mánadagur 20. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 159 - 20. august 2007
tíðindi
Hóast tey ikki altíð
eru so sjónlig,
eru tað sjófólkini,
sum í stóran mun
halda okkara
samfelag uppi, minti
fiskimálaráðharrin,
Bjørn Kalsø,
á, tá hann setti
Sjómannadagin 2007
Sjómannadagur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í setanarrøðuni segði fiski
málaráðharrin millum ann
að, at hann kendi tað sum
ein serligan heiður at sleppa
at geva sítt íkast til hendan
dagin, har hann kom so tætt
at sínum málsøki og teimum
fólkum, sum hava sítt ger
andislív í fiskivinnuni.
Avbjóðing
Sjófólk hava í allar mátar
uppiborið, at serligt ljós
verður varpað á tey. Ein
dagur, sum hesin, styrkir
virðingina fyri sjóvinnuni,
segði Bjørn Kalsø, fiski
málaráðharri.
Hann legði afturat, at
hóast fiskiskapur er kjarnin
í sjóvinnuni, so kann hann
ikki standa einsamallur.
Skal okkara sjóvinna fylgja
við, má hon alsamt menna
seg við betri skúling og
trygd, meir framkomnum
tólum og eftirmetingarskip
anum.
Eg vóni ikki, at tit, sum
hava tykkara lív í sjóvinn
uni, síggja hesi framtíðar
krøv sum eina hóttan, men
heldur sum eina neyðuga
og avbjóðandi menning av
tykkara yrki, segði fiski
málaráðharrin.
Rætta umhvørvið
Við
egningarskúrunum
øðrumegin og Vánni hinu
megin dugdi fiskimálaráð
harrin illa at ímynda sær
eitt betri hóskandi umhvørvi
fyri Sjómannadagin enn
júst Klaksvíkina og Stanga
brúnna.
Eisini helt hann tað vera
stuttligt at síggja, hvussu
væl tað var eydnast fyri
reikararnum at hava børnini
við í ymsum, sum tey
vaksnu vanliga takast við
Tað er hugaligt at síggja,
hvussu
Sjómannadagurin
megnar at ítøkiliggera nógv
av tí, sum fyrr var ein
sjálvfylgja, men sum nú er
við at fara í gloymibókina,
segði Børn Kalsø, fiski
málarráðharri millum ann
að, áðrenn hann lýsti Sjó
mannadagin 2007 at vera
settan.
Sjómannadagurin
ger nógv fyri at hava
børnini við í tí, tey
vaksnu annars takast
við
Sjómannadagur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey smáu gjørdu stór eygu,
tá onkur av teimum størru
var so djarvur at taka ein
yvirvaksnan krabba upp úr
einum av mongu kørunum
við fiski og sjódjórum, sum
vóru sett upp á Stongunum
í Klaksvík.
Børnini við
Allan leygardagin hingu
børnini við nøsini tætt niður
móti sjónum í kørunum við
løgnu verunum. Spurning
arnir flugu gjøgnum luftina,
og tey vaksnu vóru fús at
svara, sum frægast.
Sum fiskimálaráðharrin
Bjørn Kalsø nevndi í set
anarrøðuni, var tað stuttligt
at síggja, hvussu væl tað er
eydnast á Sjómannadegnum
at hava børnini við í tí, tey
vaksnu takast við.
Børnini høvdu longu havt
sína
egnu
fiskikapping
Sjómannadagur vísir
sjófólkum virðing
Forvitnisligt fyri b
Tað kravdi sín lítla mann at tora at lyfta krabbar og annað
upp úr forvitnisligu kørunum á Sjómannadegnum
- Ein dagur sum hesin
er avgjørt við til at
knýta og styrkja bond
innan sjóvinnuna, segði
fiskimálaráðharrin, Bjørn
Kalsø millum annað, tá
hann setti Sjómannadagin
2007