Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 160 - 21. august 2007 Í næstum skipa Náttarravnarnir fyri temadøgum um happing í Meginskúlanum á Sandi og í Havn. Tað verður danski happingarserfrøð­ ingurin Stig I. Sørensen, sum fer at greiða frá Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rúsevni og happing hanga ofta saman, og verða eisini sett í samband við lágt sjálvsvirði og vánaligan trivna sum heild. Við jøvnum millumbilum skipa Náttarravnarnir fyri tiltøkum, sum skulu varpa ljós á livikorini hjá børnum og ungum í Føroyum. Hetta er eisini orsøkin til, at felagsskapurin enn einaferð hevur boðið danska happ­ ingarserfrøðinginum Stig I. Sørensen til Føroya. Her skipar viðurkendi serfrøð­ ingurin, sum er knýttur at felagsskapinum Mobbe­ land, fyri einum temedegi fyri næmingum, foreldrum og lærarum í Meginskúlan­ um á Sandi 7. sep. Eisini verður hann at hoyra á ein­ um tiltaki á Hotel Tórshavn fyri náttarravnum og øðrum áhugaðum. Rúsevni og happing Daisy Sloan í Havn er nýggj forkvinna í Náttarravnum. Hon sigur, at umframt at ganga úti millum ungdóm­ arnar um náttina, er tað eis­ ini uppgávan hjá Náttar­ ravnum at skipa fyri fyri­ byrgjandi tiltøkum til frama fyri trivnaðin hjá børnum og ungum sum heild. ­ Vit hava valt at seta fokus á happing, tí har er ein greiður samanhangur millum happing og tað at enda í »ringum selskapi«, sigur hon. Fyribyrgjandi arbeiði er tí eisini ein roynd at minka um ófriðin í býnum. ­ Rúsevni og happing hanga eisini saman. Happ­ ing verður sett í samband við lágt sjálvsvirði og vánaligan trivna sum heild. Tí er skjótari hjá teimum, sum hava lágt sjálvsvirði at doyva seg við rúsdrekka ella at finna linna í rús­ evnum, sigur Daisy Sloan. Harumframt eru børn sum happa í fýra ferðir so stórum vanda fyri at enda í krimin­ aliteti, sum onnur børn. Hetta er eisini orsøkin til, at tað hevur so stóran týdn­ ing fyri Náttarravnarnar at fáa foreldur og lærarar í talu. ­ Vit vaksnu kunnu stuðla upp undir at forða happing. Tí fer Stig I. Sørensen at greiða frá um happing sum heild, og hvussu til ber at handfara og fyribyrgja tað, sigur Daisy Sloan, sum leggur dent á, at tíð eisini verður at spyrja og práta við Stig. Tiltakið í Meginskúlanum á Sandi verður eitt heil­ dagstilboð fríggjadagin 7. september fyri næmingar, lærarar og foreldur í oynni. Elna Skylv Hansen, skúla­ stjóri í Meginskúlanum, leggur sjálvan dagin til rætt­ is, og verður nærri at frætta um sjálva skránna seinni. Tað eru Skálavíkar og Skopunar kommunur, sum hava stuðlað tiltakinum fíggjarliga. Foreldur síggja tekin Á Hotel Tórshavn verður pláss fyri 40 luttakarum, og er tiltakið ætlað Náttarravn­ um, foreldrum, lærarum, pedagogum og øðrum áhug­ aðum. Umframt Stig I. Sør­ ensen, fer Hildur Eyðuns­ dóttir, forkvinna í mentanar­ nevndini hjá Tórshavnar Kommunu, at greiða frá um ungdómspolitikkin í komm­ ununi. Harumframt kemur Jens Jensen, politistur í Havn, sum arbeiðir nógv við kriminaliteti og narko millum ung at greiða frá um sítt arbeiði. Eitt nú fer hann at vísa á ymisk tekin og amboð, sum foreldur kunnu vera varug við, um tey hava illgruna um, at børn teirra eru um at koma sær í óføri. Misnýtari til Vestmanna Náttarravnarnir hava fyrr skipað fyri ymsum tiltøkum kring landi. Eitt nú hevur Stig L. Sørensen vitjað í Fuglafirði, og ein annar av ráðgevunum hjá Mobbe­ land, Lene Risberg hevur greitt frá heruppi. Hon er fyrrverandi misnýtari av rúsevninum ecstasy, og er vorðin óarbeiðsfør av mis­ nýtsluni. Hon kemur aftur til Føroyar seinni í ár, og fer hon hesaferð at greiða frá um lív sítt sum misnýtari í Vestmanna. Happing á Sandi og í Havn Náttarravnarnir hava valt at seta fokus á happing, tí har er ein greiður samanhangur millum happing og tað at enda í »ringum selskapi«. Fyribyrgjandi arbeiðið er tí eisini ein roynd at minka um ófriðin í býnum Náttarravnar hava altíð brúk fyri fleiri foreldrum. Sí meira á: www.nattarravnarnir.fo Fleiri parkeringspláss Í Sandavági er kommunan farin undir at gera nýggj parkeringspláss niðan fyri kirkjuna. Ætlanin er, at pláss verður fyri 36 bilum á tí nýggja parkeringsøkinum, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðuni. Økið verður gjørt soleiðis, at parkeringsbásarnir eru oman frá vegnum, sum er niðan fyri kirkjuna vestanfyri. Eisini er ætlanin at gera eitt portur á kirkjugarðin vestureftir, soleiðis at tað fer at bera til at ganga frá parkeringsplássinum í kirkjuna vestaneftir. Vinna og mentan hond í hond Á heysti 2004 tók Eysturoyar Vinnulívsfelag stig til altjóða vinnustevnu, ið hevur heitið Faroexpo. Vinnustevnan verður nú hildin fyri triðju ferð í Runavík í døgunum 29. oktober til 1. november 2007 og verður sostatt partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar sunnudagin 28. oktober og endar sunnukvøldið 4. november. Sambært fyrireikarnar er talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, sum luttaka á Faroexpo 2007. Vinnustevnan vendir sær til føroyskar og útlendskar vinnufyritøkur og feløg, sum fáast við, ella ætla sær í holt við útflutning og møguligt samstarv innan útflutning. Harafturat er Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum.