mánadagur 20. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 20. august 2007
27
tíðindi
Feskfiskaflotin
í trupulleikum
- Vinnulívsmenn verða kallaðir kraddarar
og verða lagdir undir at ræna ogn Føroya
fólks, sigur Jákup Sólstein, sum var ein av
fyriskiparunum av fiskivinnuráðstevnuni í
Klaksvík
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av niðurstøðunum, sum fyrireikararnir til stóru
fiskiráðstevnuna í Klaksvík, høvdu gjørt sær undan
sjálvari stevnuni, er, at stórur partur av fiskiflotanum
hevur trupulleikar.
- Útlitini hjá feskfiskaflotanum í 2007 eru ikki av
teimum bestu.
Tað ásannar Jákup Sólstein, formaður í Føroya
Reiðarafelag, sum hevur verið við til at fyrireika
ráðstevnuna.
- Høgir oljuprísir, hækkandi renta, trupulleikar við at
fáa fólk og versnandi fiskiskapur eru við til at gera
støðuna hjá fleiri skipabólkum trupla.
Jákup heldur, at tað má vera eindømi í vesturheiminum,
at størsta vinnan í einum landi, sum í okkara føri stendur
fyri umleið 94% av útflutninginum, er fyri so hørðum
ágangi, sum okkara fiskivinna er.
- Vinnulívsmenn verða kallaðir kraddarar og verða
lagdir undir at ræna ogn Føroya fólks, sigur hann.
Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at henda ferðferð
hevur havt við sær, at hópur av vinnulívsmonnum, ið
vóru við til at seta gongd á búskapin eftir kreppuna fyrst í
nítiárunum, í dag hava selt síni vinnutól.
- Hesi veiðitól eru í stóran mun seld til samtøk, har
útlendskur kapitalur í ríkiligt mát er inni í myndini, sigur
Jákup Sólstein.
Hann heitir tí á myndugleikarnar um at geva vinnuni
sømiliga viðgerð og sømilig kor.
- Fiskivinnan stendur fyri størsta partinum av
útflutningi Føroya, og lønútgjaldingarnar hjá
fiskiídnaðinum á sjógvi og landi eru umleið 20% av
løngjaldingunum í Føroyum.
Sum formaður í Føroya Reiðarafelag heitir hann
staðiliga á myndugleikarnar um at nýta vit og skil í
viðgerðini av okkara fiskivinnu.
Hann sigur, at neyðugt er at skipa so fyri, at Føroyar
framhaldandi mugu hava ein vinnubygnað, sum ger tað
møguligt hjá monnum at eiga skip ellla útróðrarbát.
- Fiskivinnan ynskir at virka í positivum samljóði við
samfelagið, soleiðis at okkara virksemi bæði lívfrøðiliga,
sosialt og búskaparliga er burðardygt – fyri skip,
manningar og samfelag, sigur Jákup Sólstein, formaður í
Føroya Reiðarafelag og ein av fyriskiparunum av
fiskivinnuráðstevnuni.
Skulu vit í Føroyum
framhaldandi hava
smærri reiðaríir, er
neyðugt at gera tað
meira einfalt og livilit
í vinnuni
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt av endamálunum við
fiskivinnuráðstevnuni er at
geva íblástur til
framhaldandi virðiliga
viðgerð av
fiskivinnupolitikkinum í
Føroyum.
- Fiskivinnupolitikkurin
er partur av
vinnupolitikkinum í
Føroyum, og tí vóna vit, at
ein slík
fiskivinnuráðstevna sum
hendan vil viðvirka til, at
fiskivinnan verður
viðgjørd út frá einum
breiðum pragmatiskum
sjónarhorni, sigur teir
tríggir, sum eru stigtakarar
til ráðstevnuna, Auðunn
Konráðsson, Jákup
Sólstein og Óli M. Lassen.
Teir vísa á, at fiskivinnan
”tigandi hevur eygleitt
samfelagsligu gongdina,
har vinnan hevur verið fyri
órímiligum ágangi. Vinnan
er komin til eitt vegamót,
har vit mugu ásanna, at
niðurskurðir ár eftir ár
hava havt við sær, at tað
gerst alsamt meira trupult
at virka í vinnuni”.
Fyrireikararnir halda, at
skulu vit í Føroyum
framhaldandi hava smærri
reiðaríir, er eingin ivi um,
at neyðugt er at gera tað
meira einfalt og livilit í
vinnuni.
- At rópa um niður-
skurðir upp á 2-3% á
hvørjum ári, samstundis
sum vinnan roynir at keypa
dagar fyri at kompensera
fyri árliga niðurskurðinum,
er sum at spæla matador,
halda teir tríggir, sum vit
eisini fara at venda aftur til
í vikuni.
Skálanum
- Veiðitól eru í stóran mun seld til samtøk, har útlendskur
kapitalur í ríkiligt mát er inni í myndini, sigur Jákup Sólstein,
formaður í Føroya Reiðarafelag og ein av fyriskiparunum av
fiskivinnuráðstevnun
Mynd: Vilmund Jacobsen
Íblástur til virðiliga
viðgerð av fiskivinnuni
Fiskivinnuráðstevnan í
Klaksvík eydnaðist sera
væl. Við pallborðið sita, f.v:
Magnus Thór Hafsteinsson,
Anfinn Kallsberg, Bjørn
Kalsø, Auðunn Konráðsson,
Meinhard Jacobsen, Kjartan
Hoydal og Jákup Sólstein
Mynd: Vilmund Jacobsen