Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 159 - 20. august 2007 tíðindi Eftir eina sera harða og dramatiska kapping eydnaðist tað Oben Poulsen at endurvinna føroyameistaraheitið í sjómanstaki á Sjómannadegnum í gjár Sjómannadagur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Sjálv finalan í sjómanstaki stóð millum verandi føroya­ meistaran, Oben Poulsen, úr Miðvági og Ásmund Joensen úr Klaksvík. Men langt áðrenn tað kom har til, vísti miðving­ urin, at hann er gjørdur úr onkrum serligum tilfari, tá tað ræður um at taka sjó­ manstak. Hóast tað fleiri ferðir var um reppið, eydna­ ðist tað ongum at fáa armin hjá Oben Poulsen so frægt niður móti borðinum, at hann varð við undirlutan. Longu í hálvfinaluni millum Oben Poulsen og Ísak Petersen av Viðareiði, varð lagt upp til ein sannan gysara. Kappingin mátti steðgast fleiri ferðir, tí onkur albogi hevði lyft seg ov langt upp frá borðinum. Til endan vóru armar so eymir og menn so móðir, at teir máttu sleppa at hvíla seg. Tá teir báðir brustu saman aftur løtu seinni, mátti viðoyingurin tó lúta til endan. Í finaluni móti Ásmundi Joensen prógvaði Oben Poulsen so enn einaferð, at føroyameistaraheitið í sjómanstaki fyribils liggur trygt í hansara lógva. Øðrvísi borð Í kappingini í sjómanstaki á Sjómannadegnum í fjør sótu luttakararnir á stólum við eitt borð, meðan teir Fyrireikararnir av Sjómannadegnum meta, at gott 1000 gestir vóru til stóra morgunmatarborðið leygarmorgunin Sjómannadagur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Aftur í ár byrjaði Sjómanna­ dagurin í Klaksvík við stór­ um morgunmatarborði á Stangabrúnni Savningarstað Ikki færri enn 50 tænarar syrgdu fyri, at øll fingu wienarbreyð og ein heitan munn, sum mundi koma væl við í vakra men eitt sindur kalliga veðrinum. Tá avtornaði vóru fleiri hundrað litrar av kaffi og meir enn túsund bitar av wienarbreyði farnir niður um, vita fyrireikararnir at siga. Nógv trokan var fram við 40 metra langa borðinum, líka til seinasti bitin varð svølgdur. Tað var tó neyvan tann stóra svongdin, sum gjørdi borðið so lokkandi. Tað var í øllum førum týði­ ligt, at tey flestu nýttu løt­ una sum eitt fínt høvi at fáa sær eitt huganligt prát við onkran. Borðið gjørdist so at siga fyrsta savningastaðið á Sjómannadegnum. Tað vóru fyrireikararnir av Sjómannadegnum, sum stóðu fyri hesum partinum av tiltakinum. Í tí sambandi vilja teir fegin nýta høvi at takka teimum mongu spon­ sorunum av Sjómannadeg­ num, ið teir flestu vilja vera ónevndir. ­ Uttan teir hevði tað als ikki borið til at skipa fyri einum so stórum og ókeypis borðhaldi, sum hesum, sigur Niklas Heri Jákupson, ið er ein av fyrireikararun­ um. Ein heitur kaffimuður og eitt hugnaligt prát við stóra morgunmatarborðið settu sín serliga dám á Sjómannadagin fyrrapartin leygardagin Dramatiskt sjómanstak Í finaluni móti Ásmundi Joensen prógvaði Oben Poulsen enn einaferð, at føroyameistaraheitið í sjómanstaki fyribils liggur trygt í hansara lógva Meir enn 1000 gestir til morgunmat