Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 20. august 2007 13 viðmerkingar Vit eru fleiri siglandi, sum ikki vóru heima sjómanna­ dagin 18. august. Vit ugg­ aðu okkum millum annað við, at Útvarp Føroya (ÚF) mundi fara at hava væl av tíðindum og vónandi senda beinleiðis frá onkrari av kappingunum, men vit gjørdust stórliga vón­ brotnir. Rætt skal verða rætt. Í sendingini á døgurða vóru onkur tíðindi, og Kári hevði eitt stutt innslag úr Klaksvík. Seinnapartin var “bara” vanliga sendingin og einki frá sjómanna­ degnum. Flestu av manningini roknaðu tí við, at í tíðindasendingini kl. 18 fóru vit at hoyra úrslit og annað áhugavert frá teimum mongu og ymisku spennandi kappingunum á sjómannadegnum, har mongd av fólki ymsastaðni frá í landinum vóru komin saman, men gakk. Aftur gjørdust við vónbrotnir. Ikki eittans orð frá ella um Sjómannadagin ella frá teimum túsundtals fólku­ num sum sjómannadagurin samlaði, men eitt langt innslag við sangi og brot­ um úr røðum frá tiltakið á Vaglinum í Havn, sum samlaði millum 50 og 100 fólk, sambart ÚF. Í tíðindasendingin kl. 22 var sama skil. Allir umborð undrast á raðfestingina í tíðinda­ sendingini, og spyrja undrandi: Var tað av óvart, ella renna fólk í útvarpinum og harvið almenna føroyska útvarpið ørindir fyri ávísar bólkar í samfelagnum? Ella er tað ov langt til Klaksvíkar, sum onkur speiskliga tók til? Vónandi hoyra vit meiri komandi ár frá sjómanna­ degnum í Útvarpi Føroya. Við at brúka misnøgdina, sum altíð er millum manna við politiskar avgerðir, hava løgmaður og løgtings­ formaðurin fingið fjøld av fólki at trúgva upp á Føroyar, sum tað lovaða landið við einum valdømi. Teir hava eisini havt sera góðan stuðul frá so mætum stovum sum Dimmalætt­ ing, Sosialinum og Kring­ varpinum, sum av einhvørj­ ari orðsøk málrættað hava stuðlað uppundir politisku ætlanirnar hjá løgmanni og løgtingsformanninum. Eingin av omanfyri­ nevndu fjølmiðlum hava megnað at fingið at vita frá løgmanni ella løgtingsfor­ manninum ­ hví tað hevur so stóran týdning at Før­ oyar gerast eitt valdømi. Tað er beinleiðs mistonki­ ligt, at omanfyrinevndu persónar ­ samsintir ­ sleppa at brúka somu innan­ tómu grundgeving: ”Tað skal vera lættari hjá tingi­ num at viðgera landsmál og vit mugu sleppa undan lokalpolitikkinum!”. Men hvat eru hetta fyri landsmál, sum tingið í dag ikki kann viðgera, og hvat er tað fyri ein lokalpoli­ tikkur, sum órógvar ting­ skipaninna so nógv, at Føroyar skal vera næsta landið í heiminum, sum avtekur økisumboðanini í ovasta lóggevandi tingi­ num? Hendan spurning hava bæði løgmaður og løgtings­ formaðurin ­ væl hjálptir av pressuni ­ sera, sera, sera lættliga svomið uttan um. Løgtingið avger lokalmál - eisini við einum valdømi At kringvarpið sunnudagin fekk ein ”hentan” hjálpara at siga, at føroyski komm­ unubygnaðurin í dag als ikki líkist tí hann var fyri árum síðan, og tað tí ­ sambart honum ­ eingir trupulleikar vóru at gera Føroyar til eitt valdømi ­ sigur ikki lítið um sjónar­ kringin hjá frøðinginum. Løgtingið tekur í dag størsta partin av teimum avgerðum, sum beinleiðis hava við lokalviðurskifti at gera, og tað kemur ikki at broytast eftir at Edmund hevur fingið sín vilja. Nøkur dømi um lokalmál sum løgtingið umsitir ­ eisini um vit fáa eitt valdømi. Eldrarøktin ­ Løgtingið avgerðir um ein langomma í Klaksvík ella á Tvøroyri sleppa á ellisheim ­ ella um peningurin heldur skal brúkast til eina langommu í miðøkinum. Sosiala økið ­ Komm­ unurnar hava lítla og onga ávirkan á sosialu viður­ skiftini kring um í landi­ num ­ alt er sentraliserað undir løgtinginum. Heilsuøkið ­ liggur næstan alt undir landinum. Vegir og Tunnlar ­ Tað er løgtingið, sum avger, hvør skal hava veg til húsini og hvør má bíða. Tað er stovn­ ur undir landinum ­ sum røkir alt vegasamband millum býir og bygdir í Føroyum. Tað er løgtingið, sum avger, um vegurin millum Tórshavn og Kolla­ fjørð skal breiðkast ella um peningur heldur átti at verið brúktur til at breiðka tunnlarnar í Norðoyggjum ­ ella um kreftir nú skulu brúkast til vegirnar í Suðuroynni ­ ella kanska at byggja ein flogvøll í Havn. Størri kommunalar eindir Vit eru í dag í eini tilgongd, har smærri kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir. Tað er eingin ivi um, at størri kommununalu eindirnar fara at skapa eina menning kring um í landinum. Endamálið má vera, at borgarin í samfelagnum í allarflestu málum bert samskiftir við lokala myndugleikan frá tí hann kemur úr móðurlívið til hann legst í grøvina. Í Danmark er støðan tann í dag, at skalt tú hava eldrahjálp, sosialhjálp o.so. fr. so fert tú inn á komm­ unuskrivstovuna ­ men tað kemur at taka nógv ár, áðrenn vit eru komnir har til í Føroyum. Einasta kommuna í Føroyum í dag, sum hevur ein møguleika, at yvirtaka eldraøkið, almanna­ og sosialmál frá landinum, er kanska Tórshavnar Kommuna ­ men sjálvt hon megnar tað ikki eftir einum degi. Tí eiga teir politikkarar, sum rópa um eitt valdømi ­ heldur miðvíst at arbeitt við at styrkt føroysku kommunurnar. Fyrsta uppgávan átti at verið at fingið fleiri ábyrgdarøkir, sum í dag liggja hjá landinum, út til størri kommunalar eindir at umsita. Við hesum vóru lokalmál, sum í dag liggja sentralt ­ flutt út á kommunurnar! Hetta er tó ein longri prosess og neyvan slepst undan, at tingið eisini í framtíðini fer at hava avgerandi orðið at siga í ávísum lokalmálum. Føroyar sum eitt valdømið - ein sápubløra Tað er altíð ein ávís missnøgd millum manna við politisku skipaninna ­ men samtykkir tingið, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, fer hendan misnøgd ikki at minka ­ heldur tvørturímóti. Orsøkin er tann, at tingið við einum valdømi fer at viðgera eins nógv lokalmál, sum tað ger í dag. Vera Føroyar eitt val­ dømi ­ nú Edmund og Jóannes Eidesgaard so inniliga ynskja tað ­ so hendir tað vanlukkuliga, at avgerðir, sum fáa avger­ andi ávirkan á lokaløkini ­ vera tiknar av einum tingi, sum næstan bert verður mannað av fólkið úr mið­ staðarøkinum. Fólk úr miðstaðarøkinum eru skilagóð og hampafólk ­ sjálvandi ­ men hví skulu vit sum búgva uttan fyri miðøkið ikki sleppa til orðanna? Øll tey mongu, sum í dag droyma um lovaða landið hjá Edmundi og Eidesgaard, fara at sanna, at hetta var einans ein sápubløra, sum brast so skjótt hon kom út í tað livandi lívið. Landspolitikkur er tað, sum er best fyri allar føroyingar ­ men hann eigur ikki at vera dikterað­ ur úr bert einum parti av landinum. Ivast nakar í, um Vága- tunnilin og Norð­­oya- tunnilin eru góð­­ar íløgur... … ella er tað nakar sum kundi hugsað sær at fylt holini aftur? Sum størsta nýbrotið í føroysku innanlands samferðslusøguni, fóru fólk fyrst í farnu øld undir at gera vegasamband millum Skopun og Sand. Framskygd fólk, sum sóu, at eisini í einum fjalla og oyggjalandi varð alneyðugt at betra um samferðsluna, skuldi framburður vera fyri land og fólk. Eisini tá vóru nógvir nei­sigarar. Ikki bara sambandsfólk. Men stuttligu søgurnar um útsagnir teirra hava verið so seiglívaðar, at tær liva enn í dag. Til dømis tann um sambandsmannin sum helt uppá at føroyski fóturin, ikki varð egnaður til veggongu. Vegurin millum Skopun og Sand kom, sá og sigraði á afturhaldinum. Og soleiðis verður eisini við Sandoyartunnlinum. Spurningurin er bert um vit ynskja at vera á tí endanum av togtoganartognum, sum hálar sigurin í land, ella tí partinum sum mótstríðandi verður drigin um málstrikuna. Royna vit hesi eksperimentini, sum undiryvirskriftin sipar til, tað at spola filmin aftur, so síggja vit hvussu vónleyst ein kann vera avstaðfarin, um tú gongur móti tíðarinnar ráki. Og tað kanska serliga tá ið um tøkniliga menning ræður. Tað eru í dag ógvuliga fá sum ímynda sær eina verð uttan bilar, flogfør, teldur og telefonir. Tankin verður so utopiskur, at flestu okkar skúgva hann til viks beinanvegin. Nøkur fá treisk vilja altíð vera, sum halda uppá at betur varð ógjørt. Hví útseta til í morgin, tað sum tú kann gera í dag, kundi verið spurt um komandi Sandoyartunnilin, nú sambandsflokkurin mælir til at útseta verkætlanina. Í nógv ár vóru spurnartekin sett við tunnilsverkætlanir undir sjógv. Eru tær nóg tryggar, bera tær til tøkniliga, eru tær ikki ov kostnaðarmiklar? Alt spurningar sum høvdu sítt pláss áðrenn okkara fyrsti undirsjóvartunnilin sá dagsins ljós. Relevantir, kritiskir spurningar, sum vit í dag kenna svarið uppá. Øll svarini siga at tað ber til, eisini fíggjarliga. Til dømis kann í dag fáast ein Sandoyartunnil, sum er meira enn tvær ferðir so langur sum Vágatunnilin, fyri fystu kostnaðarmetingina av Vágatunnlinum. Sentraliseringin er øgilig rundanum okkum, og støðan í Føroyum stendur ikka aftanfyri í so máta. Eirindaleysa sentralstýringin og savnanin av øllum tí sum krúpa kann, er ikki dragnað eini kyrrindir. Egingleðin um egna framgongd, vinnur á atlitunum til tey, sum kanska ikki klára at dystast á jøvnum føti. Sum ein glotti og mótvekt til totala decentrala kollapsið, eru Vágatunnilin og Norðoyatunnilin varðar á leiðini, í royndini at menna allar føroyar sum livandi staður hjá øllum okkum, sum hava arva rættin til landið. Tíbetur hómast framburður í áðurnevndu økjum. Undir hesari samgonguni er staðfest at stættarmunurin er vaksin. Skulu vit nú grava eina djúpa gjógv millum suður og norður í Føroyum, har tað ríka norðurøki, eins og í Italiu, spakuliga seigpínur tað fátækra og víkjandi suðurøki. Lættasta loysnin er uttan iva tann hjá sambandsflokkinum, at útseta bjargingartiltøkini. So fáa vit júst somu sjúkueyðkenni í Suðuroy og Sandoy, sum vit síggja á útoyggj í dag. Og bíða vit nóg leingi, so er eingin eftir at gera vart við seg. Minnist meg rætt, so er hettar ein gongd, sum búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, hevur gjørt vart við og ávarað ímóti. At hann nú er høvuðstalari fyri at steðga eini tunnilstilgongd sum lá í tryggari legu, samtykt í tveimum fíggjarlógum av samdum løgtingi, er óskiljandi. Gerast Sandoyggin, og Suðuroyggin við, ikki sum skjótast partur av samrunnað meginøkinum, dragnað vit uppaftur skjótari enn higartil. Vit hava ikki ráð at kvetta suðurøki burturúr føroyakortinum. Fyri føroya søk. Tíðin er búgvin at hugsað langt, djarvt og samhaldsfast. Tíðin er búgvin til Sandoyartunnilin, nú! Sjómannadagurin sum hvarv í Útvarpi Føroya løgtingsmaður og borgarstjóri Páll á Reynatúgvu Formaður í Norðoya Sambandsfelag John William Joensen Norðuratlantshav 18. august 2007 manningin á tRóndi í gøtu Orð­­askiftið­­ – um Føroyar sum eitt valdømi – fullkomiliga farið­­ av sporinum Lesið - so eru tit við