Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Stutt Sagt Grimdar- regn í USA Tað regnaði óvanliga illa í amerikonsku statunum Minnesota, Oklahoma og Wisconsin í gjár, og minst fýra fólk doyðu. Nær­ hendis býnum Witoka skolaði ein partur av vegnum burtur við tí úrsliti, at fleiri bilar fóru útav. Aðrastaðni oyðilegði regnið bæði hús og jarnbreytir, og í Minnesota gjørdu myndugleikarnir av at flyta fólk úr fleiri bygdum fram við ánni Whitewater, tí áin floymdi upp um áarbakkarnar. Lupu á løgreglu- støð Fyrrakvøldið lupu umleið hundrað ungfólk á eina løgreglustøð í enska býn­ um Great Yarmouth. Tey ungu tveittu øl­ og vínfløskur eftir løgreglu­ støðini, og løgreglan noyddist at biðja um hjálp úr grannabýunum. Álopið endaði við, at løgreglan gjørdi mótálop, og 15 ungfólk vórðu tikin. Eingin løgreglumaður fekk skaða, men tveir bilar hjá løgregluni vórðu oyðilagdir. Hildið verður, at tey ungu vóru í øðini, tí løgreglan hevði tikið trý onnur ungfólk nakað frammanundan. Ikki fleiri dystir Barrack Obama, sum roy­ nir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í USA, hevur ongan hug at taka lut í valdystum við sínar floksfelagar longur. Í sein­ astuni hava valevnini hjá demokratunum dystast fleiri ferðir, men Obama er vorðin troyttur av, at hini valevnini alla tíðina siga hann hava ov lítlar royndir til forsetaembætið. Tí sýtir hann nú fyri at taka lut í fleiri valdystum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tey tosa bara um mín aldur og mínar royndir, men hví tosa tey ikki um politikkin hjá mær (Barrack Obama) útlond Taiwanska Boeing- flogfarið hevði júst sett seg, tá eldur kom í ein av motorunum 157 ferðafólk vóru í Boeing­737 flogfarinum, sum fleyg millum taiwanska høvuðsstaðin Taipei og japonsku pynna Okinawa. Manningin taldi fýra. Ferðin gekk væl, men beint eftir at flogfarið hevði sett seg á Naha­flogvøllin á Okinawa, kom eldur í ein av motorunum. Eldurin breiddi seg skjótt, men kortini eydnaðist tað øllum ferðafólkunum og mann­ ingini at sleppa út í øllum góðum. ­Vit hava júst fingið váttað, at øll eru sloppin úr flogfarinum, segði ein talsmaður hjá flogvallarmy ndugleikunum. Sjónvarpsmyndir vístu, at flogfarið var fullkomiliga uppkolað. Flogfar kolaðist upp Felagið Taiwan China Airlines átti flogfarið Tropiska ódnin Dean hevur fingið myndugleikarnar í fleiri londum at senda út ávaringar Í Jamaica hevur stjórnin stutt og greitt gjørt av at banna fólki at fara út fyri dyr, so leingi Dean herjar landið. Sjálvt eygað í ódnini fer beint suður um Jamaica, men fram við strondini hava veðurstøðirnar mált vindferð upp í 230 kilo­ metrar um tíman. Harafturat hevur tað regnað av grimd, og nógvastaðni verður sagt frá skriðulopum í fjalla­ lendinum, skrivar AP. USA sleppur eftir øllum at døma væl hesaferð. Higartil hevur Dean herjað Jamaica, Dominikanska Lýðveldið, Haiti og Martin­ ique, og seks fólk hava latið lív. Í Kuba, Belize og Meksiko hava myndugleik­ arnir ávarað fólk um, at Dean er á veg. Amerikanski veðurstovnurin sigur, at Dean fer beint ímóti Yuca­ tán­nesinum í Meksiko. Har eru fleiri sera væl um­ tókt frítíðarpláss, og guver­ nørurin í Yucatán hevur givið boð um, at 80.000 ferðafólk skulu flytast burt­ ur haðani, áðrenn Dean kemur í land. Í 2005 rakti ódnin Wilma sama økið og gjørdi stóran Dean rekur 80.000 ferðafólk til hús Higartil hevur Dean kravt minst seks mannalív Natascha Kampusch ætlar sær tú at keypa húsini hjá sínum egna burturflytara ­ Hon ætlar sær ikki at búgva har, men hon vil ikki, at húsini í Strasshofer Heinestrasse 60 skulu byggjast um til eitt savn, soleiðis sum onkur ætlar. Tað sigur sakførarin hjá Nataschu Kampush við týska blaðið Bild. Wolfgang Priklopil átti húsini í Strasshofer Heines­ trasse 60. Hann burturflutti Nataschu Kampusch, og í meiri enn átta ár fjaldi hann hana í einum rúmi í húsu­ num. Hósdagin er eitt ár, síðani hon slapp til rýmingar. ­ Eg eri ikki eitt offur, sjálvt um onnur royna at gera meg til eitt tað, sigur Natascha Kampusch við eysturríkska sjónvarpið. Teir seinastu mánaðarnar hevur einki verið at hoyra frá henni, men í kvøld sendir eysturríkska sjón­ varpið eina samrøðu við hana. Natascha Kampusch: - Eg eri ikki eitt offur Natascha keypir húsini sum hon sat fangi í Nr. 159 - 20. august 2007