Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 21. august 2007 15 nøvn Sjúrður Dahl 60 ár Í morgin, mikudagin 22. august, verður Sjúrður Dahl í Streymnesi 60 ár. Sjúrður er upprunaliga Oyramaður, sonur Hannufíu og Óla Dahl, men flutti fyrst til Hval­ víkar og síðani Streymnes, tá hann fann saman við og seinni giftist Gurli Zachariasen. Sum flest aðrir ungir menn, fór Sjúrður eisini til skips sum ungur, og helt hann á nøkur ár á sjónum. Hann legðist uppi tá hann fór at arbeiða á rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen á Oyri, og arbeiddi hann har í næstan 20 ár, til virkið gavst við framleiðslu í 2005. Síðani hevur Sjúrður verið landformaður hjá útróðrarbátinum Gordrúgvin. Fakfelagsarbeiði og rættindini hjá arbeiðsfólki hava ligið Sjúrði nær at hjarta, og hevur hann eisini verið nevndarlimur og formaður í Sunda Sóknar Arbeiðara­ felag í mong ár. Trúliga hevur hann eisini luttikið í arbeiðinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og munnu skip­ aðu tryggingar­ og eftirlønarviðurskiftini hjá arbeiðs­ fólki verða tað, ið Sjúrður er einamest glaður fyri at hava fingið í rættlag. Eisini Norðstreymoyar Dansifelag hevur notið gott av Sjúrði, bæði sum dansara og nevndarlimi. Umframt føstu dansikvøldini hevur hann eisini fúsur traðkað til, tá boð hava verið eftir honum, um tað so hevur verið til landsdansistevnur, serstøk dansikvøld ella bara tá okk­ ara sermerkti føroyski dansur og kvæði skulu vísast fram fyri útlendskum gestum. Sum nevnt giftist Sjúrður við Gurli Zachariasen, men teirra hjúnarlag untist bert fáar mánaðir, tá Gurli, sum næstan var komin til eigingar, doyði í eini ferðslu­ vanlukku. Drongurin Gurli bar, eydnaðist at verða doyptur áðrenn hann andaðist, og fekk hann navnið Poul Jóhannus. Dóttir Gurli, Sóley tók Sjúrður til sín, og er hon júst byrjað á Húsarhaldskúlanum í Klaksvík. Sjúrður giftist uppaftur við Jelenu, men fóru tey hvør til sítt nøkur ár seinni. Vit, ið kenna Sjúrð til gerandis og gaman, vilja fegin við hesum fáu reglum ynskja honum hjartaliga tillukku á 60 ára degnum, og bera tøkk fyri hansara altíð stóra hjálpsemi, oftast óbiðin. Sjúrður heldur føðingardagin leygardagin, heima á Traðavegi 10 í Streymnesi, og eru øll ið hava hug at koma, hjartaliga vælkomin. Grannarnir Dagurin í morgin 22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180. Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum Galliu (Suðurfraklandi). Varð tikin av døgum, av tí at hann ikki vildi tilbiðja skurðgudamyndir í Cybeletempli­ num. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum mongu, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára degnum. Heilsan Gerda Skaale Í morgin, mikudagin 22. august, verður Jákup Mikkelsen í Klaksvík 50 ár. Jákup er vinnulívs­ maður og politikari, og hann hevur verið virkin á so mongum økjum. Jákup vaks upp á Gørðum. Foreldrini eru Esther, sum er ættað úr Sørvági, og Sámal Mikkelsen, sum er ættaður av Vágsheygnum. Teir eru tríggir beiggjar: Mikkjal (1956), sum býr í Havn og er lærari á Læraraskúlanum, Jákup (1957) og Jóannes (1962). Jóannes býr í Klaksvík og arbeiðir á J. F. Kjølbro heilsøluni. Í 1974 varð HF skeið sett á stovn í Klaksvík, og Jákup var ímillum tey fyrstu, sum luku prógv har í 1976. Eitt skifti var Jákup í Århus, so koyrdi hann lastbil og var vikarur, og í 1984 leyk hann prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla. Frá 1984 og fram til 1997 var hann lærari í Skúlanum við Ósánna burtursæð frá skúlaárinum 1992­93, tá ið hann var á ársskeiði í Newcastle. Seinastu tíggju árini hevur Jákup verið vinnulívsmaður burturav. Í 1996 keypti hann saman við øðrum J. F. Kjølbro heilsøluna, og í 2005 keypti hann saman við øðrum pf. Esmar Simonsen á Kambsdali. Í vár keypti Jákup saman við konuni allan partapeningin í báðum hesum feløgunum, og í summar settu tey bæði felagið Kjølur sett á stovn. Hetta felagið, sum heldur til í somu hølum sum Kjølbro heilsølan, tekur sær av at veita vinnuni tænastur – eitt nú kendu Mustad húkarnar og egningarmaskinurnar. Jákup er stjóri, og við sínum bjarta lyndi og vinnandi medferð hevur hann dugað at fingið gott fólk rundanum seg og eitt arbeiðspláss, har trivnaðurin er góður. Síðani Oljuvinnuráðið varð stovnað, hevur Jákup verið nevndarlimur har. Á býráðsvalinum í 1984 varð Jákup valdur í Klaksvíkar býráð sum umboð fyri Fólkaflokkin. Hann sat í býráðnum fram til valið í 1992, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Í 2004 varð Jákup aftur valdur í býráðið, og síðani á nýggjárinum 2005 hevur hann verið varaborgarstjóri. Longu í løgtingsvalskeiðnum 1988­90 var Jákup viðhvørt tingmaður. Eftir valið í 2002 og fram til í fjør var hann fastur varamaður í tinginum. Politisku álitissessirnir hava borið fleiri aðrar ábyrgdir við sær. Eitt nú hevur Jákup verið limur í SEV umboðsráðnum, skúlanevndini 1997­ 2000 og í landsskúlaráðnum eitt skifti mitt í níti árunum. Í ítrótti hevur tað altíð ligið væl hjá Jákupi. Serliga nógv gjørdi hann við fótbóltin. Hann var góður miðvallarspælari og seinni vandamikil álopsspælari á 1. liði hjá KÍ frá 1974 og fram til 1987, og síðani var hann í fleiri ár hentur íblásari á lægru liðunum. Í 1973 spældu Føroyar fyrsta unglingalandsdystin ímóti íslendingum í Gundadali. Jákup var yngsti maður, og hann var á unglinga­ landsliðnum í fýra ár. Fýra ferðir umboðaði hann Føroyar á a­ landsliðnum. Klaksvíkar Talvfelag hevur altíð verið eitt av hjartabørnunum hjá Jákupi. Undir stríðnum á Balkan í níti árunum syrgdi Jákup fyri, at framúr íblástur úr Sarajevo kom í føroyska talvheimin og serliga til Klaksvíkar. Undir talvolympiaduni í Filipsoyggjunum í 1992 hitti hann Predrag Nikolic, sum er ættaður úr Bosnia Hersegovina. Altjóða telvarin kendi seg heimleysan undir vápnaganginum, og hann tók av, tá ið Jákup bjóðaði honum at koma til Føroya. Hann búði í eitt ár í Klaksvík, og tá ið hann ikki var burturi í verðini og telvaði, lærdi hann klaksvíkingar og føroyingar talvsnildir. Talvkøn vísa á, at hetta var stórur framburður fyri føroyska telving. Nikolic, sum nú býr í Hollandi, vitjar av og á í Klaksvík. Jákup var í nøkur ár formaður í Talvsambandi Føroya. Tann sessin bar hann seg undan, tá ið hann hevði keypt heilsøluna. 7. januar í 1978 giftist Jákup Ester fødd Hansen og ættað úr Klaksvík. Tey eiga hugnaligt heim undir Brúnni, og umframt á heimafronti­ num er Ester manninum ikki minst í vinnuliga virkseminum stórur stuðul. Børnini hjá teimum eru Sámal (1978) sum er læraralærdur og nú lesur teologi í Glasgow, Durita (1988) sum leyk studentsprógv í summar, og Hanna (1989) sum gongur í HF. Føðingardagurin verður hildin í Skálanum, har øll eru vælkomin millum klokkan 18 og 22 miku­ kvøldið. J Jákup Mikkelsen 50 ár ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Razor Black 18” Við 235/40-18 dekkum Flott 18" felga. Svart­ lakkerað við poleraðum, djúpum kanti Fæst til flestu bilar 5-Star 17” Við 215/45-17 dekkum Klassisk 5­stjørna felga Fæst til flestu bilar Fyri settið 6.880,- Fyri settið 9.990,- www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000