mánadagur 20. august 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 159 - 20. august 2007 ]
Bayern München í ser-
flokki
Tvey av liðunum, sum síðstu árini hava kappast um týska
meistaraheitið, møttust í gjár, tá Werder Bremen tók ímóti
Bayern München. Men liðið úr München vísti enn
einaferð, at teir ikki ætla sær einki í ár. Teir hølvaðu
nevniliga Bremen av, og endaliga úrslitið gjørdist 4-0.
Málini blivu skotin av Franck Ribery, Luca Toni, Hamit
Altintop og Andreas Ottl, og við sigirinum hevur Bayern
fult stigaltal eftir tveir dystir, og málmunurin er 7-0.
Roma basti Inter
Italska Super Cup, sum er dysturin ímillum meistararnar
og steypavinnararnar frá síðsta kappingarári, var á skránni
um vikuskiftið, og her møttust Inter og Roma. Ígjøgnum
dystin hevði Inter fleiri góðar málmøguleikar, men í
málið vildi bólturin ikki, Í staðin var tað Roma, sum fekk
einasta málið í dystinum, tá dómarin dømdi
brotsspark,eftir at Totti var feldur. Daniele De Rossi
skoraði úr 11 metrum, og sostatt vann Roma italska
Super Cup.
Eftir langa sigursrøð
eru fuglfirðingar á
uppflytingarplássi,
sum teir leygardagin
við sigri á
toppliðnum tóku
frá vágamonnum, ið
einki fingu burturúr
grannauppgerðini
1. DEILD
Jóannes Hansen
B68 fer ikki at flyta upp í
august mánað, sum tað í
síðstu viku varð róð fram
undir kundi gerast veru-
leikin.
Uppflytingin
er
útsett, men hóast B68
leygardagin rudduliga tapti
á heimavølli ímóti ÍF, so er
lítil ivi um, at B68 næsta
kappingarár
verður
í
Formuladeildini.
Higartil hevur FSV04
verið lítil favorittur í kappin-
gini um annað uppflytingar-
plássið,
men
tað
eru
vágamenn ikki longur. Eftir
ikki so sannførandi byrjan
upp á kappingarárið, hevur
ÍF av álvara tikið sær um
reiggj.
At fuglfirðingar hava sett
sær fyri aftur at gerast
partur av bestu deildini sást
á Svangaskarði leygardagin.
Undan hesum umfarinum
hevði B68 bara eina ferð
mist stig – í málleysum
javnleiki ímóti TB. Allar
hinar dystirnar høvdu tofta-
menn vunnið.
Móti ÍF var motivatiónin
sera lítil hjá B68, og tað
varð rudduliga sektað. ÍF
var greitt omaná alla tíðina.
Fuglfirðingar
fluttu
seg
meiri og betur, teir løgdu
meiri fyri í nærdystunum,
og teir skaptu fleiri møgu-
leikar enn B68, sum bara
hevði ein upplagdan mál-
møguleika.
3-0 ÍF sigurin var einki
ov stórur. Seks tær seinastu
ferðirnar hevur ÍF fingið
fult – 18 stig - við samlaða
málmuninum 21-2!
Samstundis hevur FSV04
burturúr seks teimum sein-
astu
umførunum
fingið
trettan stig við málmunin-
um 11-8.
Hesa ferð tapti FSV04
grannauppgerðina í Sørvági
2-0. Í 24. umfari fer FSV04
at fáa vitjan av ÍF, og í 25.
umfari skal FSV04 spæla á
Svangaskarði. Ikki minst
úrslitini í hesum báðum
uppgerðunum fara at verða
avgerandi fyri, um tað
verður ÍF ella FSV04, sum
fer at flyta upp.
Men í løtuni bendir nógv
á, at tað verður ÍF, sum
saman við B68 fer at flyta
upp í Formuladeildina.
ÍF liggur væl á kósini
Undirtøkan var góð,
tá Kvinnurenningin
var á skránni
um vikuskiftið.
143 kvinnur
gjøgnumførdu
renningina í allar
besta veðri
RENNING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Veðrið var av tí allarbesta
kring alt landið leygardagin,
og hetta var avbera gott fyri
kvinnurnar, sum ætlaðu sær
til Kvinnurenning í Havn.
Renningin hjá kvinnunum
byrjaði niðrið í Hoydølum
kl. 16, og undirtøkan var
sera góð.
Kvinnurenningin
bleiv
eisini hildin í einum sera
vøkrum umhvørvi. Kvin-
nurnar byrjaðu niðri við
skúlan í Hoydølum, og so
bleiv runnið niðan brekkuna
í Hoydølum og yvir til tyrlu-
pallin, har kvinnurnar so
runnu oman eftir gøtuni,
sum førir aftur til Hoydalar.
Hesin teinurin bleiv lagdur
aftur um tvær ferður, áðrenn
renningin var liðug.
Og tað vóru nakrar sera
væl upplagdar kvinnur, sum
møttu upp í Hoydølum, og
tað alt kom til stykkis vóru
tað 143 av kvinnunum, sum
gjøgnumførdu
Kvinnu-
nrenningina.
Tær
flestu
runnu, men tað vóru tó
eisini nakrar, sum valdu at
ganga henda vakra teinin
Sum skilst á fyriskipa-
runum, so gekk tiltakið sera
væl, og tað kom ikki minst
væl við, at veðrið var av tí
allarbesta.
Tá tann síðsti luttakarin
var komin á mál varð
lutakast ímillum allar lutta-
kararnar um 11 vinningar
frá ymiskum fyritøkum.
Poul Hansen, MBM og Før-
oya Bjór høvdu eisini latið
frukt, poptop og sodavatn
til luttakararnar, tá hesir
komu á mál, og so sótu
kvinnurnar og hugnaðu sær
eina løtu niðri í Hoydølum,
eftir at tær vóru komnar á
mál.
Sum heild var hetta ein
sera góður og hugnaligur
dagur fyri tær kvinnurnar,
sum tóku lut í Kvinnu-
renningini.
Kvinnurenningin í góðum veðri
1. deild menn
Útsettur dystur
SÍ-HB 1-2 (1-1)
1-0: Kim Poulsen, 12.
1-1: Dánjal Davidsen, 14.
1-2: Høgni Warberg, 50.
20. umfar, 18. august
KÍ-TB 0-2 (0-1)
0-1: Sasa Jovanovic, 24.
0-2: Jón Johannesen, 84.
Reytt kort: Heri Thorsteinsson, KÍ (12), Erling Fles, KÍ (88)
B68-ÍF 0-3 (0-1)
0-1: Nenad Saric, 26.
0-2: Frank Poulsen, 58
0-3: Danjal Pauli Højgaard, 88
Reytt kort: Alexandro Castilho, B68 (45)
B36-HB 0-3
0-1: Høgni Hansen, 25.
0-2: Torkil Kollsker, 60.
0-3: Høgni Hansen, 75.
SÍ-FS Vágar 04 2-0 (0-0)
1-0: Johan Petur á Stongum, 55.
2-0: Georg Haraldsen, 65.
NSÍ-LÌF 1-3 (1-0)
1-0: Øssur Dalbúð
1-1: Andrias Lava Olsen, 60.
1-2: Andrias Lava Olsen, 64.
1-3: Andrias Lava Olsen, 90.
Reytt kort: Hjartvard Hansen, LÍF (40.)
FAKTA
Úrslit frá Kvinnurenningini
Nr.
Navn
Tíð
1.
Sunnuvá Bjarnastein
19.09
2.
Frida Poulsen
19.37
3.
Ann Thomsen
19.44
4.
Tordis D. Eiriksfoss 20.02
5.
Óluva Zachariasen 20.26
6.
Jóngerð Høgnesen 20.44
7.
Kristina Samuelsen 20.56
8.
Durita Djurholm
21.11
9.
Paula Mohr
21.39
10.
Morid Jacobsen
22.01
FAKTA