týsdagur 21. august 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 21. august 2007
21
tíðindi
betri umstøður
Typpafossur
Tá ið tú gongur oman í Tundradal (móti bygdini í
Skálafirði, blðm.), er best at ganga oman við ánni
sunnarumegin (vinstrumegin). Hiðani sæst yvir á
Øksnagjógv og Typpafoss hinumegin dalin. Søgnin
sigur, at har goymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á
Skála, líkini av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormur
hevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað samvitskubit
seinni og avdúkaði seg, tá hann rópti hart í svøvni:
»Klæðini liggja undir kvørnini og kropparnir undir
Typpafossi.«
(Úr: Til gongu í Føroyum)
Náttúruperla
Mong ár eru liðin síðani at menn fóru undir at gera ein
bátahyl í bygdini.
Hetta var fyrst í 90’unum, men steðgaði arbeiðið upp
tá kreppan kom. Á heysti í fjør byrjaði arbeiðið av
nýggjum, eftir at játtaðar vórðu 300.000 kr. til hylin.
Herfyri játtaði Runavíkar kommuna aðrar 400.000 kr.
aftrat til endamálið, og nú verður miðað eftir at arbeiðið
skal verða liðugt um eitt ár.
Talan er í fyrstu atløgu um ein bátahyl til bygdarfólkið,
men dentur verður kortini lagdur á, at ætlanin er at
skipa bátahylin sum eina havn til stuttleikabátar – eina
sonevnda “marina”við plássi fyri eini 30 bátum.
Á landi er somuleiðis ætlanin at skipa økið soleiðis at
ferðafólk skulu kunnu gista her við húsvagnum, eins
og økið skal kunna bjóða áhugaverd tilboð til ferðafólk
um summarið.
- Skálafjørðurin er ein náttúruperla burturav, og hevur
framúr møguleikar til laksafiskiskap og náttúru-
upplivingar av alskyns slagi.
- Ætlanin er, at marina’in skal gerast ein miðdepil í
menningini av Skálafjørðinum sum ferðamál, segði
Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini í Runavíkar
kommunu við Sosialin fyrr í summar.
Báturin er útgjørdur við
øllum tí, sum krevst til ein
slíkan bát. Hóast hetta, er tó
ikki talan um veruliga drift
innan útróður.
- Satt at siga, so brúka vit
mest bátin tá vit fara at
skjóta, ella vit fara ein túr
við snøri á fjørðin.
Fyrr vóru nógvir bátar sum
róðu út á fjørðinum ella
settu gørn eftir sild. Soleiðis
er tíverri ikki longur.
Teir á Typpafossi eru bert
fáar túrar á útróðrum. Teir
fara av og á fyri at fáa sær
eitt kók.
Ein trupulleiki er eisini
tann, at langt er at sigla, um
teir ætla sær suður í
fjørðin.
- Hetta kann taka ein góðan
tíma hvønn vegin, sigur
Jóan Petur.
- Vit plaga at fara á
flot beint uttanfyri
bygdina ella longri
úti á fjørðinum,
sigur Jóan Petur
Petersen
Mynd: Snorri Brend
Arbeiðið uppá bátahylin
í Skálafirði byrjaði fyrst
í 90’arunum, steðgaði
síðani aftur, men er nú av
álvara farið í gongd aftur.
– Tað hjálpir helst at ein
skálamaður er formaður í
havnanevndini í kommununi
Mynd: Snorri Brend