mánadagur 20. august 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 20. august 2007
21
tíðindi
21 ára gamli Ólavur
Jacobsen úr Klaksvík
gjørdist nýggjur
føroyameistari í
egning á Sjómanna
degnum leygardagin
Sjómannadagur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyrstu ferð, hann luttók í
Føroyameistarakappingini í
egning var á fyrsta Sjó
mannadegnum í 2005. Tá
bleiv Ólavur Jacobsen úr
Klaksvík aftastur. Í fjør
royndi hann seg so aftur og
náddi tá upp á eitt sætta
pláss.
Uppreisn
Men í ár skuldi tað so
umsíðir eydnast. Seinna
partin leygardagin tryggjaði
21
ára
gamli
Ólavur
Jacobsen sær fyrsta plássið
og harvið føroyameistara
heitið í egning. Honum á
baki komu Martin Simonsen
og John Havn, báðir úr
Klaksvík.
Ólavur Jacobsen var ikki
sørt ovfarin av sigrinum, tí
hann helt seg vita, hvat
hann kundi vænta sær.
John, Martin og eg
plaga altíð at kappast um,
hvør egnir skjótast, og eg
tapi næstan altíð, sigur
Ólavur Jacobsen, sum nú
rættiliga fekk uppreisn.
Styrkivenjing hjálpti
Ólavur
Jacobsen
hevur
verið fastur egnari hjá Kalla
nesi í mong ár. Men síðani
hann fór í læru sum húsa
smiður fyri nøkrum mánað
um síðani, hevur hann stórt
sæð ikki egnt.
So eg eri ikki í serliga
góðari venjing í so máta.
Tað skal tó sigast, at eg havi
styrkivant rættiliga nógv
seinastu tíðina, og tað hevur
givið úrslit. Eg eri betri fyri
kropsliga í allar mátar og
eri nokk eisini blivin meir
fimur, heldur Ólavur Jacob
sen.
Nýggi føroyameistarin í
egning viðgongur, at honum
dámar stak væl at kappast.
Føroyameistaraheitið
gav
honum pláss á eini stórari
egnikapping í Íslandi næsta
ár, og Ólavur Jacobsen er
fúsur at fara avstað. Har
umframt fekk hann eina
peningagávu á 5000 kr.
Úrslitið
leygardagin
hevði sostatt við sær, at tað
ikki eydnaðist tvífaldaða
føroyameistaranum í egn
ing, John Havn, at endur
vinna heitið á triðja sinni.
John Havn endaði á triðja
plássi, meðan Martin Sim
onsen
gjørdist
nummar
tvey.
Teir tríggir egnararnir
fingu allir steyp til ognar.
Besti
egnarin
funnin
børnini
fríggjakvøldið, og leygar
dagin sluppu tey aftur upp í
leikin. Um middagsleitið
fóru menn úr grindafelag
num nevniliga at skera upp
tveir grindahvalir, meðan
teir greiddu frá, hvussu
hetta eigur at gerast, og
hvussu tað ymska á grind
hvali eitur.
Nýggi føroyameistarin í egning helt, at tað mundi vera styrkivenjingin, sum var komin honum til
góðar í kappingini í ár
Føroyameistarakappingin í
egning var aftur í ár eitt av
stóru hæddarpunktunum á
Sjómannadegnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Stangabrúgvin var full av
fólki, tá Bjørn Kalsø setti
Sjómannadagin 2007.
Upp ímóti 7000 fólk vitjaðu
tiltøkini í Klaksvík, og alt gekk
fyrimyndarliga
fyri seg, sum eitt familjutiltak
skal gera, sigur ein av
fyriskiparunum,
Karl Birgir Isaksen