mánadagur 20. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 159 - 20. august 2007
tíðindi
Tríati ár eftir at skúlin
í Runavík varð tikin í
nýtslu, er hann í dag
javnaður við jørðina.
Á sama staði verður
nú ein 2,5 sporaður
skúli bygdur, sum
lýkur øll krøv, ið
fólkaskúlin setir.
Byggikostnaðurin er
82 mió krónur
fólkaskúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Runavík: Tað sá helst
ógvusligt út hjá mongum,
tá stórar maskinur løgdu
tann 30 ára gamla skúlan í
grús eftir stuttari tíð.
Samstundis kundu tey
fegnast um, at nú var
umsíðir farið undir ta stóru
skúlaætlanina í kommun
uni.
Hóast talan er um eina
stóra ætlan, so er líkt til at
tíðarætlanin heldur. Og tað
skuldi hon helst eisini
gjørt.
Vit miða eftir, at teir
fyrstu
flokkarnir
kunnu
byrja skúlagongdina her
longu á nýggjárinum, sigur
Hans
Jacob
Lamhauge,
borgarstjóri.
Nú skúlin við framhalds
deildini í Runavík er í gerð,
hevur verið neyðugt at
finna aðrar útvegir fyri
undirvísingini hjá hesum
næmingum fram til jóla.
Skipað er tí soleiðis fyri,
at tvey av stóru samkomu
húsunum
í
kommununi
hýsa hesum næmingum í
eina tíð framyvir – 8.
flokkur í Elim í Søldarfirði
og 9. og 10. flokkur í
Kelduni í Skálafirði.
Frammanfyri
tíð og krøv
Arbeiðið við at byggja
henda nýggja skúlan er í løt
uni tað, sum sermerkir ein
stóran part av byggivirk
seminum í kommununi.
Tá arbeiðið verður liðugt,
kunnu skúlabørnini í Runa
vík eisini fara í ein skúla,
sum er útgjørdur við øllum
teim hentleikum sum krevj
ast í dag.
Sambært
tíðarætlanini
skal framhaldsdeildin byrja
aftur í nýggja skúlanum
eftir jólafrítíðina, og hinir
flokkarnir eitt ár seinni.
Nýggj krøv í lógum og í
undirvísing hava gjørt sítt
til, at kommunan hevur ver
ið noydd at finna eina aðra
loysn til næmingarnar í
framhaldsdeildini – og í
teimum yngru flokkunum.
Øðrvísi skipan
Við
nýggja
skúlanum
verður skúlin í kommununi
savnaður á tveimum støðum
ímóti fýra frammanundan.
Hetta førir aftur við sær,
at 4. til 10. flokkarnir nú
verða savnaðir á einum og
sama staði. Og hesir næm
ingarnir fáa haraftrat bestu
umstøður at virka undir og
læra tað, tey skulu.
Her verður somuleiðis
eitt stórt bókasavn uppá
500 fermetrar, ein kantina
sum kann rúma eini 150
fólkum og ein stór aula,
sum fer at verða sera væl
egnað til mentanarlig tiltøk
av ymiskum slagi.
Tann nýggi skúlin verð
ur toppmodernaður, slær
Hans
Jacob
Lamhauge
fast.
Vit vilja vera ikki vera
aftanfyri krøvini, men held
ur vera uppá forkant við
menningina, sigur borgar
stjórin.
470 næmingar
og fýra skúlar
Í dag eru fýra skúlar í
Runavíkar kommunu – í
Runavík, í Søldarfirði, á
Glyvrum og í Rituvík.
Við nýggja skúlanum í
Runavík verður skúlin
hereftir savnaður á tveim
um støðum: Forskúlin og
1. til 3. flokkur í Glyvra
skúla, og 4. til 10. flokk í
tí nýggja skúlanum í
Runavík. Enn er ikki
avgjørt, hvat skúlin í
Søldarfirði skal nýtast
til. Møguleiki er fyri, at
hann verður skúli fyri
børn við serstøkum tørvi.
Skúlin í Rituvík verður
ansingarstovnur. Íalt eru
einir 470 næmingar í
fólkaskúlanum í Runa
vík.
- Vit vilja vera uppá forkant við menningina, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavík. Aftanfyri verður arbeitt av øllum alvi, soleiðis at næmingarnir í
framhaldsdeildini sleppa í nýggja skúlanum á nýggjárinum
Mynd: Snorri Brend
Nýggjur skúli
til framtíðina
Nýggi skúlin í Runavík
verður toppmodernaður og
vakur á at líta