týsdagur 21. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 160 - 21. august 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Martha Blaasvær Deb
es, fødd Joensen, búsit
andi á Argjum, andaðist
í heiminum leygardagin
18. august, 74 ára gom
ul.
Kistan
við
Bjarna
Magnussen, Tjørnuvík,
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum
týsdagin
klokkan 14. Jarðarferðin
verður úr Tjørnuvíkar
kirkju hósdagin klokkan
14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið
vilja minnast Bjarna,
kunnu lata eina peninga
gávu til Tjørnuvíkar
kirkju, konta í Eik.
Rógvi
Zachariassen,
ættaður úr Tórshavn
andaðist í Rødby havn
17. august, 77 ára gam
al. Jarðarferðin verður
úr Rødby havn kikrju
hósdagin 23. august
klokkan 11.
Ella Hjelm Klemp,
dóttir Miu og Thorvald
Hjelm í Vági, andaðist
fríggjadagin 17. august
á Gentofte Sjúkrahúsi,
71 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Nærum
kirkju 27. august klokk
an 11.
Andlát og jarðarferðir
Mikudagin 22. august verð
ur mamma okkara 80 ár.
Mamma er fjórða barnið av
sjey børnum hjá Miu og
Óla úti í Forna á Nesi Eyst
uroy. Mamman var ættað
innan úr Gerði á Toftum og
pápin var ættaður uttan úr
Forna. Systkini vóru Andi,
Sannebeth, Dania, mamma,
Marjus, Ove og Annelisa.
Bert trý systkin eru eftir á
lívi. Tey eru Annelisa, Ove
og mamma okkara. Marjus
doyði sum 12 ára gamal.
Andi, Sannebeth og Dania
doyðu øll sum 68 ára gom
ul.
Mamma vaks upp í teim
um vánaligu 30árunum, tá
tað var ógvuliga smáligt í
nógvum heimum í Føroyum.
So frægt tey vóru ment,
byrjaðu tey at taka lut í øll
um arbeiði, úti og inni, so
sum torv, hoygging, eplir
og annað húsligt arbeiði.
Mamma
hevur
mangan
sagt, at hon hevði sín setn
ing
innandura.
Longu
áðrenn fermingina hjálpti
mamma til í prestagarðinum
á Nesi sum barnagenta.
Seinni arbeiddi hon sum
arbeiðsgenta, inntil hon gift
ist við pápa okkara.
Mamma giftist pápa, Olaf
Joensen, í 1947. Tey giftust
inn úti í Forna, sjálvt um
tað var ógvuliga trongligt,
og vórðu verandi har í 3 ár.
Tá tey síðani skuldu byggja
inni á Toftum, vildi so illa
við, at kona bróður pápa
doyði í barsilssong, soleiðis
at hann kom at sita eftir við
trimum smábørnum, har
tað elsta var 5 ár og yngsta
nýføðingur. Hann hevði sett
búgv í Runavík. Tískil
fluttu mamma og pápi inn
til Runavíkar at halda hús
og vórðu verandi har í
hálvtfjórða ár, áðrenn tey
fluttu út í síni egnu hús á
Toftum, sum tá stóðu liðug.
Tað man hava verið strævið
hjá mammu at taka eitt hús
upp á seg við trimum børn
um. Sjálv átti hon eitt, og
tað næsta varð borið í heim,
meðan tey búðu í Runavík.
Har hevur hvílt ein stór
ábyrgd á herðum hennara.
Mamma var sjálvandi í góð
um árum tá, men stríggið
man hava verið.
Í 1954 fluttu vit út á Toftir
í okkara egnu hús. Ikki
kunnu vit siga at alt var so
liðugt eftir nútíðar máti
stokki, har var ógvuliga
mangulfult, men vit halda
at tey vóru so hjartans fegin
at koma í teirra egna heim.
Vit blivu trý systkin: Oskar,
Elinborg og Óli Heri. Oskar
og Elinborg eru búsitandi á
Toftum, og Óli Heri er
búsitandi í Tórshavn. Tey
fyrstu árini vit búðu á Toft
um, plagdi pápi at fara til
Íslands í januar mánað og
vera har til einaferð í mai
mánað. Onkuntíð eitt sindur
longur. Um summarið og
heystið fekst hann við at
smíða og mála. Tíðarskeið
ini har pápi okkara var í
Íslandi, varð mamma einsa
møll um okkum børn, so
aftur her var tað mamma,
sum var bæði kona og mað
ur í húsinum.
Í 1964 verður pápi okkara
álvarsliga sjúkur og doyr
síðst á árinum niðri á Ríkis
sjúkrahúsinum.
Mamma
hevur sjálv fleiri ferðir sagt,
at hon ongantíð roknaði
við, at hon fór at smílast aft
ur, men tíbetur hevur láturin
mangan
vunnið
síðani,
hóast smeitin. Lyndið, góð
hjálp frá teimum nærmastu
og klettafasta guðstrúgvin
munnu hava verið góð
hjálp. Nú mátti mamma
sjálv út til arbeiðis at vinna
til dagsins uppihald. Fyrst
nøkur ár sum krambakvinna
úti hjá Ernst Hansen, fyri at
enda sum krambakvinna
ígjøgnum nógv ár hjá Lenu
Joensen, við einum lítlum
millumbili á flakavirkinum,
Nyki. Mamma arbeiddi í
handlinum hjá Lenu, til hon
gavst vegna aldur. Fyrstu
tíðina eftir at pápi var deyð
ur, var nógv samband mill
um heimið hjá okkum og
ommu og abba úti í Forna.
Onkuntíð, serliga um vet
urin, vóru tey í vikur inni á
Toftum hjá okkum, og um
summarið kundu vit verða í
vikur úti í Forna hjá ommu
og abba. Her hevur mamma
nokk notið gott av teirra
hjálp, somuleiðis munnu
tey hava notið gott av hjálp
ini, mamma veitti teimum.
Eisini kann nevnast, at
grannarnir Diny og Sørin
mangan mundu vera hent,
serliga hjá lítla beiggja,
sum upp á tað nærmasta
fekk eini eyka foreldur.
Líka síðani vit børn vórðu
borin í heim, eru vit uppald
saman við kirkju og missi
ónshúsi. Hesi bæði hava
verið partur av lívinum hjá
mammu okkara, og harvið
okkum, allan okkara upp
vøkstur. Mamma gongur
enn tann dag í dag trúliga í
kirkju og møti, so frægt
sum kreftirnar eru til tað.
Mamma sat eisini í stýrinum
fyri
missiónshúsið
frá
seinnapartin í sjeyti árunum
til um ártúsund skiftið. Blái
Krossur hevur eisini verið
hennara hjartabarn, har hon
hevur sitið sum skrivari í
eitt mannaminni. Eisini hev
ur sjómanskvinnuringurin á
staðnum fingið nógva tíð til
lutaða, har mong bindikonan
hevur talt skeivt vegna upp
lesturin frá mammu. Sangur
hevur heldur ikki verið
fremmandur í barnaheimi
num. Mamma hevur sungið
fyrst í Toftakórinum og
seinni í streingjakórinum.
Óansæð hvar mamma
hevur virkað, hevur tað ver
ið við stórum nærlagni og
ábyrgdarkenslu.
Hennara
partur man ikki hava ligið
eftir. Og tá tað kemur til
missiónshús
og
kirkju,
munnu mong tøkini vera
tikin í Harrans urtagarði.
Vit børn eru frá fyrsta
degi leidd í Guðs hús, lærd
at fara til arbeiðis, so skjótt
vit vóru ment, vísa ábyrgd
arkenslu og virðing fyri
fólki rundan um okkum.
Mamma hevur eisini lært
okkum at vera sjálvstøðug
og roynt at hildið okkum til
so skjótt sum ráðiligt hevur
verið.
Mamma
hevur
verið
ómetaliga røsk, hóast hon
longu fyrst í sjeyti árunum
fekk brek í ryggin. Bráða
lyndið man eisini hava havt
síni positivu árin á mongu
gerningarnar í eru fingnir
frá hondini. Pengarnir hava
ongantíð verið nøkur yvir
flóð, men ongantíð hevur
vantað nakað hjá okkum
børnum. Gamaní vóru ráð
ini ikki til nakað sum helst
oyðsl, men tað vit ikki
fingu í materiellum, fingu
vit í stóran mun av hjálp,
tonkum og kærleika. Sum
fyrr nevnt hevur láturin
mangan verið frammi síðani
pápi doyði, og sigast kann,
at mamma hevur verið rætti
liga láturmild. Familjukær
hevur hon verið, og umsorg
anin fyri okkum øllum er
stór
og
eingin
verður
gloymdur. Ommu og lang
ommubørn eru spent, tá
hon tekur taskuna fram.
Har er nokk okkurt gott í
væntu…!
Góða mamma, vit eru so
hjartans takksom fyri, at tú
er mamma okkara, og at tú
enn er í millum okkum.
Takk fyri alla umhugsan,
bønir, tankar og allar góðar
og hugnaligar løtur. Hjarta
liga tillukku við hesum
stóra degi. Vónandi verður
lívskvøldið
framhaldandi
blítt.
Heilsan børnini
Mary Joensen 80 ár
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri
Rógvi Zachariasen
ættaður úr Tórshavn
búsitandi í Rødeby Havn
andaðist 17. august, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Rødeby Havn Kirke
23. august kl. 11.00.
Familjunnar vegna
Anna Helena
Tey, ið vilja minnast Rógva, kunnu geva eina gávu til
Minningargrunnin hjá Louis Zachariasen.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín,
góði elskaði pápi, verpápi og abbi okkara
John Larsen
doyði og varð jarðaður.
Eina serliga tøkk til Øssur Berghamar fyri vitjan á
Ríkissjúkrahúsinum, John í Skemmini fyri góð orð
og tøkk til samkomuna í Bethel og øll tykkum,
sum á annan hátt hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Nýrafelagið.
Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Irena