týsdagur 21. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 160 - 21. august 2007
tíðindi
Í Føroyum eru
vit uppdrigin av
lokalumhvørvinum
og ikki almenna
rúminum. Tí tekur
tað tíð at broyta ting,
men 266 b er bara
eitt fet rætta vegin í
stríðnum fyri at bøta
um viðurskiftini hjá
samkyndum, var ein
av boðskapunum á
Føroya Pride, har
politikkur og veitsla
gingu hond í hond
FØROYA PRIDE
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Ólavur Fredriksen
Føroya Pride er av á hesum
sinni. Tiltakið byrjaði sein
napartin fríggjadagin og en
daði seinnapartin sunnu
dagin. Tað, sum savnaði
flest fólk á hesum døgum,
var skrúðgongan seinna
partin
leygardagin.
Ein
skrúðgonga har hundraðtals
hinskynd, samkynd, tvíkynd
og transkynd úr øllum
norðurlondum gingu lið um
lið fyri sama endamáli:
nevniliga at bøta um viður
skiftini hjá teimum, ið ikki
hava somu seksuellu orien
tering sum tey flestu.
Breið semja var um, at
samtyktin um at skoyta
spurningin um kynsliga
sannføring uppí grein 266 b
í revsilógini, var eitt stórt
fet rætta vegin. Hetta fram
gekk
millum
annað
á
fyriskipaða pallborðsfund
inum í Norðurlandahús
inum. Eitt sjónarmið sum
danski
fólkatingslimurin
Mogens Jensen framlegði,
og sum hini tóku undir við.
– Nú mugu tit taka næsta
stigið, men geri tað í hós
kandi tempo, vóru ráðini
frá framsøgumanninum í
miðla og mentanarmálum
hjá socialdemokratunum.
Hini trý sum luttóku til
pallborðsfundin
vóru
svenski politikkarin Johan
Tiedemann, tjóðveldismað
urin Finnur Helmsdal og
Ásta Ósk Hløðversdóttir,
forseti í ANSO, sum er
norðurlendski felagsskap
urin hjá samkyndum undir
útbúgving, ið skipaði fyri
Føroya Pride.
Finnur Helmsdal tók un
dir við Mogens Jensen og
segði, at tað fara ting at
henda á økinum aftrat, men
at tað hvørki verður í dag
ella í morgin, sum hann tók
til.
– Í Føroyum eru vit
uppdrigin
av
lokalum
hvørvinum og ikki almenna
rúminum. Tí tekur tað tíð at
broyta ting, vísti hann á.
Ikki komin á mál
nakrastaðni
At tað er langt eftir á mál
vóru tey samd um til
pallborðsfundin,
og
tað
framgekk eisini í røðunum,
ið vórðu hildnar seinni um
dagin á Vaglinum.
– Men enn eru vit ikki
komin á mál nakrastaðni.
Tað er tó ymiskt hvussu
langt er eftir frá landi til
land,
staðfesti
Mogens
Jensen uppi í Norðurlan
dahúsinum. Hvat er so
málið kundi ein hóskandi
spurt. Svarið er ikki einfalt,
men heilt stutt er tað, at
samkynd fáa neyvt somu
rættindi eins og hinskynd.
Tað vil siga, at samkynd til
dømis skulu hava loyvi at
ættleiða børn ella fáa kun
stiga ísáðing.
Hetta fekk Ástu Ósk
Hløðversdóttir at vísa á, at
júst tí eru tiltøk sum Føroya
Pride týdningarmikil.
– Tey halda lív í kjakinum,
og soleiðis verða ting so
líðandi broytt, segði hon.
Pallborðsfundurin var fí
nur sum upplýsandi tiltak,
men tað er synd at siga, at
nakað
kollveltandi
nýtt
kom undan kavi.
Mær dámar menn
Eftir pallborðsfundin, tað
vil siga klokkan 14, vóru
fólk savnað uttanfyri Norð
urlandahúsið; klár at ganga
skrúgongu oman í býin, har
røður og tónleikur vóru á
skránni. Taka vit tónleikin
fyrst, so var tað Finnur
Jensen, sum stóð fyri hes
um. Og hann dugdi bæði at
syngja
og
undirhalda.
Serliga tá hann kom til
sangin “Eg”, fekk hann fólk
at flenna. Sangurin er best
kendur
fyri
niðurlagið
“Mær dámar menn...”, og
snýr hann seg um ein sam
kyndan mann, sum bíðar
eftir tí einasta eina. Finnur
viðgekk eisini, at tá hann
Veitsla og politikkur
"Hevur kærleiki kyn?” spurdu tey í skrúðgonguni