, nú skúlin byrjaði í
gjár.
Børnini við
Tey foreldur, sum hava valt
at innskriva síni børn í frí
skúlan, gera tað av tveimum
orsøkum. Fyri tað fyrsta
meta tey, at hetta er til fyri
muns fyri børnini, og fyri
tað næsta kenna tey, at tey í
nógv størri mun eru við til
at ávirka undirvísingina, í
mun til í fólkaskúlanum.
Tær báðar, Eyðbjørg og
Sharon, hava higartil havt
sítt yrki innan júst fólka
skúlan, og tær meta báðar,
at undirvísingin kann skip
ast munandi betri í einum
frískúla.
Sum nevnt hevur Sharon
Weiss í útvið 20 ár toygt
karmarnar innan fóllkaskúl
an, tá tað kemur til undir
vísingarhátt, men í frískúl
anum kunnu tey skipa undir
vísingina júst so, sum teim
um tykist best.
Hjá okkum eru børnini í
stóran mun við til at leggja
undirvísingina til rættis. Vit
meta og eftirmeta undirvís
ingina og leggja so kósina
tann vegin, sum vit og
børnini halda, at tað gagnar
børnunum mest. Og so
hvørt sum børnini eldast og
mennast, størri ávirkan fáa
tey, sigur Sharon Weiss.
Eitt annað, sum er øðrvísi
við frískúlanum í mun til
vanliga fólkaskúlan er, at
tey leggja stóran dent á at
undirvísa úti í náttúruni. Tí
var tað eisini ein av treytu
num, at uttanumhvørvið
skuldi vera í lagi, og at høl
ini skuldu liggja nærhendis
haga og náttúru.
Vaksa og mennnast
Stórur dentur verður lagdur
á, at hendan skúlaskipanin
krevur tíð til næmingarnar.
Børnini skulu í stóran mun
sjálvi ogna sær vitan, sjálvi
uppliva
»ahaløturnar«.
Hetta er ein av grundtanku
num aftan fyri interaktivu
undirvísingina.
Børnini í frískúlanum eru
6, 7 og 8 ára gomul og
ganga í tí, sum svarar til
fyrsta og annan flokk. Men
ætlanin er at taka ein flokk
inn um árið soleiðis, at
skúlin er komin upp á fullar
snúningar eftir sjey árum.
Hetta merkir samstundis,
at verandi hølisviðurskifti
bert eru fyribils, og í mesta
lagi kunnu nýtast í tvey ár.
Flokkarnir eru ásettir at
vera í mesta lagi 20 næm
ingar, og sjálvt um hesin
fyrsti flokkurin enn hevur
pláss fyri fimm næmingum
aftrat, er fullteknað nøkur
ár fram.
Og sigast má, at hvørjum
næmingi
verður
veittur
størri ansur enn í fólkaskúla
num, har ein lærari er um
hvørjar 24 næmingar. Á
Velbastað eru tríggir lærarar
um tey higartil fimtan børn
ini.
Umframt Sharon Weiss,
sum er skúlaleiðari, og Eyð
bjørg Dalsgaard, starvast
eisini Kári Sverrisson í frí
skúlanum. Hann gongur
seinasta árið á læraraskúla,
og var seinasta skúlaár í
praktikk í skúlanum á Velba
stað, har Sharon undirvísti.
Nú er hann í praktikk í frí
skúlanum, samstundis sum
hann eisini virkar sum
lærari og undirvísari.
Frískúli – eitt øðrvísi tilboð
Leiðarar til eldrasambýli
Í Eysturoy eru fimm eldrasambýli, og nú eru leiðarar
settir á øllum fimm stovnum. Sunniva á Lakjuni, sjúkra
røktarfrøðingur, er sett sum deildarleiðari á Giljagarði í
Leirvík, og harvið hava tey fimm eldrasambýlini í Eyst
uroy fingið egnar leiðarar. Higartil eldrasambýlini verið
undir økisleiðaranum. Allir deildarleiðararnir eru sjúkr
artøktarfrøðingar, og størvini eru normerað til 20 tímar
um vikuna, skrivar heimasíðan hjá Leirvíkar kommunu.
43 á miðnámsskúla
Hósdagin fóru næmingarnar á Miðnámsskúlanum í
Suðuroy aftur í skúla. Og dagurin var eisini fyrsti
skúladagur hjá 43 nýggjum næmingum á Miðnáms
skúlanum í Suðuroy. Av teimum 43 næmingunum byrjað
17 á málsligu deild, meðan 26 eru byrjaðir á matematisku
deild. Í fjør byrjaðu 37 næmingar á Miðnámsskúlanum í
Suðuroy, av teimum vóru 13 á málsligu deild og 24 á
matematisku deild, skrivar Suðuroyarportalurin.
Nr. 159 - 20. august 2007
»Open-space« konseptið dominerar í frískúlanum á Velbastað. Børnini hava hvør sín »kliva«, tá
tey skulu vera eitt sindur fyri seg sjálvi
Mynd: Edith Jonannesen
Sharon Weiss er leiðari fyri frískúlan á Velbastað. Her vegleiðir
hon børnunum fyrsta skúladagin
Mynd: Edith Jonannesen