mánadagur 20. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 20. august 2007
19
tíðindi
Føroya Skúlabóka-
grunnur gevur út
tvær fløgur aftur við
bókini um Mandy
fløguútgáva
Kelda: www.fsg.fo
Nú skúlarnir byrja aftur,
eru samstundis 25 ár liðin
síðani fyrsta fløgan kom
í búðirnar. Tað var hin 17.
august 1982, at fyritøkan
Philips gjørdi fyrsta talgilda
eintaki av The Visitors hjá
ABBA. Vit tóku skjótt orðið
fløga til okkum. Íslendingar
tóku heitið geisladiskur. Tað
var Jóhan Hendrik Winther
Poulsen, sum gjørdi bæði
føroyska og íslendska
orðið fyri the compact disc,
talgilda tónleikadiskin.
Nú fløgan sum miðil
hevur fjórðingsøld á baki,
gevur
Føroya
Skúlabókagrunnur út tvær
fløgur aftur við nýggju
bókini um Mandy. Talan er
um fløguna “Sangir”, sum
eru 14 public domanin
sangir, sum eru fríir at
brúka í undirvísingini og
ein fløga við upplesturi, har
allur teksturin í bókini
Mandy at home hoyrist.
Sostatt kann allir teksturin
leggjast í fløguspælaran,
heima ella í bilinum, og
upplivast gjøgnum oyra.
Eftir at fløgan við ABBA
kom
á
marknaðin
við
skúlaársbyrjan í 1982, vóru
tað serliga Dire Straits, ið
gjørdu fløguna kenda. Tað
var við útgávuni Brothers
in arms (1985). Í Bretlandi
eru tónleikfløgur enn mest
nýtta
jólagávan.
Men
kappingin er hørð. Hóast
tónleikafløgan
enn
er
keldan, brúka flestu ungu í
dag iPod og MP3 spælarar.
Fyrstu 6 mánaðirnar í ár er
bretska fløgusølan minka
10%.
Samstundis
er
tónleikasølan av netstøðum,
downloads, økt við 50%.
Tey, sum lesa á nýggju
fløguni Mandy at home eru:
Sharon Christiansen, Philip
Cleasby, Howard Farnoush
Freemantle, Hannah Morag
Philbrow, Sue Philbrow,
Michael Reveal og Jackie
Skúvadal.
Grafiksstudio
hevur gjørt upptøkurnar.
Tey, sum syngja á nýggju
fløguni Sangir eru: Andrias
Samuelsen,
Rasmus
V.
Samuelsen, Konni Kass
Jakobsen, Rakul Petersen,
Símun
Lützen,
Herluf
Lützen, Paula Danielsen og
Kinna
Poulsen.
Pauli
Hansen hevur samskipað
fløguna og Herluf Lützen
hevur
staðið
fyri
tónleikinum og forriting.
Tað er Bókamiðsølan, ið
selur útgávurnar hjá Føroya
Skúlabokagrunni.
Fløgan
25 ár