týsdagur 21. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 160 - 21. august 2007
Wikipedia er ein
fólkaræðislig alfrøði,
sum øll kunnu lesa og
rætta í
UNDIRVÍSING
Kelda: www.fsg.fo
Talgilda tøknin hevur elvt
til nýggj sløg av bókum og
nýggjar undirvísingarhættir.
Við amerikanska blaðið
Computerworld
sigur
Gerald Kane, professari á
Chestnut Hill College í
Boston, at framtíðar skúla
bókin verður á netinum, og
at hon fer at eita Wiki
pedia.
Wikitænastan er so mik
ið góð, at hon hevur fingið
meg at broyta undirvísing
ina. Fyrr helt eg fyrilestrar,
men nú eri eg vegleiðari hjá
teim lesandi, sum leggja
uppgávur í ein felags wiki,
ið øll kunnu lesa, sigur
Kane professari.
Ein wiki er eitt savn av
samanhangandi alnótssíð
um, ið øll kunna síggja og
rætta í. Wiki, siga tey á
Hawaii um nakað, ið er
skjótt. Pedia er tikið úr
enska orðininum encyclo
pedia, ið merkir alfrøði.
Tað er kostnaðarmikið
at gera lærubøkur til ein
avmarkaðan skara, og so
tekur tað eisini drúgva tíð
at skriva, prenta og breiða
út eina vanliga bók úr
pappíri, sigur Kane profess
ari og vísir til skjótleikan í
online útgávum.
Tað er ótrúligt so væl
hetta opna konseptið royn
ist, sigur Petur Zachariassen,
sum er við í verkætlanini
Snar, ið er ein føroyskur
undirvísingarportalur.
Ikki minst til hægri
skúlar og lestur dugi eg at
síggja veldugar møguleikar.
Í wiki skuffunum finst ein
ørgrynna at koyra í deiggið,
men tú mást sjálv elta og
forma tað. Men í fólkaskúl
anum hugsi eg, at góða
gamla lærubókin – eisini í
talgildum líki – framvegis
fer at verða ein hollur stuðul
í undirvísingini í mong ár.
Stórsta
danska
avísin
Jyllands Posten er farin
undir ein portal, sum vendir
sær til skúlanæmingar har í
landinum. Viden, rópast
hesin undirvísingarportal
urin, sum lat upp nú skúlar
nir byrjaðu.
Hin almenna Wikipedia,
sum vit hava atgongd til, er
ein støðugt vaksandi on
line alfrøði, ið eisini er á
føroyskum. Í løtuni eru
2530 føroyskar greinar á
Wikipedia, sum byrjaði á
føroyskum hin 20. juni
2004. Enska útgávan, sum
byrjaði í januar 2001, er
heimsins stórsta alfrøði.
Verður
Wikipedia
nýggja
skúlabókin?