mánadagur 20. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 159 - 20. august 2007
tíðindi
”
Meðan ung sum
eldri hugnaðu
sær á Kósabrúnni
og á Stongunum
fríggjakvøldið,
leygardagin og
sunnunáttina, var
Skálin fríggjadagin
karmur um
áhugaverda
fiskivinnustevnu, sum
setti fokus á okkara
høvuðsvinnu
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við Føroya
Sjómannadag, skipaðu
klaksvíkingar seinnapartin
fríggjadagin fyri
fiskivinnuráðstevnu í
Skálanum.
Hetta var onnur
ráðstevnan av hesum slagi
í Klaksvík nýggjari tíð.
Hin fyrra varð hildin á
sjómannadegnum fyri
einum ári síðan.
Føroya Sjómannadagur
er við til at seta sín serliga
dám á teir menn og
kvinnur, ið virka innan
okkara høvuðsvinnu.
Stigtakarar til fiskivinnu
ráðstevnuna eru Auðunn
Konráðsson, sum er
formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna, Jákup
Sólstein, formaður í
Føroya Reiðarafelag og Óli
M. Lassen, sum eitt nú er
útgerðarmaður hjá
línuskipinum Jákupi B.
Miðdepilin
Kla0ksvíkin er eyðkend
fyri sín leiklut sum
fiskivinnumiðdepil Føroya.
Sereyðkennið hevur
verið, at vit hava havt ein
stóran útróðrarog
línuflota. Men seinastu
tíðina er flotin vorðin alt
meira fjøltáttaður.
Klaksvíkin verður eisini í
framtíðini ein
fiskivinnumiðdepil.
Í sambandi við
ráðstevnuna, hava
fyrireikararnir gjørt eitt
faldara, sum lýsir ymiskar
tættir í høvuðsvinnuni, og
undan ráðstevnuni hesaferð
søgdu teir seg vóna, at
tiltakið kann verða við til
at geva fólki eina størri
vitan um høvuðsvinnuna.
Teir, sum høvdu
framløgur fiskivinnuráð
stevnuni, vóru Kjartan
Hoydal, sum tosaði um
fiskivinnupolitikk og
fiskidagaskipanina, Bjarni
Arnason, ið greiddi frá
støðuni og lønseminum hjá
fiskiskipaflotanum,
íslendski fiskifrøðingurin,
Magnus Thór
Hafsteinsson, sum tosaði
um íslendsku fiskivinnuna,
Bjørn Kalsø, sum serliga
greiddi frá toskinum og
Meinhard Jacobsen, ið
viðgjørdi evnið – at virka
innan fiskivinnu á sjógvi
og landi.
Eftir framløgurnar, sum
Sosialurin fer at venda
aftur til, varð skipað fyri
pallborði, og her vóru
luttakararnir Bjørn Kalsø,
Kjartan Hoydal, Auðunn
Konráðsson, Jákup
Sólstein, Anfinn Kallsberg
og Meinhard Jacobsen.
Stórur áhugi
Eins og í fjør, savnaði
fiskivinnuráðstevnan aftur
hesaferð nógv fólk, og
áhugavert var á líða á tey
sjónarmið, sum
luttakararnir høvdu at bera
fram.
Ein stórur partur av
áhoyrarunum vóru
”slipsamenn” úr
høvuðsstaðarøkinum, sum
umboða ymiskar stovnar
og fyritøkur, ið hava
áhugamál í fiskivinnuni,
men fleiri skiparar og
útgerðarmenn úr Klaksvík
vóru eisini við.
Ráðstevnan eydnaðist
sera væl, og nógv ymisk
sjónarmið og áhugaverdar
lýsingar um okkara
høvuðsvinnu vóru frammi.
Alt hetta fara vit at
venda aftur til í Sosialinum
hesi vikuni.
Føroya Sjómannadagur:
Tóku álvarsmálini upp í S
Eins og í fjør, savnaði
fiskivinnuráðstevnan í
Klaksvík aftur hesaferð
nógv fólk, og áhugavert
var á líða á tey sjónarmið,
sum luttakararnir høvdu at
bera fram Mynd: Vilmund
Jacobsen
Sereyðkennið
hevur verið, at
vit hava havt ein
stóran útróðrar-
og línuflota.
Men seinastu
tíðina er flotin
vorðin alt meira
fjøltáttaður..
(Fyrireikararnir til
fiskivinnuráðstevnuna)