Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Tað ljóðaði ógvusligt, tá tíðindi herfyri bórust um, at onkur hevði ætlað at seta eld á í Gjáar kirkju. Nú er málið uppklárað Eldsbruni Snorri Brend Gjógv: - Vit hava tosað við viðkomandi ið gjørdi hetta. Og nú eru øll viðurskifti greidd, verður sagt av Krim- inaldeildini á Politistøðini í Havn. Eftir at hava kannað mál- ið síðani fráboðanina um eldásetingina, varð skjótt komið til, at talan var um ein smádrong. Upplýsingar frá fólki við Gjógv, fráboðan frá for- eldrunum og samtala við drongin gjørdu sítt til, at málið varð loyst. Løgreglan hevur í sínum arbeiði millum annað tikið fingramerki í kirkjuni. Hesi eru síðani samanborin við tey hjá dronginum, og nú er staðfest at tey eru eins. Sum skilst er drongurin farin inn í kirkjuna, har hann fekk eyga á ein tendr- ara. Tíbetur hendi ikki stórvegis skaði. Av tí at drongurin er undir 15 ár, er málið nú latið upp í hendurnar á barnaverndini. Fríggjakvøldið gjørdi løgreglan ferðamátingar í Sandoynni. Ikki kann sigast annað, enn at teir fingu dupultan fong eftir stuttari løtu FErðsla Snorri Brend - 167 km/t!! So skjótt koyrdi ein 23 ára gamal bilførari, tá hann fór súsandi framvið Megin- skúlanum á Sandi um hálv- gum átta-tíðina fríggja- kvøldið. Hesin visti – sum vera man – ikki av, at løgreglan var á sama staði við ferð- mátara sínum. Við slíkari ferð buðust ikki hesum bilføraranum bøtur, og hann misti sjálv- sagt koyrikortið á staðnum. Ikki nóg mikið við henda eina bilføraran: Eina løtu eftir hetta – í roynd og veru 1 tíma og 45 minuttir seinni – kom ein annar bilur eftir sama vegastrekki, somu- leiðis við eini ferð sum lá langt yvir tað vanliga. Hesin seinni bilførarin, sum var 20 ára gamal, koyr- di 156 km/t, og fekk somu móttøku frá løgregluni sum hin fyrri: Koyrikortið reyk á staðnum! Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at her er talan um nakrar av størstu – ella hægstu! – málunum um ferðslu. Hjá báðum bilførarum var neyðugt at seta bilin frá sær í stundini, eins og mál- ini fara víðari í rættar- skipanini. Óhoyrd ferð í Sandoynni Eldásetingin er avgreidd Tíbetur hendi eingin stórvegis skaði við Gjáar kirkju Fann sjálvur tann seka Leygardagin fekk løg- reglan eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk ímóti ein- um sethúsum í Havn. Viðkomandi hevði brotið onkrar rútar í húsinum. Tann, sum átti húsini, fann sjálvur fram til mannin sum hevði framt herverkið. Talan var um ein tilkomnan mann. sb. Óskynsom parkering Stutt eftir midnátt leyg- arkvøldið fekk løgregl- an eina fráboðan um ein bil, sum stóð ikki serliga væl parkeraður. Ein maður skuldi fara frá húsum sínum í Tvørgøtu, men hann slapp ikki út, tí ein bilur varð settur frammanfyri útkoyring hansara. Hann visti sær ikki onnur ráð enn at boða løgregluni frá, men trup- ulleikin var bert tann, at ikki bar til at fáa fatur á viðkomandi, tí tað var vorðið so seint. Var veruliga talan um akuttan tørv, hevði møguleiki verið at ringt á brandstøðina, og fing- ið teir at flutt bilin. sb. Útlendingur koyrdi við kenning Tíðliga sunnumorgunin steðgaði løgreglan ein- um útlendskum bili, har tað vísti seg at før- arin koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Talan var um ein bil úr Polen. Blóðroynd varð tikin, men eingin ivi var um at maðurin var so mikið ávirkaður, at hann slapp ikki at halda fram í bilinum. Hann fekk ein bót á staðnum, samstundis sum bilurin varð tikin í varðveitslu. Maðurin fær ikki bilin aftur, fyrrenn bótin er goldin! sb. Nr. 159 - 20. august 2007 Hóskvøldið verður boðið inn til ein fyrireikandi fund, í samband við 100 ára føðingardagin hjá Vágs Kommunu. Hesin dagurin verður hildin fyrstu vikuna av oktober, skrivar heima- síðan hjá Suðurrás. Longu nú eru fleiri tiltøk komin á skránni, og fleiri vágbingar hava játtað at hjálpa til. Ynskið við fundinum hóskvøldið er, at tey ið sita inni við góðum hugskotum og annars eru áhugað at hjálpa til, hava møguleika fyri at koma við sínum hugskotum, ella seta seg uppá onkra uppgávu, ið longu er sett á skránni. Nýggjur koyriskúli í Vági Fyrr í mánaðinum byrjaði koyrilærarin Rólant Joensen ein nýggjan koyriskúla í Vági. Rólant fekk prógv sum koyrilærari í mai mánað og hevur síðani arbeitt við at byrja koyriskúla. 9. august var fyrsti teori-tímin í nýumvældum hølum í Vági. Á hesum fyrsta holdinum eru 12 næmingar, sum væntandi kunnu taka koyrikortið um einar fimm vikur. Fyri nøkrum árum síð- ani vóru tað eini 5-6 koyriskúlalærarar í Suðuroynni, men í nøkur ár hevur bara verið ein koyriskúlalærari á Tvøroyri. Bíði- tíðin fer helst at styttast, nú Rólant Joensen eisini er farin undir koyriskúla í Vági. Tað eru eini 8-10 ár síðan at koyriskúli seinast var í Vági, skrivar Suðurrás. Fyrireika 100 ára dag í Vági Tjóvar gloymdu trygdarbeltið Eisini tjóvar, ið gera innbrot, eiga at minnast til trygdarbeltið. Hetta gjørdu tveir menn ikki, tá teir í nátt komu koyrandi móti danska bý- num Køge. Við sær høvdu teir ein flatskíggja og eitt surround stereo- anlegg, sum teir fyrr um kvøldið høvdu stolið í Hvidovre. Av tí at teir ikki vóru bundnir í beltið vórðu teir steðgaðir av løgregluni, og tá teir tóktust ørkymlaðir av hesum, fóru løgreglumenninir at kanna bilin nærri og komu tá fram á tjóvagóðsið. Umframt hetta høvdu teir eina startpistól við leysakrúti og dopingevni uppi á sær. Menninir eru nú leyslatnir eftir at verða avhoyrdir, meðan bíðað verður eftir einum eftirspæli í rættinum.