týsdagur 21. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 21. august 2007
19
tíðindi
hvørt um annað
skrivaði sangin, hevði ikki
ímyndað sær, at hann nøkur
ár eftir fór at syngja hann á
einum tiltaki fyri samkynd.
Umframt henda framførdi
Finnur Jensen eisini nýggja
hittið “Havsins ríki”, gamla
klassikararn
“Herbergið”
og loynilagið av útgávuni
Førist ”Mín egna veg”.
Sjálvandi skrásett
parlag
Fyrsta Føroya Pride var í
2005.
Finnur
Helmsdal
gjørdi í røðu sínari greitt, at
hann ikki var í iva um, at
tað var akkurát tað tiltakið,
ið setti gongd á tað, sum nú
er hent á økinum í Føroyum.
Somuleiðis vísti hann á, at
Føroyar eru tað einasta
landið í Norðurlondum, har
skrásett parlag ikki er loyvt.
Tað hóvar ikki manninum,
sum saman við Annitu á
Fríðriksmørk legði fram
uppskotið um broyting av
grein 266 b í revsilógini.
– Sjálvandi eiga vit at
seta í gildi skrásett parlag í
Føroyum! Heldur í dag enn
í morgin, staðfesti Finnur
Helmsdal, meðan fjøldin
fagnaði
honum.
Finnur
Helmsdal sigur tó, at málið
ikki er búgvið at royna í
tinginum enn, og tí roknar
hann ikki við, at hvørki
hann ella nakar annar fer at
leggja tað fram.
At politikkur er uppi í
Føroya Pride, ger hetta
tiltak nakað øðrvísi enn
líknandi tiltøk aðrastaðni í
heiminum, har Gay Pride
ofta er ein stór veitsla burtur
av. Í Føroyum er Føroya
Pride eisini ein veitsludagur,
og tí kundi Johan Tiedemann
sum fyrsti røðarin skemti
liga og skilagott staðfesta,
at “party and politics” ofta
gang hond í hond.
Dimmalætting skrivaði í
gjár, at ársins Føroya Pride
tiltak var minni merkt av
politiskum spenningi enn
undanfarna tiltak, og at tað
helst var orsøkin til, at
tiltakið ikki var eins væl
vitjað hesaferð. Tað er
møguliga ein partur av
frágreiðingini,
men
ein
annar partur er tann, at
tiltakið var ógvuliga illa
upplýst. Eitt nú stóð onga
staðni hvar skrúðgongan
leygardagin
byrjaði,
og
ætlaði tíðindafundurin varð
avlýstur, tá eingin møtti
upp, tí fyrireikarnir høvdu
gloymt at upplýst hvar
hesin tíðindafundurin skul
di vera. Tað er heilt einfalt
ov vánalig fyriskipan!
Moralskar
krimpireyvar
Skal mátast eftir fagnaði,
látri og lógvabrestum, helt
Marna
Jacobsen
bestu
røðuna á Føroya Pride.
– Øll vit tilkomnu kenna
Pride. Men tað er ikki hesi
ferju, vit heiðra í dag hóast
hon hevur tænt væl, legði
hon skemtiliga fyri, áðrenn
tónin gjørdist nakað hvass
ari. Hon legði eftir teimum,
hon
kallaði
moralskar
krimpireyvar og sýtti fyri,
at hesar skulu umboða
hana.
Bíblian hevur ofta verið
nýtt sum argument í kjak
inum, og hetta fekk Marnu
Jacobsen at nevna Paulus,
sum skrivaði hópin av
brøvum til fólkabólkar og
greiddi teimum frá, hvussu
tey áttu at liva.
– Og í Føroyum eru tað
so nógv sum eita Paulus og
vita betur enn onnur, hvussu
vit skulu liva, soleiðis at vit
passa inn í fýrakantaða
kassan, har “normaliteturin”
býr, helt hon fyri.
Tiltakið
á
Vaglinum
endaði við, at tjóðsangurin
varð sungin.
Marna Jacobsen, mamma at samkyndari gentu, var ein av trimum røðarum á Vaglinum. Hinir
báðir vóru sviin Johan Tiedemann og Finnur Helmsdal
Finnur Jensen úr Páll Finnur Páll, ið undirhelt við sangi og
gittara, spældi millum annað sangin ”Eg”, sum snýr seg um júst
samkynd
Finnur Helmsdal (h.m.) segði millum annað í røðu sínari, at
Mortan Rasmussen (v.m.) og sonurin Rasmus høvdu goldið
dýrasta prísin í stríðnum fyri viðurskiftunum hjá samkyndum
í Føroyum