Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 160 - 21. august 2007 tíðindi Tveir opnir bátar liggja við atløgubryggjuna í Skálafirði – annar við stýrihúsi, hin uttan. Her liggja teir trygt, og um stutta tíð koma teir at liggja sera væl. – Ja, tað verður munur á, sigur ein av bátaeigarunum. Bátar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Skálafirði: Bátaeigarar í bygdini hava gjøgnum nógv ár ynskt sær góðar umstøður til frítíðarítriv sítt. Fyri eini 15 árum síðani var farið undir at gera ein báta­ hyl í bygdini, og nú er hetta arbeiðið tikið uppaftur av álvara. Sum skilst er ætlanin hesaferð, at tað skal gerast liðugt. Ein partur av arbeiðinum er at gera bátunum eina góða og trygga atløgusíðu. Tað er hetta arbeiðið sum er í gongd í hesum døgum. Ein teirra sum fegnast um hetta er Jóan Petur Petersen, sum saman við tveimum brøðrum eigur annan bátin “Typpafossur”, sum liggur við bryggju her. ­ Jú, tað verða aðrar umstøður, tá bátahylurin verður liðugur. Hetta hava vit leingi sæð fram til, sigur hann í stuttum práti við Sosialin. Vit hittu hann á havnar­ lagnum í bygdini ein vakran dag í farnu viku. Kvøldið fyri hevði hann verið ein stuttan túr á floti og hevði tá fingið nakað av hvít­ ingi. ­ Vit plaga at royna her nakað uttanfyri bygdina. Men so hava vit eisini eitt annað gott mið, nakað long­ ri úti á fjørðinum, sigur hann. 100 metrar aftrat Runavíkar kommuna, sum bygdin í Skálafirði er partur av, hevur stórar ætlanir við nýggja bátahylinum. Sum víst er á aðrastaðni á síðuni, er ætlanin at skipa økið sum eina frítíðarhavn fyri stuttleikabátar við al­ skyns hentleikum á sjógvi og landi. Fyri Jóan Petur og hinar bátaeigararnar í Skálafirði eru hetta góð tíðindi, nú um­ støðurnar at hava bátin liggjandi í heimbygdini ger­ ast so góðar í framtíðini. ­ Tað hevur helst gjørt rættiliga góðan mun at vit, hesumegin fjørðin, eiga formannin í havnanevndini í kommununi, sigur hann við einum brosi. Teir kunnu í øllum førum staðfesta, at arbeiðið er nú farið í gongd aftur av álvara til tess at betra um umstøður teirra at hava bátin liggj­ andi. Sum skilst, skal hetta ar­ beiðið verða liðugt komandi ár. Tá hava teir eisini fingið um 100 metrar av atløgusíðu og góðar umstøður at draga bátarnar á land. Lættur at flota Typpafossur var annar bát­ urin, sum lá við bryggju í Skálafirði mikudagin í farnu viku. Báturin hevði áður eitt pláss úti á Skála, men nú brúka teir annaðhvørt bátahylin ella neystið sum teir eiga í heimbygdini. Neystið lig­ gur beint innanfyri báta­ hylin. Typpifossur er eitt áttaman­ nafar, sum er smíðað úr træi. Tí er gott at hava eitt neyst at seta hann í um veturin, tá hann ikki verður so nógv brúktur. ­ Liggur hann bundin við bryggju á vetrartíð, so fer hann illa, bæði orsaka av veðri og av gjari. ­ Stendur hann hinvegin í neystinum, kunnu vit altíð flota hann aftur um veturin, um veðrið er gott og vit hava brúk fyri honum, sigur Jóan Petur. Hinvegin er greitt, at lá báturin á Skála, hevði tað verið munandi bekvemm­ iligari at farið á fiskileið. ­ Men, sum Jóan Petur tekur til: ­ Tað vísir seg, at man fer ikki á flot meiri enn eitt vist allíkavæl, óansæð hvar báturin liggur! Gørn og snøri Jóan Petur og tveir av brøðr­ um hansara eiga Typpafoss. Tað hava teir gjørt tey seinastu umleið 10 árini. Bátaeigarar fáa Tað hevur helst gjørt rættiliga góðan mun at vit, hesumegin fjørðin, eiga formannin í havnanevndini í kommununi (Jóan Petur Petersen í Skálafirði) ” Skálafjørðurin er ein náttúruperla burturav, og hevur framúr møguleikar til laksafiskiskap og náttúruupplivingar av alskyns slagi (Klæmint Østerø, formaður í havna­ nevndini í Runavíkar Kommunu) ” Tað vísir seg, at man fer ikki á flot meiri enn eitt vist allíkavæl, óansæð hvar báturin liggur (Jóan Petur Petersen í Skálafirði) ” ­ Tað verður gott at fáa ordiligar umstøður til bátin, sigur Jóan Petur Petersen Mynd: Snorri Brend