mánadagur 20. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 156 - 20. august 2007
Á fundinum fyri
føroyskum KODA
og Gramex limum
kom fram, at einasta
gongda leiðin hjá
tónleikavinnuni
er at góðtaka og
gagnnýta talgildu
kollveltingina, ið fer
um allan heim við
alnetinum á odda
TÓNLEIKUR
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Eini 60 limir og onnur
áhugað vóru komin saman
til árliga fundin hjá KODA
og Gramex, ið varð hildin
upp í Norðurlandahúsinum
hósdagin.
Umframt at tosa um
núverandi støðuna hjá
báðum feløgunum, og hvat
tey tókust við í løtuni, so
var meginparturin av
fundinum nýttur til tveir
fyrilestrar, ‘Digitale trends’
og ‘Musik på internettet’.
Taka broytingina til sín
Fyrri fyrilesturin, ‘Digitale
Trends’, var hildin av
Anette Kure Corneliussen,
sum er dagligur
dokumentatiónsleiðari hjá
Gramex.
Hon prátaði um
broytingarnar, sum
tónleikavinnan stóð yvir
fyri. Meðan sølutølini hjá
fløguni minkað, veksur
sølan av niðurtøkum
støðugt. Og hóast fløgur
neyvan fara at doyggja
heilt, so er og fer alnetið at
vera vegurin fram hjá
tónleikinum.
Corneliussen greiddi
síðani frá, at tónleikarar og
onnur í vinnuni áttu heldur
at tikið hesa broytingina til
sín enn at skúgvað hana til
viks.
Tónleikur á netinum
Eftir ein stuttan steðg við
kaffi og smákakum var
annar fyrilesturin, ‘Musik
på internettet’, á skránni.
Fyrilesari hesaferð var
Martin Gormsen, varastjóri
hjá KODA.
Meðan fyrlesturin
frammanundan var eitt
sindur óítøkiligur, so fór
Gormsen stig fyri stig
gjøgnum ymsu
meginreglurnar hjá KODA
og Gramex viðvíkjandi
tónleiki á alnetinum.
‘Baktónleikur á
heimasíðum’, ‘útvarp á
alnetinum’, ‘podcasts’ og
sjálvandi eisini ‘niðurtøka
av sangum’ vóru nøkur av
evnunum, sum hann kom
inn á.
Martin Gormsen tók
eisini undir við
starvsfelaga sínum, og
legði dent á, at ‘online er
godt for musikken’.
Strandaður í Stavanger
Eftir enn ein steðg við
meiri kaffi og fleiri
smákøkum, fingu fólk høvi
at seta spurningar.
Upprunaliga skuldi ein
fyrilestur vera aftrat, men
hesin varð avlýstur, av tí at
fyrilesarin, Henrik Leschly,
var strandaður í Stavanger
orsaka av vánaligum
floglíkindum. So ein
spurnarløta varð ístaðin.
Dúgliga varð spurt, og
umboðini megnaðu í flestu
førum at svara nøktandi.
Onkur vildi vita, hvussu
nógv støð í Føroyum goldu
KODA-pening, og onkur
annar hevði spurningar
viðvíkjandi
heimasíðuskipanini hjá
KODA. Nógvir
áhugaverdir spurningar frá
føroysku luttakarunum.
Samanumtikið eitt
áhugavert og kunnandi
tiltak, sum, umframt at
kunna um KODA og
Gramex, varpaði ljós á
talgildu menningina og
tess møguleikar.
Talgilda øldin skal umfevnast
KODA
“KODA er ein non-profit limafelagskapur, ið tekur
vara av upphavsrættindum hjá tónaskøldum,
sangskrivarum og forløgum í Føroyum, Grønlandi og í
Danmark, tá teirra tónleikur verður nýttur í almennum
høpi.”
úr faldaranum ‘KODA í Føroyum’
“Gramex er ein sjálvstøðugur felagsskapur, sum er
góðkendur av danska mentamálaráðnum til at
umsita fíggjarligu rættindini hjá virknum listafólki
og plátufeløgum.”
úr faldaranum ‘Um Gramex’
Ymiskir leiklutir:
”Gramex er ikke det samme som KODA. Begge er
forvaltningsorganisationer, der støtter musikken
gennem deres arbejde for musikbranchen og dens
rettigheder. Men Gramex er en selvstændig
organisation, der ejes af sangere, musikere og
pladeselskaber, mens KODA ejes af komponister og
sangskrivere. For at lette administrationen indhentes
vederlagene i flere tilfælde i et samarbejde mellem
KODA og Gramex, som bagefter fordeler beløbene
til de respektive medlemmer.”
brot av heimsíðuni hjá Gramex (www.gramex.dk)
FAKTA
Vit eiga ikki at ræðast heimasíður sum
myspace.com og itunes.cvom