Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 160 - 21. august 2007 Samkynd fáa heilsan Samtökin ’78, sum er felag fyri lesbisk og gjeikarar í Íslandi, og Gay Pride í Reykjavík, ynskja samkyndum fólki í Føroyum hjartaliga til lukku við degnum 18. august. - Tað at samkynd eru sjónlig á hátíðardøgum sum hesum, hevur tey undanfarnu árini ikki bara hjálpt óteljandi einstaklingum at koma opið fram og liva í sátt og semju við seg sjálvar og kenslur sínar. Tað hevur eisini stuðlað upp undir betri lóggávu og mannarættindi víða um heimin. Tað er tað sum ger tykkara slóðbrótandi virksemi so týdningarmikið. Um gleðin og samhaldsstyrkin eru vápn, skulu órættvísi og trongskygni dvína, og tá skapa vit ein betri heim, skriva íslendsku felagsskapirnir í heilsanini til føroyingarnar Kanslari lurtar eftir Grønlandi Í sambandi við vitjan sína í Grønlandi í síðstu viku segði týski kanslarin, Angela Merkel, at hon framyvir vil lurta meiri eftir ynskjum hjá grønlendinum í sambandi við veiðu av kópi og hvali. Útsøgnin kom í sambandi við vitjanini hjá henni og danska forsætisráðharranum, har ríkisfundur var, men sum løgmaður mátti geva avboð til orsakað av deyðsfalli í familjuni. Sjálvt um Týskland er ímóti ídnaðarligari hvalaveiðu, so hava týski kanslarin og týski umhvørvismálaráðharrin upplýst týska ríkisdegnum, at grønlendska hvalaveiðan fer fram á einum burðardyggum grundarlagi. Í blaðnum í morgin Sosialurin fer aftur um politisku flokkarnar Sum uppfylging til greinarøðina fer Sosialurin at fylgja upp við Trapputingi og orðaskifti í Miðlahúsinum seinnapartin í september Nú stundar móti løgtingsvali, sum í seinasta lagi verður 19. januar, fer Sosialurin undir eina nýggja greinarøð um politisku flokkarnar. Tað er ein av okkara mætastu sam­ felagsfrøðingum og politisku viðmerkj­ arum, Jógvan Mørkøre, sum skrivar greinarøðina ið byggir á samrøður við floksformennirnar fylgt upp við einum søguligum yvirliti yvir einstaka flokkin. Fyrsta greinin er um Miðflokkin og Jenis av Rana, ið hevur heitið: »Politikkur bygdur á meginreglur Bíbliunnar«