Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 20. august 2007 15 nøvn Dagurin 21. august. Sálomon. Til minnis um hin vísa kongin Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 1-11 í fyrru Kongabók í Gamla testamenti. Navnið merkir friður og vælferð Týsdagin 21. august fyllir mamma okkara, Marita Hentze Thorsteinsson í Tórshavn 80 ár. Mamma er ættað heiman av Sandi, har hon er upp- vaksin Uppi í Stovu í Trøð- um. Foreldrini vóru Christ- ian Michael Viderø (1894- 1975) og Johannu Karolina Hentze (1897-1987) nevnd Hanna, bæði úr Trøðum á Sandi. Christian Michael var sonur Jacob Michael Viderø (1861-1943) og Onnu Johanna Kristina Winther (1850-1905) bæði av Sandi. Johanna Karolina var dóttir Johan Michael Hentze (1855-1953) kongs- bónda í Uttastovu og løg- tingsmann og Mariane Petersen (1861-1946), ið var av Heygsgarði á Sandi. Marita er triðja í røðini av børnunum hjá Kristian og Hannu Uppi í Stovu. Elst er Hanna (1922), sum giftist við Henry Andreasen í Klaksvík. Næstelst ein drongur (1924-1924) Yngst var Oddvør (1933- 1975), sum giftist við Gull- brand Simonsen á Sandi. Sum ung spældi mamma hondbólt við Vípuni av Sandi. Hon var eisini við, tá tær gjørdust føroyameistarar í kvinnuhondbólti 1944. Hennara stóri áhugi fyri tí handaliga gjørdi eisini, at hon seinni fór til Tvøroyrar at læra at seyma. Hetta er eisini komið okkum børnum sera væl við, tí mamma bæði bant og seymaði alt uppá mongu kropparnar hjá okkum børnum og øðrum við. Tá var tað ikki vanligt at keypa øll klæðir, men gera nyttu burturúr tí, sum var til taks. Meðan hon var á Tvør- oyri, kom hon at hitta pápa okkara Georg J. F. Thor- steinsson (1926-2003) á Brúgv í Trongisvági. Georg var 5. elstur av børnunum hjá Peter Carl Thorsteinsson (1888-1957) nevndur Carl á Brúgv úr Trongisvági og Annu Hammer (1889-1933) av Sevmýru. Mamma og pápi giftust í Sands kirkju 11. juli 1948. Tey fingu 6 børn, sum øll eru fødd í Tórshavn, uttan Hans Arni f. 1949 í Trongis- vági, síðani kom Kári f. 1951, Bergur f. 1953-1987, Heri f. 1955, Randi f. 1958 og Thordur f. 1959. Mamma er mest kend inn- an sítt handaliga virksemi, har hon í nógv ár átti og rak tógv- og handarbeiðis- handilin Igloo í Tórshavn. Síðani hon fyri fáum árum síðani lat frá sær hand- ilin Igloo, hevur hon verið sera virkin í Tilhaldinum í Tórsgøtu, har hon m.a. hev- ur givið øðrum part í síni vitan innan handaligt virk- semi. Mótvegis kirkjuni er mamma sera trúgv. Nærum hvønn einasta sunnu- og høgtíðsdag er hon til guðs- tænastu í Vesturkirkjuni. Sum hjá so mongum familjum hevur krabba- meinssjúkan gjørt um seg í familiuni. Fyrst fór systirin Oddvør 42 ár, síðani sonurin Bergur 34 ár og tvey ár seinni fosturdóttirin hjá Bergi bert 22 ár og síðani pápi okkara í 2003 av hesi herviligu sjúku. Tá mótburðurin kom til mammu, vaks styrkin og kærleikin til alt tað, ið henni stóð nær og var henni kært. Soleiðis var hon um pápa allar dagarnir, meðan hann lá sjúkur í heiminum. Tá var eisini gott hjá mammu at hava Randi hjá sær. Tað var ein góð hjálp hjá okkum øllum. Góða mamma, ver- mamma, omma og lang- omma, takk fyri alt tú er fyri okkum, takk fyri umsorgan og kærleika og at tú altíð hevur eitt pláss opið til hvønn okkara. Nú mamma fer um tey 80 árini, er tað so mangt vit børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn kundi hugsa okkum at bori fram. Eingin sigur tað betri enn Hans Dalsgaard við sanginum “Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið.” Serliga annað ørindi renn- ur okkum í hug, meðan vit fleiri saman við tær mamma undir Ólavsøkusanginum á Vaglinum í ár sungu: “Har lærdi meg móðir at fjálga og æra tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá, har rættsinn og mildi var barndómsins læra, har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.” Hjartaliga tillukku mamma, vermamma, omma og lang- omma. Børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn Marita Hentze Thorsteinsson 80 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Joen Hillebert Niclasen Sørvágur andaðist fríggjakvøldið 22. august á Ellisheiminum á Sýnini, 88 ára gamal. Kistan ferð av Ellisheiminum í dag kl. 18. Jarðarferðin verður úr Sørvágs Kirkju týsdagin 21. august kl. 14. Vegna tey avvarðandi Elly Nancy og Helena Tey, ið vilja minnast Hillebert, kunnu lata eina gávu til Ellisheimið á Sýnini, konta í Eik. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín, góði elskaði pápi, verpápi og abbi okkara John Larsen doyði og varð jarðaður. Eina serliga tøkk til Øssur Berghamar fyri vitjan á Ríkissjúkrahúsinum, John í Skemmini fyri góð orð og tøkk til samkomuna í Bethel og øll tykkum, sum á annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Nýrafelagið. Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Irma Tøkk Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poula Ennistíg Klaksvík andaðist og varð jarðað. Stóra tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til heimahjálpirnar, Suðuroyar Sjúkrahús og Tvøroyrar røktarheim, sum vóru um hana, hennara seinastu tíð her og fyri gávur til Zarepta. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Børnini