Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 21. august 2007 13 viðmerkingar Góði Heðin Mortensen. Takk fyri aftursvar títt upp á bræv okkara um, at tú pellar fyri fólki. Tað var eitt sindur ókerligt, sum væntandi var, men at tú fórt at lata teg úr bróku­ num fyri Gudi og monnum í vreiði yvir Róðrarfelagið Knørr, kom mær dátt við. Men eitt svar skalt tú fáa, og so ganga vit út frá, at almenningurin hevur varnast, at Heðin Morten­ sen elskar ikki Róðrar­ felagið Knørr. Heðin Mortensen hevur eitt forkláringsproblem Eftir mínum tykki hevur Heðin Mortensen eitt stórt forkláringsproblem, tá ið hann vil vera við, at Róð­ rarfelagið Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð. Hetta forkláringsproblem elvir til, at hann togar ymiskar kaninir úr hatti­ num, so hvørt sum grund­ gevingar hansara verða afturvístar. Í fyrru grein míni vísti eg millum annað á, at Heðin Mortensen pellaði, tá ið hann fortaldi fólki, at Skálatrøð er friðað, og at hetta var orsøkin til, at Róðrarfelagið Knørrur ikki kann fáa byggiloyvi. Heðin hevur ikki afturvíst hesum orðum, so eg gangi útfrá, at borgarstjórin veruliga pellaði. Tí Skálatrøð er nevniliga als ikki friðað, og henda grundgev­ ing Heðins skuldi hervið alment verið skotin til botns! Men heldur enn at við­ ganga sína lygn, so skákar Heðin undan og vísir nú á, at staðið er varðveitingar­ vert, tí hetta hevur Býráðið fingið at vita frá Forn­ minnissavninum. Men harragud ikki, Heðin, tað halda vit eisini! Tað skulu ikki spesialistar til at stað­ festa tað! Og vit vilja sera fegin varðveita staðið og byggja eitt hugnaligt og hóskandi neyst við Lágu kai. Vit hava enntá boðið Býráðnum at tekna neystið fra a til z! Tað hevði verið nógv frægari, enn at bygt ein merkiligan glastríkant upp á húsið, so sum Forn­ minnissavnið mælir til, men sum tú bara einki nevnir um. Og by the way, so merkir orðið varðveit­ ingarvert ikki, at Westward Ho skal inn í neystið, so sum Fornminnissavnið eisini mælir til, men sum tú heldur einki nevnir um. Tað merkir bara, at neyst ið er varðveitingarvert, og tað kann tað saktans vera við Róðrarfelagnum Knørri fyri borgum. No problem! Satt at siga, so havi eg sera ilt við at skilja tínar grundgevingar fyri, at Róðrarfelagid Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð. Tú virkar mær altíð so ullintur ­ sum um at okkurt annað liggur aftanfyri. Onkur hevur fortalt mær, at tú hevur lovað okkara elskaða Knørraneyst burtur til nakrar av tínum vinum, ið skulu hava eina smiðju á staðnum. Passar tað, Heðin Mortensen? Er tað bara tí, at vit skulu vekk av Skálatrøð? Nakrar afturvísingar Heðin Mortensen vísir á málsgongdina við neysta­ málinum. Eg skal ikki við­ gera alt, men fari at gera vart við, at sumt av tí, sum Heðin Mortensen førir fram, er lygn, og annað gloymir hann við vilja. Neystamálið byrjaði, sum Heðin sigur, tá ið Róðrarfelagið Knørrur í 2001 søkti um at leiga neyst frá kommununi Úti undir Bakka. Hetta bar tó ikki til, tí neystini vóru útleigað og ikki tøk. Hes­ um greiðir Heðin væl frá, men hann gloymir at siga, at boðini frá kommununi vóru harumframt, at økið var friðað. Og kortini eru eini vanlig sethús nú bygd oman á staðið. Ikki sann­ heit, harra Heðin Morten­ sen? Kennir tú ikki nakrar av tínum egnu lygnum aftur í hesum? Og heldur tú, at hetta gevur okkum grund til at líta ein skitt á tykkum? Heðin Mortensen royn­ ir eisini at vísa á, at Róð­ rarfelagið Knørrur onga sakliga grundgeving hevur fyri, hvussu felagið kann vera í einum minni bygn­ ingi á Skálatrøð, tá ið vit vilja hava 6­800 fer­ metrar í Álakeri. Til hetta er bert at siga, at um Róðrarfelagið Knørrur skal flyta yvir í Álaker, so er felagið í eini heilt nýggjari støðu. Vit hava verið á Skálatrøð í 21 ár, og tí er einki løgið í, at okkara støða og samleiki broytast fullkomiliga, um vit flyta í Álaker. Og krøvini verða eisini heilt nøkur onnur. Men vit fara enn eina ferð at sláa púra fast, at RK hevur ongantíð sagt nei at fara í Álaker, soleiðis sum Heðin fortelur. Hetta er pástandur hansara og beinleiðis lygn! Heðin fortelur eisini, at Býraðið tann 18. januar 2007 fekk eitt skriv fra Róðrarfelagnum Knørri, har vit seta krøv um stóran part av Roykivirkinum í Álakeri, umframt at vit vilja vera í Knørraneyst­ inum. Hetta er rætt. Vit vildu hava stóran part av Roykivirkinum, tí í Álakeri er støðan ein heilt onnur enn á Skálatrøð. Og at vit eisini vildu vera í Knørra­ neystinum komst av tí ein­ føldu orsøk, at tað fingu vit lovað á sama fundi. Tá var Heðin Mortensen bara rýmdur, og tað var ikki fyrr enn tá, at glið yvir­ høvur kom á samráð­ ingarnar. Men málið fall ­ ikki av Róðrarfelagnum Knørri ­ men tí at Heðin fekk ikki politiska undir­ tøku fyri keypinum. So skuldi tað verið greitt! Tí vil Róðrarfelagið Knørrur vera á Skálatrøð Róðrarfelagið Knørrur hevur alla sína tíð verið á Skálatrøð, og tó at húsa­ umstøður okkara eru syndarliga vánaligar, so er sjálvt økið við Lágu kai so nógv tað besta staðið at hava kappróðrarvirksemi ­ tað finst neyvan betri í Føroyum. Har er andi, har er sjarma, og har er so framúr kyrt og gott at flota, bæði hjá vaksnum og serliga hjá børnum. At staðið er væl egnað, kunnu eisini tær bygdarmanningar vátta, sum hvørt ár flota bátar sínar á Skálatrøð, tá ið tær koma higar at venja til ólavsøku. Skálatrøð er satt at siga ein perla, og tí arbeiðir Róðrarfelagið Knørrur við hond og fót fyri at vera har. Soleiðsnar er tað við tí, harra borgar­ stjóri. Og heldur enn at grivið eftir orsøkum fyri at nokta okkum staðið, so skuldi tú arbeitt fyri máli­ num. Sum fyrrverandi formaður í Havnar Róðrar­ felag hevur tú allar orsøkir at skilja okkum, og sum borgarstjóri hevur tú allar heimildir at hjálpa okkum! Skálatrøð er eisini ein framúr sýnisgluggi fyri tjóðarítrótt okkara, tí hvørt einasta ár kemur óteljandi ferðafólk framvið at for­ vitnast um føroyska bátin. Hetta talar eisini fyri, at Skálatrøð er tað perfekta staðið til kappróðrarvirk­ semi. Og eftir mínum tykki er tað dundrandi skeivt ikki at brúka henda møguleika at vísa útlendingum eina so sprelllivandi, føroyska mentan. Tí hví skulu vit altíð dyrka tann støvuta kulturin, tá ið vit hava liv­ andi lív at vísa? Hví ikki brúka hetta fantastiska høv­ ið at vísa fram okkara sprel­ ska ungdóm í samljóði við tjóðarítróttin, heldur enn at krógva alt burtur úti í Ála­ keri? Kanst tú fortelja mær tað, Heðin Mortensen? Hví vilt tú partú sleppa at gera okkurt býtt, tá tú hevur allar møguleikar at gera okkurt klókt? Øll hesi viðurskifti hava vit í Róðrarfelagnum Knørri víst Býráðnum á ca. 1000 ferð, og Heðin Mortensen skuldi verið so mikið kultiveraður, at hann dugdi at síggja hetta. Men higartil hevur hann verið sum gamli Nelson og sett kikaran fyri blinda eygað! At enda Góði, Heðin Mortensen. Sum borgarstjóri og ítróttar­ forseti setur tú fram nakrar sera fúlar mistankar um míni evni at leiga Róðrar­ felagið Knørr. Míni leiðara­ evni fara vit at lata onnur at meta um, men lat okk­ um nú vóna ­ hóast okkara ókerliga brævaskifti ­ at Róðrarfelagið Knørrur umsíður fær tær umstøður, sum tí so staðiliga tørvar. Tað hevði gagnað felagn­ um, høvuðsstaðnum og tjóðarítróttinum. Men vælsignaður maður! Royn nú fyri eina ferð skyld at koma við eini haldgóðari grundgeving fyri, hví Róðrarfelagið Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð! Og um tú ikki kanst tað, so gev okkum okkara byggi­ loyvi, sum vit nú í fleiri ár á rættvísan hátt hava arbeitt fyri! Eitt sindur vinarliga (hóast alt) Kom nú við eini haldgóðari grundgeving, harra borgarstjóri formaður í Róðrarfelagnum Knørri, høvuðs­ staðarfelagnum á Skálatrøð Sjúrður Gullbein Nú, uppskot er lagt fyri tingið at broyta vallógina, haldi eg, at møguleikin at skriva út nýval samstundis átti at verið strikaður. Valið skuldi harumframt ligið fast at verið annan týsdag í novembur. Fyri at føroyska sam­ felagið kann verða meira støðugt og trygt, hevði verið best, um tingið var sitandi í fýra ár, uttan møguleika at senda fólk á val í úrtíð. Tey, sum verða vald inn á ting, skulu hava skyldu til at verða sitandi í eitt fýra ára skeið. Val átti heldur ikki at verið í januar, tí móti jólum skal fíggjarlógin verða klár, samstundis sum valstríðið longu er byrjað. Slíkan ruðuleika kann Føroya Løgting ikki bjóða borgarunum. Og tað er heldur eingin orsøk til, tí hetta kann alt broytast. Men tað vísir seg fyri mær, sum nøkur tingfólk síggja ein fyrmun í at skapa ruðuleika, tí tá er lættari at fáa mál ígjgøgnum, sum annars ongan møguleika høvdu at verið samtykt. Fíggjarlógin Fíggjarlógin skuldi verið framløgd seinasta fram­ løgudag í mars, ístaðin fyri um heystið. Sum nú er, verður fíggjarlógin samtykt seinast í árinum, og tað vil siga, at almennu stovnarnir kenna ikki sína játtan, til komandi árið, fyrrenn við árslok. Mínar royndir frá tingarbeiðinum eru, at tað er serstakliga ópraktiskt at hava fíggjarlógarviðgerð­ ina heilt inn í jólini, og enntá, við hvørt, millum jóla og nýggjárs. Eitt valdømi Skal Føroyar gerast til eitt valdømi, má javnvág vera í og størri ábyrgd leggjast út til kommurnar samstundis ­ og sjálvsagt eisini broyt­ ing í býti av skattinum millum land og kommunur. Fáa kommurnar størri ábyrgd og sjálvræði, síggi eg ongan vanda í einum valdømi. Tvørturímóti fáa vit dynamiskar kommunu­ eindir, har tað verður ein størri avbjóðing enn í dag at vera kommunalpolitik­ ari. Síðani fáa vit eitt løgting, sum ístaðin fyri lokalpolitikk, fer at føra landspolitikk. Tað er eingin ivi um, at Skal Føroya Løgting virka betur enn í dag, er neyðugt við fleiri broytingum, bæði í vallóg og stýrisskipan. Val fyrst í novembur - og eingi val í úrtíð Ja, so úttalaði formaðurin í sambandsflokkinum seg, so fingu vit at vita, at sambandsflokkurin stendur aftanfyri uppskot hjá Laxafossinum. Hví ikki? Tey ið har búgva, eru jú á útoyggjarstøði, so vit traðka tey bara eitt sindur longur niður, vit lata okkum í størri hatt og tey tiga. Uppskotið er, at Sandoyartunnilin skal steðga, hví? Vit vita væl, at tað var ein góð búrmáltíð, at fáa Gomlurætt og tað sum hartil hoyrdi, men hvør er mettur fyri lívstíð av at fáa eina búrmáltíð. Skulu vit koma ájavnt við fólki á meginøkinum, so er tað neyðturviligt, bæði fyri sandoyingar og suðuroyingar, at vit fáa undirsjóvartunnilin og ongantíð ov skjótt, tí sannast má, at tað sum fyrst kemur í dag, kemur seinni í lag. Eg haldi her er nógv sum allareiðar er komi í bíðistøðu í Sandoynni. Listaskúlin, hvar er hann, eitt arbeiði, ljóðaði tað skuldi byrja útí Líð á Sandi, hvat er av tí? Ein tunnil skuldi gerast til Dals, hvar er hann og so skuldi ein ítróttarhøll standa liðug í ár, ikki dugi eg at fáa eyga á hana enn. Tað er nemt at sita á meginøkinum sum nýggjur landsstýrismaður og siga seg at skula skera niður og so taka og kvetta allan framburð hjá einari og tildeils tveimum oyggjum, vit leggja tær bara burturúr og so forseta vit á meginøkinum og keypa okkum fínar hattar, hettar er sambandspolitikkur við lít. Men nú fáa vit at vita, hvat aðrir flokkar á tingi siga. Livst so spyrst. Sandoyartunnilin rúna SivertSen Sólvit SimonSen