Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 159 - 20. august 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Verður innsatsurin tann sami komandi dystirnar, so koma heilt víst fleiri stig á kontoina. Fróði Clementsen, AB VB/Sumba beit frá sær í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vísti Sylla enn einaferð, hvussu vandamikil hann er. Og so endaði dysturin so, sum væntað varð FÓTBÓLTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ikki púra eyðsýnt í Gundadali í gjár, at her var tað oddurin móti botninum, ið møttust. Gestirnir úr VB/Sumba vó­ ru als ikki fyri »nothing«, og serliga fyrsta hálva tí­ man hevði B36 stórar trup­ ulleikar við at við at fáa spælið at hanga saman. Men hóast VB/Sumba so­ leiðis vóru rættiliga næskir, so tala hagtølini sítt týðiliga mál: Eingin hevur megnað at skora móti árstalsfel­ agnum í seks teimum sein­ astu dystunum. So tað er stóra uppgávan hjá liðunum, sum møta B36, at lirka eina vælleik­ andi verju upp, væl stýrd av Fróða Benjaminsen, ein lei­ kari, ið levarar vøruna hvør­ jaferð. Kurt Mørkøre hevði valt at royna samansetingina Syl­ la­Casthillo, men tað tóktist ikki at virka optimalt. Kan­ ska er brasiliumaðurin hel­ dur feskur í felagnum og krevur nakað av tíð at venja seg við nýggju liðfelag­ arnar. Henda fyrsta hálva tíman vóru gestirnir sum nevnt væl við, og serliga gjørdi Aco Pandurovic um seg. Hann var uttan iva besti maður hjá suðuroyarliðnum hendan dagin. Teir trýstu okkum væl fyrstu longu løtuna. Vein­ girnir trýstu, so okkara bak­ kar ikki komu rættiliga við í uppspælið, og gjørdi, at vit ongantíð fingu róð yvir spælið, sigur Mikkjal Tho­ masen, ið var rættiliga im­ poneraður av nýggja áleyp­ aranum hjá VB/Sumba, Aco Pandurovic. Hepnar útskiftingar Hvørki av liðunum gjørdist av álvara vandamikið í fyrra hálvleiki, tó burtursæð frá einum innleggi til Hanus Thorleifsson, sum hann tætt undir málinum smekkaði á yvirliggjaran. Í hálvleikinum valdi B36­ venjarin at skifta út, og á vøllin komu Heini í Skorini og Oddmar Færø fyri An­ derson Casthillo og Hanus Thorleifsson. Hetta tóktist at seta ferð á heimaliðið og eftir einari løtu skoraði Sylla tvær fer­ ðir. Fyrst tá ein bóltur bleiv stungin flatt fram til ivor­ ianaran, sum skermað­i væl av, snaraði sær og rann frá VB/Sumba­verjuni , áðrenn hann sendi bóltin í vinstru síðu av málinum. Stutt seinni trekti Heini í Skorini upp á longs og lyfti bóltin upp inn um gesta­ verjuna, har Bergur sendi innfyri til Sylla, og so stóð 2­0 til heimaliðið. Santos mátti av vøllinum við snuddi, og inn fyri hann kom Kenneth Jacobsen. Og stutt eftir hetta fekk eisini Bergur ein snudd, so sein­ astu tjúgu minuttirnar mátti B36 spæla við tíggju mon­ num. Heimaliðið tóktist nú nøgt við at halda støðuna, og VB/Sumba megnaði ikki av álvara at hótta sterku B36­ verjuna. Stakk framum Við hesum sigrinum hevði B36 sostatt gjørt sina skyl­ du. Og tað kom helst ikki illa við hjá hvørki leikarum ella viðhaldafólki tá greitt var, at NSÍ hevði snávað á heimavølli móti Skála. Krumtappurin á mið­ vøllinum hjá B36, Mikkjal Thomasen, er eisini væl nøgdur við, at B36 nú hevur stungið nøsina fram um í oddinum. Tað hevði verið ein stó­ rur fyrimunur at verið framman fyri NSÍ, tá vit skulu møta teimum í Runavík um fjúrtan dagar. Men áðrennn tað skulu vit taka ímóti KÍ í Gundadali, og tað verður ein torførur dys­ tur, tí klaksvíkingar hava vunnið tríggjar dystir á rað, sigur Mik­ kjal Thomasen. Skaðalistin hjá B36 sær tó soleiðis út í løtuni, at Santos, Ber­ gur Midjord og Ingi Højsted sita uttanfyri, og tað sær út til, at í hvussu er Bergur ikki verður við komandi vikuskifti, tí hann fekk eina álvarsliga fipur­ spreinging í dystinum í gjár. Hjá felagsliðnum úr Suðuroy sær alt meiri trupult út. Liðini oman­ fyri strikuna fáa stig, og skjótt fara dystirnir at ganga undan. Men vónin verður ikki slept, so leingi sum ein teoretiskur møguleiki enn er fyri bjarging. B36 á ovastu rók VB/Sumba B36 Sylla var enn einaferð ella rættari tvær ferðir á blettinum fyri B36, tá hann skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á VB/Sumba. Við sigrinum er B36 nýtt oddalið í formuladeildini, eftir at NSÍ tapti á heimavølli. Mynd: Álvur Haraldsen