Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 159 - 20. august 2007 ] Voigt vann í Týsklandi Annað árið á rað eydnaðist týska veteraninum og jarnmanninum hjá Team CSC, Jens Voigt, at vinna súkklu­ kappingina Týskland Runt. Longu á aðru etapu fekk Voigt gulu troyggjuna, tá danska felagið endaði fremt í liðkoyringini, og hinir súkklararnir megnaðu ongantíð at taka tíðina inn aftur. Tá Voigt so eisini vann einkultstartin leygardagin var eingin ivi um, at hann fór at vinna súkklukappingina. Hann endaði 1 minutt og 57 sekund framman fyri Levi Leiphemer á øðrum plássi. Lin Dan endurvann heimsmeistaraheitið Síðstu vikuna hevur HM í badminton verið á skránni, og í gjár blivu tær flestu finalurnar so spældur. Tað, sum tey flestu helst bíða eftir eru finalurnar í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, og finaluna hjá kvinnum vann kinesiska Zhu Lin í stórum stíli 2­0 ímóti Wang Chen. Settúrslitini vóru 21­8, 21­12. Meir spenningur var hjá monnum, har heimsmeistarin, Lin Dan, møtti Sony Dwi Kuncoro. Lin Dan úr Kina vann eisini 2­0, men settúrslitini hesa ferð vóru 21­11, 22­20. Manchester City hevur fingið sína bestu byrjan í ensku Premier League nakran tíð, og eftir fyrsta tríggjar dystirnar liggur felagið fremst við fullum stigatali, og enn hevur 20 ára gamli danski málmaðurin, Kasper Schmeichel, enn einki mál latið ígjøgnum FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Enn hava liðini í ensku Premier League bert leikt tríggjar dystir, og tí er ringt at gera sær metingar um, hvat fer at henda komandi vikurnar og seinni í kapp­ ingarárinum. Men hyggja vit eftir gongdini hesi trý umførini, so er nógv, sum bendir á, at eitt heldur óvæn­ tað lið kann fara at gera seg galdandi í oddinum. Um hetta fer at halda heilt til mai mánað veit eingin enn at siga, men undir øllum umstøðum hava úrslitini hesar tríggjar dystirnar ver­ ið sera góð. Talan er sjálvandi um Manchester City, sum hevur vunnið allar sínar dystir. Nýggi venjarin, Sven­Gö­­ ran Eriksson, tykist hava funnið eina góða saman­ seting á liðnum, og so er bara spurningurin, hvussu leingi City fer at halda áfram við góðu gongdini, og hvussu leingi teir fara at klára at halda mótstøðu­ liðunum frá at skora. Tí enn er nevniliga einki mál farið ígjøgnum hjá 20 ára gamla danska málmanninum, Kas­ per Schmeichel. City vann lokalderby Í gjár var stórdystur í Man­ chester, tá oddaliðið, Man­ chester City, tók ímóti meistarunum úr Manchester United, sum ikki hava fin­ gið nakra góða byrjan upp á kappingarárið. Tað var United, sum sat á tí mesta frá byrjan av, men um miðjan fyrra hálvleik var tað City, sum tók leiðs­ luna, tá Geovanni sendi eitt langskot í netið. Hetta var eisini fyrsti rættiliga mál­ møguleiki, sum City hevði í dystinum. Restina av dystinum trýs­ ti United City langt aftur á vøllin, og teir komu eisini fram til fleiri málmøguleikar. Í málið vildi bólturin tó ik­ ki, og tí eydnaðist Man­ chester City at vinna dystin 1­0, og við hesum liggja teir nú einsamallir á odda í Premier League við níggju stigum. Stóran part av dystinum var eisini týðiligt, at United manglaði tveir av sínum mest týðandi leikarum, Cristiano Ronaldo, sum var úti við leikbanni, og Wayne Rooney, sum má binda frið næstu tveir mánaðirnar við broti á fótinum. Stórfeløg býttu stigini á Anfield Ein annar stórdystur var eisini á skránni í Premier League sunnudagin, tá Liv­ erpool tók ímóti Chelsea á Anfield. Og dysturin á An­ field var bert 16 minuttir gamal, tá nýggi áleyparin hjá Liverpool, Fernando Torres, legði heimaliðið á odda. Hann fekk bóltin í vinstru síðu, rak seg leysan av Tal Ben Haim og sendi síðani bóltin fram við Petr Cech til 1­0. Henda støðan helt sær til hálvleiks, men eitt gott korter inn í seinna hálvleik javnaði Chelsea. Malouda royndi at fara ígjøgnum í vinstru síðu, tá hann bleiv feldur. Dómarin dømdi eitt sera ivasamt brotsspark til Chelsea, men hetta legði Frank Lampard líka í, tí hann sendi nevniliga bóltin í málið til 1­1. Eftir útjavnandi málið leg­ ði Liverpool eitt stórt trýst á Chelsea fyri at fáa vinnandi málið, men sjálvt um liðið hevði okkurt gott tilboð, so kom einki mál afturat í dystinum, og tí máttu liðini noyðast við ein 1­1 javnleik, sum ger, at hvørki teirra enn hevur tapt í Premier League. Fyrsti sigur til Tottenham – sær svart út hjá Bolton Nógv áhugaverd úrslit vóru annars afturat í dystunum í Premier League um viku­ skiftið. Tottenham, sum hevur fingið eina ræðuliga byrjan upp á kappingini í ár, fekk gongd á um vikuskiftið, tá teir høvdu vitjan av upp­ flytarunum úr Derby. Dys­ turin endaði við 4­0 sigri til Tottenham, og longu eftir 15 minuttum var dysturin avgjørdur, tá Tottenham førdi 3­0. Steed Malbran­ que skeyt tvey av málunum hjá Tottenham, meðan Jer­ maine Jenas og Darren Bent fingu hini bæði. Er Totteham við at koma á rættan kjøl í Premier Lea­ gue eftir sigurin um viku­ skiftið, so sær alt meiri svart út hjá Bolton, sum enn stendur uttan stig í bestu ensku deildini. Um vikuskiftið vóru teir á vitjan hjá Portsmouth, og tíðliga í dystinum eydnaðist Bolton at taka leiðsluna við máli frá franska landsliðsleikar­ anum, Nicolas Anelka. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn Portsmouth hevði fótað sær. Lítla løtu seinna stóð aftur á jøvnum eftir eitt gott álop, sum endaði við, at Utaka serveraði ból­ tin fyri føturnar á einum púra leysum Kanu. Ein­ samallur við málmanninum var hann tryggur, og so stóð á jøvnum 1­1. Á hálva tímanum bragd­ aði aftur hjá Portsmouth, tá Utaka bleiv leysur við Jass­ kelainen. Hann rak fram við málmanninum og sendi bóltin í málið til 2­1. Eftir hetta royndi Bolton at trý­ sta, men teir vóru rættiliga ófarligir. Í staðin kundi Tay­ lor avgera dystin beint fyri leiklok, tá Portsmouth fekk brotsspark. Hann sendi eis­ ini bóltin í netið, og so vann Portsmouth sín fyrsta dyst í ár, hóast eingin enn hevur vunnið á teimum. Hjá Bolton sær meir og meir svart út. Spælið er ikki gott, og enn er einki stig komið á kontoina. Tað ljó­ ðar í enskum fjølmiðlum, at um venjarin, Sammy Lee, ikki skjótt byrjar at fáa úrslit, so kann hann vera fyrsti venjarin, sum fær sekkin í Premier League. City einsamalt á odda Sven-Göran Eriksson og hansara menn í Manchester City hava fingið eina sera góða byrjan upp á Premier League við sigrum í fyrstu trimum dystunum. Um vikuskiftið gekk hetta út yvir Manchester United, sum tapti 1-0 á City of Manchester Stadium. Úrslit úr Premier League Portsmouth – Bolton 3 – 1 Wigan – Sunderland 3 – 0 Fulham – Middlesbrough 1 – 2 Tottenham – Derby 4 – 0 Newcastle – Aston Villa 0 – 0 Birmingham – West Ham 0 – 1 Reading – Everton 1 – 0 Blackburn – Arsenal 1 – 1 Manchester City – Manchester United 1 – 0 Liverpool – Chelsea 1 – 1 FAKTA