Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 159 - 20. august 2007 ] - Ætla okkum longur upp KÍ vann í gjár fyri triðju ferð á rað í formula­ deildini, tá teir bastu B71 á heimavølli. Eftir dystin fingu á venjaran hjá KÍ, Eyðun Klak­ stein, sum var fegin um enn ein sigur. ­ Hetta er so fyrstu ferð í ár, at vit vinna tríggjar dystir á rað, og tað haldi eg verið sera gott í formuladeildini, líka mikið hvar á stigatalvuni man liggur, segði Eyðun. Hann var tó ikki heilt nøgdur við innsatsin hjá sínum liði undan steðginum. ­ Nei, spælið hjá okkum er ikki serliga gott undan steðginum, og eg var heldur ikki heilt nøgdur, tá vit fóru til hálvleiks. Í seinna hálvleiki er tó nógv betri. Tá virka menn meir uppsettir og klárir, og tá fáa vit eisini trý mál og avgera harvið dystin. Eyðun er eisini sera væl nøgdur um gongd­ ina síðstu dystirnar. ­ Nú gongur nógv betri. Tríggir sigrar á rað hava ført okkum upp á sætta plássið, men vit ætla okkum enn longur upp. Vit fara at vita, um vit ikki í øllum førum klára at koma upp á fimta plássið, staðfestir venj­ arin hjá KÍ. Næstu ferð skal KÍ leika á útivølli ímóti oddaliðnum, og her væntar Eyðun ein harðan dyst. ­ Tað verður ein rættiliga harður dystur ímóti B36. Teir hava ikki lata nakað mál inn í seks dystum, og tí verður sjálvandi ringt at vinna, men vit fara at gera okkara besta. Klaksvíkingar høvdu rætta hugburðin eftir steðgin, og so eydnaðist tað at vinna ímóti sandoyingum, sum sektaðu seg sjálvar óneyðuga nógv KÍ-B71 Jákup Mørk Fótbóltslagið í Klaksvík flutti seg eina tonn rætta vegin seinnapartin sunnu­ dagin. Seinastu árini hevur verið langt ímillum fleiri sigrar á rað, men nú er KÍ komið í sannan stima. Hetta var triði sigurin á rað, og KÍ hevur vunnið fýra av fimm teimum seinastu ferðunum. Góða úrtøkan bar sunnu­ dagin við sær, at KÍ – í hvussu so er inntil í kvøld – er komið upp á sætta plássið, meðan sandoyingar, eftir at tað leingi hevur gingið væl, mugu finna seg í at vera á 8. plássi. B71 spilti seg burtur fyrstu løtuna, og teir spiltu seg eisini burtur síðstu løtuna. Fyrstu løtuna kundu teir sum einki havt lagt seg á odda við bæði einum og tveimum málum. Heimaliðið var ikki tend­ rað, og beinanvegin hevði B71 risa møguleika, men Wellington sendi skeivu megin stólpan, og løtu seinni hevði Clayton Soares bóltin á øðrum stólpanum aftanfyri Meinhard Joensen. Stóri B71 møguleikin tóktist ikki at kveikja heimaliðið. Sandoyingar tóktust væl tilvitaðir um, hvør teirra leiklutur skuldi vera, og fleiri ferðir var um reppið, at teir komu til, møguleikar. Nýtt lív í KÍ venjarin var ikki nøgdur við avrikið og serliga hugburðin, sum hansara menn høvdu víst í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var nógv størri tyngd og meiri sprutt í heimaliðnum, sum megnaði at leggja trýst á B71 verjuna, og seks minuttir eftir steðgin kom hol á: Kristoffur Jacobsen, sum rættuliga er blomstraður síðani tíðliga í summar, nú hann er vorðin sentralur miðvallari, var aftur hesa ferð ímillum teir mest eyðsýndu, og hesa ferð krýndi hann góða avrikið við fínum máli. Uttanvert brotsteigin smekkaði hann til við vinstra beini, eftir at Gunnar Nielsen hevði lagt bóltin fyri føturnar á honum, og bólturin sang í meskunum aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum hevði vánaligt sýni. 1­0 til KÍ, og støðið undir heimasigri tóktist vera lagt. Men heimagleimurin helt sær bara í sjey minuttir. So svaraði B71 aftur. Clayton Soares, sum so ofta hevur spælt klaksvíkingum eitt puss, var illa ansaður, hóast hann fitta løtu hevði bóltin, og so spældi hann Símun Hansen, sum í 1. hálvleiki hevði verið sera gjøgnum­ brotssterkur í vinstru síðu, leysan í brotsteiginum. Símun takkað fyri, og so av var 1­1. Men KÍ kom yvir skelkin, og teir fingu góða hjálp frá sandoyingum í royndini at vinna øll stigini. Símun Hansen bað um býttisligt gult kort, sum bar útvísing við sær, tá ið eitt gult longu var í bókini, og eftir at Paul Clapson við høvdinum sera heppið hevði lagt KÍ framum aftur, var osta­ skorpan aftur á lofti. Hesa ferð var tað miðvallarin Flavio Santana, sum sá reytt. Níggju ímóti ellivu var ov brøtt mótbrekka hjá sand­ oyingum, sum sjálvandi iðraðu seg um spiltu møguleikarnar, tá ið teir í 1. hálvleiki høvdu sína vitjunartíð. Stefan Kalsø, sum líta løtu frammanundan var komin á vøllin, staðfesti heimasigurin, tá ið hann við fínum stútara stýrdi bóltin í málið eftir innlegg frá Heðini á Lakjuni. B71 kendi ikki sína vitjunartíð KÍ tykist rættiliga hava funnið stevið í formuladeildini. Sunnudagin fingu teir triðja sigurin á rað við einum 3-1 sigri á heimavølli ímóti B71. Mynd: Álvur Haraldsen Holst spældi málleysan javnleik Spælið var alt annað enn gott hjá Lyngby, tá teir tóku ímóti Horsens í donsku Superliguni í gjár. Tað var Horsens, sum fyri tað mesta royndi at spæla bóltin í millum sín, men í málið vildi hann ikki. Tí endaði dysturin við málleysum javnleiki, og hetta kundu leikararnir hjá Lyngby vera meir fegnir um. Føroyski landsliðsleikarin, Christian L. Holst, byrjaði á vøllinum fyri Lyngby, men var ikki so eyðsýndur, sum hann onkuntíð hevur verið. Sevilla vann Super Cup Real Madrid og Sevilla leiktu í gjár seinna finaludystin í spanska Super Cup. Í tí fyrra dystinum vann Sevilla 1­0 á heimavølli, og tí skuldi Real Madrid fram á vøllin. Tað var tó Sevilla, sum vísti besta spælið ígjøgnum dystin. Í hálvleikinum vóru teir á odda 3­ 2 við tveimum málum av Renato og einum av Kanoute, meðan Drenthe og Cannavaro skoraðu málini hjá Real Madrid. Eftir steðgin skoraði Sevilla tvær ferðir afturat, meðan Real Madrid fekk eitt mál, og tí endaði dysturin við 5­3 sigri til Sevilla. Kanoute skeyt bæði málini hjá Sevilla eftir steðgin og fullførdi harvið sítt hattrick.