mánadagur 20. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 20. august 2007
17
tíðindi
- Vit eru komin uppá
20 børn, men um tveir
mánaðir verða vit 24.
Tá er dagstovnurin
eisini fullur av
børnum, sigur Tóra
Johannesen, leiðari
av dagstovninum í
Skálafirði
barnaansing
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálafjørður: Stórur tørv
ur hevur verið – og er fram
vegis – á ansingarplássum í
Runavíkar kommunu.
Sum eina fyribilsloysn
hevur kommunan tikið av
gerð um, at brúka stóra og
væl útgjørda samkomu
húsið Keldan til slíkt.
Dagstovnurin byrjaði í
apríl mánaði, og hava tey so
við og við tikið børnini inn.
Hetta varð gjørt fyri at børn
ini kundu venja seg við
stovnin og øvugt.
Í Kelduni eru tvær stovur
við plássi til 12 børn í hvørj
ari. Hetta eru vanliga stovur,
ið samkoman nýtir til sítt
barnaarbeiði. Nú verða tær
so brúktar at ansa børnu
num, ið eru úr Runavík og
av Skála.
Ætlanin er annars at
byggjast skulu tveir barna
garðar aftrat í kommununi
– ein í Søldarfirði og ein á
Skála.
Tvær stovur
Hóast hesi hølini ikki eru
bygd til dagstovn sum so,
lata starvsfólkini væl at
teimum.
Í barnaarbeiðinum hjá
samkomuni hava børnini
havt tvær serstakar barna
stovur – Reyðastova og
Bláastova, og tað eru hesar
sum dagstovnurin nú ger
nýtslu av.
Skipað er soleiðis fyri, at
ansingin fer fram í erva,
meðan skrivstova, goymsla
og inngongd eru í niðastu
hæddini.
Uttanfyri er gjørt eitt
spælipláss við tí, sum hósk
ar til hesi børnini. Serlig
atlit mugu takast til teirra,
tí her er talan um børn í
vøggustovualdri: Tað elsta
er tvey ár og tað yngsta
hálvt.
Í dagstovninum arbeiða
átta fólk, umframt leiðaran,
soleiðis at tað altíð eru trý
starvsfólk til hvørja stov
una.
Hon valdi at vera inni ta
fyrstu løtuna. Men ikki
mundi ganga long tíð til hon
eisini var uttandura
Børnini trívast
í dagstovninum
Byrja í næstum
Sum víst á í hinari greinini á síðuni, hevur Runavíkar kommuna stóran tørv á
ansingarplássum. Fyribils er ein loysn funnin fyri 24 av børnunum í Kelduni í
Skálafirði. Men kommunan hevur ætlanir um veruligar loysnir. Hans Jacob Lamhauge
sigur, at ætlanin er at byggjast skulu tveir barnagarðar í kommununi – ein á Skála og
ein í Søldarfirði. Ætlanin er at seta fyrsta spakan í jørðina á Skála í næstum, meðan
arbeitt verður við at fáa tey formellu viðurskiftini í lagi í Søldarfirði.
Børnini stuttleika sær
uttanfyri í tí góða
veðrinum. Ein sandkassi er
altíð kærkomin hjá teimum
smáu
Væl ílatin og klárur at seta spakan í sandin