mánadagur 20. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Um vikuskiftið hevur
høvuðsstaðurin verið
prýddur í øllum
ælaboganslitum, nú
vitjandi úr øllum
Norðanlondum hava
hátíðarhildið Føroya
Pride – festivalurin
fyri samkynd, tvíkynd
og transkynd
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Føroya Pride, sum byrjaði
fríggjadagin, endaði seinna
partin sunnudagin. Á skrán
ni hesar dagarnar hava
fyrilestrar, pallborðsfundur,
filmar, skrúðgonga, røður
og sangur.
Mest sjónliga og mest vit
jaða tiltakið var seinnapartin
leygardagin, tá skipað var
fyri skrúðgongu frá Norður
landahúsinum og oman í
býin, har fólk savnaðust til
røðu og felagssang á Vag
linum.
Hetta er onnur ferðin at
skipað verður fyri Føroya
Pride í Føroyum. Fyrstu
ferð var tað í 2005, tá Bogin
(t.e. felagsskapurin hjá før
oyskum lesandi og ungum
samkyndum)
stóð
fyri
tiltakinum. Í ár var tað so
felagsskapurin ANSO, sum
saman við Friðarboganum,
ið skipaði fyri Føroya Pride.
ANSO er norðurlendskur
felagsskapur, ið ið arbeiðir
við áhugamálunum hjá sam
kyndum,
tvíkyndum
og
transkyndum lesandi í øl
lum norðurlondum.
Føroya Pride av á hesum sinni
Nógv meira um
Føroya Pride í blað-
num týsdagin
Nógv fólk gingu skrúðgongu seinnapartin leygardagin
Mynd: Ólavur Fredriksen
Nr. 159 - 20. august 2007
Kvinnur vilja lesa verkfrøði
Triðja árið á rað hækkar talið av kvinnum, sum vilja lesa verkfrøði í
Danmark. Tí standa kvinnurnar nú fyri 26,5 prosent av teimum, sum
lesa verkfrøði. Hetta er tað hægsta talið, vit nakrantíð hava havt, so
tað er gott. Men tað er enn ikki nóg gott, tí best hevði verið, um talið
var helvt um helvt, sigur Helle Petersen, forkvinna í
Ingeniørforeningens Kvindeudvalg, við blaðið Ingeniøren. Hon
heldur, at økingin av kvinnum er avleiðing av eini hugburðsbroyting,
har tað í størri mun verður góðtikið, at kvinnur lesa mannfólkafak.
Kanning um gjalding
Í samband við at Intrum Føroyar hevur gjørt kanningina,
gjaldsindex 2007, bjóðar fyritøkan til temadag á Hafnia
komandi fríggjadag. Stefan Schar, sum hevur ábyrgd av
Gjaldsindex í fleiri enn 20 londum í Evropu, fer at
framleggja og greiða frá úrslitinum av kanningini.
Umframt tað er nógvar aðrar framløgur. Millum annað
fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss,
at hugleiða um hvørja ávirkan gjaldsmynstrið hevur á
føroyska samfelagsbúskapin. Harafturat vera umboð fyri
peningastovnar, advokatvirki og aðrar fyritøkur.