mánadagur 20. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 159 - 20. august 2007 ]
- Altíð
trupult
móti Skála
Liðskiparin hjá NSÍ,
Óli Hansen, var sjálv
sagt skuffaður um tapið
ímóti Skála, tá vit fingu
orðið á hann. Vit spurdu
hann, hvat tað var, sum
gekk
galið.
– Tað
gongur ikki so nógv
galið hjá okkum. Dystir
nir í millum NSÍ og
Skála eru altíð tættir og
truplir, og tað vita vit
eisini frammanundan.
Teir
liggja
rættiliga
langt afturi á vøllinum
henda dystin, og eg
haldi, at teir duga væl
at bróta okkara álops
spæl niður. Samstundis
koyra teir við skjótum
mótálopum, og hetta
eydnaðist hjá teimum,
staðfestir Óli Hansen.
- Spældu
illa, men
vunnu
Soleiðis tekur liðski
parin hjá Skála, Pauli
G. Hansen, saman um
dystin í Runavík í gjár,
har Skála vann. – Vit
fóru inn til Runavíkar
at vinna dystin, og hetta
eydnaðist okkum. Vit
høvdu ongantíð vunnið
í Runavík undan hesum,
og hetta er kanska tann
vánaligasti
dysturin,
sum vit hava spælt við
Løkin nakrantíð, og
allíkavæl
vinna
vit.
Pauli segði eisini, at
leikararnir kanska vóru
serliga uppsettir henda
dagin. – Um man vil
tað ella ei, so er hetta
ein lokaluppgerð, og
tað er altíð nakað ser
ligt. Tá eru menn eyka
uppsettir, staðfestir Ská
laliðskiparin at enda.
Atli og Frem taptu
Atli Danielsen byrjaði á vøllinum, tá Frem var á vitjan
hjá Hvidovre um vikuskiftið. Um miðjan fyrra hálvleik
tók Hvidovre leiðsluna við máli frá Ayoub Sørensen, og
hesa leiðslu megnaðu teir at halda allan vegin, tí dysturin
endaði nevniliga 10. Atli Danielsen bleiv tikin út í 77.
minutti, tá Frem satsaði at fáa javnleikin í hús.
AaB tapti heima
Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB,
spældi í gjár á heimavølli ímóti OB, men enn einaferð
mátti liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum ásannað, at
tað ikki gongur heilt eftir vild. OB vann nevniliga dystin
32, eftir at teir eisini høvdu ført 21 í hálvleikinum. Súni
Olsen var slett ikki í hópinum hjá AaB til henda dystin,
meðan Jón Rói Jacobsen byrjaði á beinkinum. Hann kom
á vøllin í 86. minutti fyri José Mota.
Skála sigurin var
søguligur, tí hetta
var fyrsta ferðin
nakrantíð, at
skálamenn fóru
úr Runavík við
øllum stigunum
NSÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
Søguligu hagtølini boðaðu
frá tí, og støðutalvan segði
tað, nú tveir triðingar av
hesum
kappingarárinum
vóru farnir aftur um bak.
Men veruleikin lagaði seg
ikki eftir søguligu hag
tølunum og støðutalvuni.
NSÍ livdi á ongan hátt
upp til tað, sum teir áður
hava megnað á heimavølli
ímóti
grannunum
hinu
megin fjørðin, og NSÍ livdi
ikki upp til tað, sum teir
hava víst fyrr í ár, og sum
hevði lyft teir upp á ovastu
rók.
Skála vann fyri fyrstu
ferð nakrantíð í Runavík.
John Petersen hevði potað
mót og dirvið inn í sínar
menn. Teir vóru ikki farnir
um fjørðin fyri at avmarkað
tapið. Obi var sannur bran
dur á toppinum, Bogi Greg
ersen víst fínan hugburð, á
miðvøllinum vóru tað lið
formaðurin Pauli G. Han
sen, Pætur Dam Jacobsen,
Levi Hanssen og Bárður
Danielsen, sum settu dags
skránna, og verjan var væl
skipað.
Í hinari leguni var tað
ikki so nógv, sum gekk eftir
vild. Eitt stórt korter í 2.
hálvleiki sást farri av spæli,
sum kann vera orsøk til
toppplasering. Eftir at lið
formaðurin og ársins NSÍ
spælari higartil í ár, Óli
Hansen, stutt eftir steðgin
og eftir innkast hevði javnað
til 11, lá tað í luftini, at tað
enn eina ferð fór at enda
við, at Skála skuldi fara
tómhent úr Runavík.
Soleiðis endaði tað tó
ikki. Jens Martin Knudsen
helt seg eiga fríspark, men
gloymdi
at
bíða
eftir
bríkslinum, áðrenn hann í
orðsins sanna týdningi tók
søkina í egnar hendur. Hann
fór óregluliga fram, og tá ið
dómarin ikki hevði hildið
orsøk at vera at bríksla fyri
frísparkinum,
var
einki
annað at gera enn at bríksla
fyri púra óneyðuga brots
sparkinum.
Alexandur Johansen, sum
tíggju minuttir framman
undan varð komin á vøllin,
var púra tryggur úr ellivu
metrum. Ein lítil hálvur
tími restaði, og NSÍ koll
sigldi.
Tolið var ikki til at bíða
eftir, at samanspæl og lið
avrik skuldu bera útjavnandi
málið og síðani kanska
sigursmálið og harvið varð
veittan oddasess við sær.
Lyklaspælararnir livdu á
ongan hátt upp til tað, sum
roknast kann við av teimum.
Nenad Stankovic var skuggi
av sær sjálvum ímóti sínum
gomlu liðfeløgum, Hjalgrím
Elttør var ikki á høga
støðinum, sum hann annars
hevur víst í Runavík, og
Christian Høgni Jacobsen
hevði ilt við at slíta seg
leysan og koma til møgu
leikarnar, sum hann er fin
gin til Runavíkar at gera
nyttu burturúr.
NSÍ
royndi
seg
við
úrskiftingum og broytinum.
Óli Hansen var settur fram í
álopið, og síðstu stóru
løtuna tóktust teir at hava
fimm ella seks í fremstu
røð. Tá ið tað ikki eydnaðist
at samanspæla, varð vónað,
at tað skuldi eydnast at fáa
mál eftir langa sending,
nærdyst og returbólt, men
heldur ikki tað eydnaðist
henda dagin, tá ið teir í
Runavík vóru skeivt upp á
bein.
Fyrstu lítlu løtuna var tað
einki, sum bendi á, at NSÍ
ikki skuldi sláa tónan ann.
Teir høvdu bólin ímillum
sín, og Einar Hansen sendi
fínt skot dygst omanfyri
málið.
Í verjupartinum var tað ik
ki so trygt og sannførandi,
sum tað plagar at vera. Obi
og Bogi Gregersen stressaðu
teir aftastu, og tað bar
úirtøku við sær longu í 6.
minutti, tá ið Obi fangaði
skeiva
sending,
spældi
Boga Gregersen og so var
Skála á odda og harvið
fyritreytirnar heilt øðrvísi,
enn
tað
frammanundan
varð roknað við.
Skála kundi havt økt um
leiðsluna, men Johan Troest
Davidsen ruddaði burtur á
strikuni, tá ið Bogi Greg
ersen hevði sent framvið
Jens Martini Knudsen.
Lagið var einki serligt á
heimamonnunum,
tá
ið
Lars Müller hevði bríkslað
fyri síðstu ferð. Uggin kann
vera, at tað neyvan fleiri
ferðir verður so skeivt upp
á bein, sum tað var hesa
ferð.
Skeivt upp á bein í Runavík
Skála hevði ongantíð vunnið við Løkin í Runavík undan
dystinum sunnudagin, men líka løgdu skálamenn í. Teir
vunnu nevniliga 2-1 á oddaliðnum, NSÍ, sum eftir ósigurin má
ásanna, at B36 nú er nýtt oddalið.
Mynd: Álvur Haraldsen