Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 159 - 20. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 18. august varð Sylvia Olsen í Havn 75 ár. Hóast tað er í seinna lagi, fara vit at senda henni eina heilsan. Sylvia er ættað úr Leirvík. Foreldur hennara vóri Henri­ etta og Poul Johan Magnus Kristiansen í Líð. Tey vóru níggju systkin, seks systrar og tríggir beiggjar, og var Sylvia yngst av teimum. Sylvia var ikki meira enn 2 ára gomul, tá doyr pápin av sjúku. Tá ið fólk doyðu av sjúku var eingin trygging og annars var sera avmarkað hjálp. Tí hevur hetta verið hart hjá teimum, men tað gekk! Tá ið Sylvia var ung var vanligt hjá gentum at fáa sær húspláss, men hon fór 16 ár gomul til Havnar at læra til defektrisu á apoteki­ num. Seinni fingu systrar­ nar Tony og Hjørdis eisini arbeiði á apotekinum, og enn seinni kom mamman eisini at arbeiða har, og flutti hon tá til Havnar. Eitt skifti arbeiddu allar fýra á apotekinum í senn. Apotek­ arin fyrstu tíðina var Johannes Aage Juul, sum var apotekari 1934­1949. Aftaná hann var tað Dávur Magnussen. Hetta var, tá ið Apotekið var í miðbýnum. Í Havn rann saman mill­ um Sylviu og Trygva Olsen, sum var av Argjaboða. Tey giftast í 1956 og búsettust á Argjaboða, sum tá var langt av landið skotið. Men tey fingu sær motorsúkklu, og tað bøtti væl um møguleikan at koma aftur og fram. Tá ið Sylvia var gift, gavst hon á apotekinum eftir at hava arbeitt har í átta ár. Trygvi arbeiddi á telefon­ verkinum alt sítt lív og kom at arbeiða har í ikki færri enn 53 ár. Hann kom tískil at uppliva ein stóran part av menningini av telefonini, millum annað automatiser­ ingina. Í hesum sambandi búðu tey eitt ár í Stockholm, har Trygvi fekk setti seg inn í nýggju tøknina. Í sam­ bandi við automatiseringina í Klaksvík búðu tey har í eitt hálvt ár. Alt hetta sigur, at Trygvi hevur verið eitt álitis­ og skilafólk. Soleiðis kendu vit hann eisini. Sigast kann um Silviu, at hon er eitt lívstykki. Vit eru komin at kennast í føðingar­ døgum hjá hennara ættar­ fólki. Sylvia er sera ættar­ kær, og hon kemur í hvønn føðingardag, tá ið tað ligg­ ur. Hon er so positiv, altíð í góðum lag, og hon dugur væl at greiða frá. Stutt sagt kann sigast, at tað er stutt­ ligt at kenna Sylviu! Eitt av hennara áhugamál­ um hevur verið Zarepta, har hon hevur verið trúføst í køkinum í tíggjutals ár. Sigast kann at hon saman við øllum hinum, sum hava hjálpt til á Zarepta, hevur mettað eitt ótal av munn­ um! Tað var ein hvøkkur og eitt bakkast, tá ið Trygvi knapliga doyði í 2000, men Sylvia fótaði sær aftur. Fyri nøkrum fáum árum síðan fekk hon eitt strik, sum hev­ ur skert hennara førleika. Men eisini her hevur hon fótað sær. Hóast bert annar armur er fullførur, bindir hon framvegis sum fyrr. Hon er nú flutt av Argjaboða niðan á Berjabrekku. Trygvi og Sylvia fingu tvey børn. Jórun er gift við Árna Jakoksen, og tey eiga Pætur, Barbaru, Rakul, Rebekku og Kristinu. Pàll er giftur við Ann Lindberg, og tey eiga Andreas og Leu. Sum aðrar ommur er Sylvia púra býtt uppi í ommubørnunum, og tey eru so sanniliga eisini góð við hana. Sylviu verður ynskt hjartaligu tillukku við teim­ um 75 árunum, sum hon ber heilt væl. ó. Sylvia Olsen 75 ár Leygardagin 18. august varð hálvi føroyingurin Oskar Jensen í Reykjavík 101 ár. Hann hevur eina ser­ merkta søgu. Pápi hansara Jens Frederik Jensen (1874­ 1932) úr Skopun kom upp á Ísafjørðin seinast í 19. øld, og her gjørdist hann kendur sum Jens Færeying. Hann giftist við islendsku Mal­ fríður. Tey fáa 9 børn, sum koma undan, men mamman doyr í 1914. Jens Frederik var sonur Janus hjá Dímunar Jóannes, sum er ættarfaðir til nógvar stórar og kendar ættir í Før­ oyum. Oskar eigur tískil hundraðtals um ikki tús­ undir skyldfólk í Føroyum. Millum onnur tann sum skrivar hesar reglur! Hetta er tó frá ommuni í Skúvoy. Ættin kann annars finnast á heimasíðuni: www.fiski­ mannafelag.fo Gamla heimasíðan, blað nr. 369. Tá konan er deyð, fer Jens Frederik til Føroya við fimm av børnunum, sum hann ætlaði skuldu vera hjá ættini í Føroyum. Fýra av teimum verða eftir í Føroy­ um. Óskar kemur fyrst at búgva hjá Sigmund av Argjum í Havn saman við beiggja sínum Napóleon. Kona hansara, Margretha, var systkinabarn Jens Frede­ rik. Óskar fer tó skjótt at búgva hjá Julionnu og Tummas Askham. Her hevði hann tað sera gott og metir seg sjálvan at vera ein Askham. Tey hjá Símun og Onnu Askham meta hann eisini at vera ein av teirra. Oskar hevur eisini uppkall­ að eina dóttir eftir Julionni. Fjúrtan ára gamal fór Óskar í læru sum prentari á Dimmalætting og her dámdi honum sera væl, og hann tekur enn til fleiri sum hann arbeiddi saman við. Ein av teimum var Poul Niclassen, sum seinni gjørdist blað­ stjóri á blaðnum. Óskar spældi eisini í Olivant, sum var upprunin til GHM. Tá ið hann var útlærdur á Dimmalætting 19 ára gamal, fór hann tó aftur til Íslands, har hann føldi, at hann hoyrdi heima. Í Íslandi kom hann at vera prentari umframt ymiskt annað. Hann royndi seg eis­ ini við nýskapan á ymiskum økjum. Millum annað við at ala hønur sum vurpu egg við tveimum blommum, og hann royndi seg eisini sum uppfinnari. Eg havi vitjað Oskar nakrar ferðir, seinast í vár og eri hugtikin av hesum gamla manni, sum stórt sæð ikki hevur verið í Føroyum í 80 ár, men sum tosar heilt væl føroyskt. Hann hevur eisini stóran áhuga fyri tí, sum gongur fyri seg í Før­ oyum. Tríggir beiggjar hjá Óskar blivu verandi í Føroyum. Teir vóru Napoleon, sum búsettist í Vági, Ársæll (Salli) í Leirvík og Vigant í Klaksvík. Teir eiga allir eft­ irkomarar, so tað er fitt av ætt í Føroyum. Símin Hansen og Jens Peturson frá sjómansheimi­ num Ørkin vóru og heilsaðu uppá Óskar føðingardagin og bóru heilsan frá Føroyum. Óskar var væl fyri og hevur fult skil. Hann sang millum aðrar sangir: ”Eins og áar­ streymur rennur rennur”, og teir fingu eitt hugnaligt prát. Vit senda eisini Óskari og hansara okkara bestu heilsanir og ynskja tillukku við føðingardegnum. ó. Oskar Jensen 101 ár Her sæst Óskar saman við tveimum langabbabørnum. Hákun er 5 ára gamal, og Hinrik Dagur er sjey vikur. Tískil eru nærum 101 ár ímillum teir báðar Óskar fekk eisini heilsan úr Føroyum á 101 ára degnum. Her sæst hann saman við Símin Hansen, tv, og Jens Peturson frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík