mánadagur 20. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 159 - 20. august 2007
tíðindi
»Tíðin legg tínar
veingir saman bert
hesa stund«, sjáldan
hava orðini hjá
Poul F. Joensen, úr
yrkingini »Á kundi
á tíðarhavi« virkað
meira hóskandi, enn
tá Hanus sang tey
hóskvøldið
Ummæli
Orð og myndir:
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Donsku tónleikarættinda
felagsskapirnir Koda og
Gramex høvdu boðið Før
oya fólki á fund í Norður
landahúsinum við tí enda
máli at vísa, hvat felags
skapirnir arbeiða við. Teirra
virkisøkið er tónleikur og
júst tónleikur var tað, ið var
á skránni.
Koda og Gramex høvdu í
samráð við Norðurlandahú
sið í Føroyum sett eina sera
fjølbroytta skrá saman. Uni
ted Voices, Benjamin Peter
sen, Aldubáran, Hanus og
danski trubadururin Sebas
tian gjørdu hvør í sínum
lagi og onkra løtu saman,
sítt fyri at gera løtuna minni
liga fyri okkum, ið vóru
komin saman.
Hóast øll nøvnini á sín
hátt vóru spennandi, so
vóru størstu upplivingarnar
teir
báðir
trubadurarnir
Hanus og Sebastian, og ser
liga løtan við Hanusi og
Aldubáruni var ógloym
andi.
Eitt gott kór
United Voices áttu heiðurin
at leggja fyri. Har var nær
um fullsett í salinum í
Norðurlandahúsinum,
tá
kórið undir leiðslu av Sigrid
Rasmussen fór á pall. Við
sær høvdu tey ein vælspæl
andi bólk mannaðan við
góðum
tónleikarum
av
verðsliga
og
kristiliga
tónleikapallinum. Tey løgdu
tó fyri uttan fylgispæl við
einum lagi eftir abba Sigrid
Rasmussen, Jens Guttesen.
Sum heild var væl sungið,
men einki útum tað vanliga,
og lagið var eisini rættiliga
vanligt, og hetta vísti seg at
vera størsti trupulleikin hjá
United Voices, her vórðu
eingi mark flutt. Kórið
syngur væl. Hetta eru nak
rar av fremstu røddunum á
krisitiliga tónleikapallinum,
men talan er ikki um eitt
superkór í stíl við Tarira,
har tú fært gásarhold av
vælveru, hvørja ferð tey
lata munnin upp. Tí hevði
verið ynskiligt, at skráin
var eitt sindur meira áhuga
verd, enn hon var. Stóra
plussið við United Voices
vóru mannligu solistarnir.
Jónsvein Heinesen royndi
seg í einum gospellagi hjá
Regini Guttesen, og hesin
maður hevur eina frálíka
rødd við júst tí neyðuga
kantinum fyri at verða ein
góður solistur. Hann royndi
eisini í besta gospelkór stili
at seta lív í fólk. Men tann
stóra sanggleðin, ið vanliga
strálar úr amerikanskum
kórum innan hesa tónleika
grein, var ikki at finna her,
og uttan hana virkar gospel
nokkso løgið.
Heine og Elvis
Heine Lützen var solistur í
tveimum seinastu løgunum,
ið hann eisini sjálvur hevði
skrivað. Tað fyrra av hesum
var eitt enskmælt lag, ið
ikki var serliga spennandi.
Men tá tey endaðu við
klassikaranum
»Tíðirnar
Skifta«, kom fyrstu ferð eitt
sindur av flog undir fram
førsluna. Heine hevur ein
lítlan Elvis í búkinum, og á
onkran hátt sat eg við eini
kenslu av, at um hann bara
lat Elvis sleppa, hevði fram
førslan veruliga farið á
flog.
Alt í alt var upplivingin
tó eitt sindur sum rugbreyð
við livradeiggi, fínasta slag,
men ikki so nógv meira enn
tað.
Næstur á pallin var Benja
min Petersen. Núverandi
Deja Vu og fyrrverandi
Brandur Enni og All That
Rain gittarleikarin er ein
framúrskarandi gittarleik
ari, ið smitar vanahugsan á
bláman, tá hann fer á pall.
Manningin við Mikael Blak
á bassi, Brandi Jacobsen á
trummum, Gunnar Guttesen
á tangentum og Tróndi
Olsen á trompet, bar boð
um, at her fór ivaleyst at
vera talan um jass. Men
tónleiklurin lat seg ikki so
lætt seta í bás, og gjørdist
størsta upplivingin fyri meg
eitt lag, sum nokk best kann
lýsast sum popputur tung
málmur. Instrumentali tón
leikurin riggaði væl og
gjørdist ongantíð keðiligur.
Spældu á
hjartastreingir
Aldubáran átti ein høvuðs
leiklut á konsertini hós
kvøldið, umframt fram
førslu undir egnum navnið,
spældi bólkurin undir hjá
Hanusi og fór eisini á pall
við Sebastian í einum lagi.
At Aldubáran altíð borgar
fyri góðsku er alment kent.
Hetta eru okkara bestu
klassisku tónleikarar, og
tað er við bivandi hjarta, at
eg fari undir at skriva um
tey. Hóast tey eru ómetaliga
dugnalig, so er smakkurin
ikki altíð nummar eitt, og
klassisku tónleikapettini, ið
vóru á skránni hóskvøldið
vóru ikki tey mest spenn
andi. Eisini tyktist innliv
ingin at halta eitt sindur, og
hóast stykkini ikki vóru so
long, tyktist løtan long.
Hetta broyttist tó fullkomi
liga, tá Hanus trein á pallin.
Við tveimum Jacob Sande
tulkingum og tveimum løg
um av Boquet, vístu Hanus
og Aldubáran, hvat innligt
merkir, og tá eykalagið: »Á
kundi á tíðarhavi« ljómaði í
salinum, varð løtan fullkom
in, og sum Poul F. sigur í
hesi vøkru yrking, so var
hetta »Løtan hin signaða
ríka«, og væl vitandi um, at
lagið var so stutt, ynskti eg,
at tíðin skuldi leggja saman
sínar veingir bert hesa
stund.
Rørandi løta við
Sebastiani
Eftir ein steðg var høvuðs
navnið, navnframi danski
trubadurin
Sebastian
á
skránni. Hesin úrmælingur
hevur seinastu 30 árini
givið
30
útgávur
út,
umframt at hann hevur
skrivað tónleik til eitt ótal
av sjónleikum, sangleikum,
filmum og øllum møgu
ligum øðrum. Tað man tí
vera ómetaliga torført hjá
Sebastian, at gera eina
spæliskrá uttan at skuffa
onkran, ið vil hoyra okkurt
ávíst lag. Men skráin hetta
kvøldið var góð. Sum hann
sjálvur segði, so var okkurt
gamalt á skránni og okkurt
nýtt. Ja, okkurt var enntá
rættiliga spildurnýtt. Her
var serliga spennandi at
hoyra løg úr einum spildur
nýggjum leiki, ið Sebastian
hevur skrivað til næmingar
á donskum skúlum at fram
føra.
Sebastian vísti eins og
Hanus stóra inniligheit, og
við síni trilvandi rødd segði
hann okkum lítlar søgur
millum løgini, og tú kundi
ikki latað vera við, at hugsa
hvussu henda røddin, kundi
megna at syngja so inniligt
og rørandi. Mest rørandi
løtan var framførslan av
»Du er ikke alene«, ið hann
ognaði vinmanni sínum
Peter Thorup, ið andaðist
her fyri.
Sebastian endaði fram
førsluna við at bjóða Aldu
báruni á pallin við sær. Tey
høvdu bert vant saman eina
lítla løtu sama seinnapart,
men
Aldubáran
vísti,
hvussu væl tey hóska til at
arbeiða saman við trubadur
um. Hóast, tað ikki var heilt
líka
inniligt
sum
við
Hanusi,
so
var
løtan
dýrabær
og
dekan
ov
ódrúgv.
…og løtan hin signaða ríka
Sebastian bjóðaði Aldubáruni við sær á pall
Hanus og Aldubáran høvdu bestu framførsluna á kvøldinum
Heine Lützen
hevur ein lítlan
Elvis í búkinum