Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 159 - 20. august 2007 ] Claus fekk javnleik Blackpool spældi leygardagin ímóti Bristol City í næstbestu ensku deildini, og teir skuldu royna at halda góða gongdini eftir sigur í fyrsta dystinum. Blackpool kom eisini á odda beint eftir steðgin við máli frá Andy Morrel, men tá 15 minuttir vóru eftir javnaði Murray fyri Bristol City. Beint eftir málið hjá Bristol City kom fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, á vøllin, men einki mál kom eftir hetta. Sum skilst, so var Blackpool tað betra liðið og hevði helst uppiborið sigurin. Fremad Amager fremst Felagið hjá Toda Jónsson, Fremad Amager, spældi sunnumorgunin á útivølli ímóti KB, og felagið av Amager fekk triðja sigurin á rað. Teir vunnu nevniliga dystin 2-0 við tveimum málum, sum Andreas Mortensen skoraði síðsta korterið. Við hesum er Fremad Amager enn ósigrað í donsku aðru deild eystur, og sigurin gjørdi eisini, at teir lógu fremst í deildini eftir dystin. Roskilde FC hevði tó leikt ein dyst færri, og tí høvdu teir møguleika at koma ájavnt við Fremad Amager. AB fekk við tveimum málum í fyrra hálvleiki eina dreymabyrjan ímóti EB/Streymi, men eitt sera tápuligt reytt kort til Evrard Blé vendi dystinum og gjørdi, at EB/ Streymur legði AB undir eitt stórt trýst í seinna hálvleiki FÓTBÓLTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var serliga ein stór- spælandi Evrard Blé, sum kom í fokus í formuladysti- num í Streymnesi sunnu- dagin. Her tók EB/Streymur ímóti AB, og eingin var í iva undan dystinum um, at EB/Streymur var stórfavo- rittur at taka øll stigini. Tað gongur tó ikki altíð, sum prestur prædikar, og undan steðginum vísti AB sera gott spæl og góðan vilja. Tað var serliga Evrard Blé, sum ferð aftan á ferð setti heimaverjuna undir trýst, og eftir bert 25 minuttum hevði AB uppi- borið lagt seg á odda 2-0 við tveimum góðum langskotum – annað av Evrard Blé. Hann kom tó ikki bert í fokus fyri tað positiva, tí seint í fyrra hálvleiki fekk hann tvey sera tápulig gul kort, sum gjørdu, at AB mátti leika við manni færri tað, ið eftir var av dystinum, og tá vaknaði heimaliðið brádliga. Dreymabyrjan hjá argjamonnum Sjálvt um fleiri helst høvdu væntað, at sundalagsmenn fóru at spæla fríari eftir sigurin í steypafinaluni ímóti HB mikukvøldið, so hendi júst tað øvuta frá byrjan av av formuladystinum í Streym- nesi sunnudagin. Tað vóru nevniliga gest- irnir frá AB, sum tóktust naskari frá fyrsta bríksli, og sjálvt um EB/Streymur hevði bóltin nógv, so vóru AB-leikararnir alla tíðina vandamiklar við skjótum mótálopum. Og dysturin var bert fimm minuttir gamal, tá tað fyrsta mótálopið hjá AB gjørdist farligt. AB spældi væl upp ígjøgnum høgru síðu, og har fekk Jónas fatur á bóltinum inni í brotsteigi- num. Hann kempaði og bardi seg beint ígjøgnum EB/Streyma-verjuna, men tíverri fyri hann, so bleiv skotið bjargað á sjálvari málstrikuni av Gert Hansen, men nú vóru sundalagsmenn ávaraðir. Tað tóktist tó ikki, sum teir tóku ávaringina í álvara, tí minuttin eftir legði AB seg á odda. Eitt innkast bleiv blakað inn í brots- teigin, og tá EB/Streymur skallaði bóltin burtur, end- aði hesin hjá Rógva Poul- sen, sum valdi at skjóta fyrstu ferð. Rógvi rakti bólt- in sera væl, og hann streyk upp í longra málhorn. 1-0 til AB. Man skuldi trú, at hetta fekk heimaliðið at vakna, men soleiðis var ikki. EB/ Streymur hevði tó enn bólt- in nógv, men teir vóru ikki serliga vandamiklir. Í staðin var tað AB, sum ferð aftan á ferð setti verjuna hjá EB/ Streymi uppá prøva við góðum mótálopum, og um miðjan fyrra hálvleik bragd- aði aftur. Ein stórspælandi Evrard Blé bardi seg fram eftir vøllinum, men hann var sera einsamallur móti fleiri EB/Streymarum. Men brád- liga gjørdi hann ikki mætari enn at smekka til úr 25 ella 30 metrum. Bólturin sat heilt uppi í samankomingini, og René hevði eisini fingr- arnar á honum, men hetta var ikki nokk, og so var 2-0 til AB. Reytt kort vendi dystinum Eftir málið til 2-0 gekk javnt á eina løtu. EB/ Streymur royndi at trýsta, men teir høvdu ilt við at spæla seg í gjøgnum sterku AB-verjuna. AB koyrdi víðari við sínum kontra- álopum, og tað var enn Blé, sum gav EB/Streymi stórar trupulleikar. Móti endanum av hálv- leikinum kom Blé enn eina- ferð í fokus. Tó hesaferð fyri nakað heldur meir býtt- isligt enn øll tey góðu ting- ini, hann hevði gjørt ígjøgn- um dystin. Tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki fekk hann sítt fyrsta gula kort fyri kjaftaslit, og lítla løtu seinni fekk hann sítt næsta gula kort, tá hann valdi at brúka hondina til hjálp úti á vøllinum. Tvey gul kort til sterka miðvallar- an uttan at hann hevði gjørt eitt fríspark í dystinum. Reyða korti tóktist fáa gongd á EB/Streym, tí tað gekk bert ein hálvur minutt- ur, so lá bólturin í málinum hjá AB. EB/Streymur fór í álop, og ein leysur bóltur endaði hjá Arnbjørn Hansen inni í brotsteiginum. Hesin smekkaði til, og bólturin tók í ein AB-verjuleikara, áðrenn hann endaði í netinum, og so var 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Eitt langt trýst Seinni hálvleikur í Streym- nesi er lættur at lýsa, tí hes- in var eitt langt trýst á málið hjá AB. Frá fyrsta bríksli leyp EB/Streymur á við at kalla øllum liðnum, meðan AB vardi við teimum 10 monnunum, sum nú vóru eftir á vøllinum. Tað gekst tó striltið hjá EB/Streymi at fáa bóltin í málið, tí í avgerandi løtu- num vóru teir alt ov óneyvir. Fleiri ferðir spældu teir seg fram til møguleikar, men ofta stóð Magnus Poulsen í AB-málinum fyri, meðan skotini í flestu førunum fóru langt fram við málinum. Tað nærmasta EB/Strey- mur kom einum máli fyrra partin av seinna hálvleiki var, tá innskifti Karoly Potemkin royndi seg við saksasparki úr 15 metrum, men Magnus vardi væl fyri. Sum tíðin leið sá út til, at AB skuldi fara við øllum. Teir vóru eisini tætt við at økja um munin í teirra ein- asta møguleika eftir steðgin, men Bárður Olsen bjargaði skallarunum hjá Jón Nielsen á strikuni. EB/Streymur helt tó fast um vónina, og tá 5 minuttir restaðu, gav trýstið úrslit. Ronnie Samuelsen fekk bóltin nakað uttan fyri brots- teigin, og við eini góðari sending fann hann ein púra leysan Potemkin, sum lætt- liga sendi bóltin fram við Magnus til 2-2. Tað hendi ikki nógv eftit útjavnandi málið, og dystur in í Streymnesi endaði eisini við 2-2 javnleiki. AB-leikararnir munnu helst iðra seg um úrslitið, nú teir vóru so tætt við. Teir spældu eisini sera væl allan fyrra hálvleik, men eitt ógvuliga tápuligt reytt kort kostaði helst í síðsta enda sigurin. AB EB/Streymur Reytt kort kostaði sigurin Jónas Tór Næs og hinir í AB stríddust sera væl í formuladystinum í Streymnesi, og leingi sá eisini út til, at teir skuldu fara við øllum. Eitt býtt reytt kort kostaði tó dýrt, og at enda fekk EB/ Streymur eisini eina stigið Mynd: Sofus Debes Johannesen - Ætlaðu okkum sigurin Liðskiparin hjá EB/ Streymi sunnudagin, Marni Djurhuus, var ikki nøgdur um javn- leikin móti botnliðnum. – Nei, vit eru ikki nøgdir við úrslitið. Vit ætlaðu okkum heilt víst at vinna dystin, men tá teir koma á odda 2-0 beinanvegin, verður tað ikki so lætt hjá okkum, staðfestir liðskiparin. Hann visti tó ikki heilt, hví AB fekk tvey so skjót mál. – Tað sær ikki út til, at vit eru heilt klárir til dystin frá byrjan av. Men eg haldi allíkavæl, at vit hava allar møguleikar at vinna henda dystin. Høvdu vit skorað upp á onkrar av teimum nógvu møguleikunum, so høvdu vit vunnið dystin. - Væl nøgdir við innsatsin AB fekk sunnudagin javnleik úti ímóti EB/ Streymi, og liðskiparin, Fróði Clementsen, er væl nøgdur við inn- satsin. - Ja, vit eru heilt víst nøgdir við inn- satsin. Vit vóru væl við í fyrra hálvleiki og skuldu kanska ført meir enn 2-0. So fáa vit eitt rættiliga tápuligt reytt kort, samstundis sum teir skora beint eftir, og hetta merkir restina av dystinum. Tíverri meg- na teir at javna í endanum, men vit eru tó enn við gott mót. Verður innsatsurin tann sami komandi dystirnar, so koma heilt sikkurt fleiri stig á kontoina.