týsdagur 21. august 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 160 - 21. august 2007
- Við útlendskum
áhugamálum í veiði-
liðnum kunnu vit
fáa trupulleikar
við at regulera
fiskiskapin politiskt.
Gerast útlendsku
áhugamálini ov sterk,
kunnu tey leggja
trýst á politisku
skipanina, siga tveir
av fyrireikarunum av
fiskivinnuráðstevnuni
í Klaksvík, Auðunn
Konráðsson og Óli M.
Lassen
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini eru hendar
sera stórar broytingar innan
okkara fiskivinnu. Alt fleiri
skip verða handlað, ið ikki
hava grundarlag í rakstri
num hjá skipunum. Heldur
er hetta ein roynd at tryggja
sær veiðirættindi.
Auðunn Konráðsson og
Óli M. Lassen vísa á, at til
gongdin, sum vit hava sæð í
føroyskari fiskivinnu á sjó
num, í fleiri førum er íkom
in í tøttum samstarvi við út
lendsk áhugamál.
Útlendsk ávirkan
Ungir føroyingar hava
havt lætt við at komið sær
inn í vinnuna, um samstarvs
felagarnir hava verið teir
røttu. Hetta samanspæl mill
um føroysk og útlendsk
áhugamál hevur gjørt, at
føroysk skip við veiðirætt
indum eru vorðin sera kostn
aðarmikil. Vit hava eisini
sæð, at tað eru útlendskir
eigarar og fíggingarstovnar,
ið eru við til at fíggjar hesar
verkætlanir.
Auðunn og Óli ásanna, at
henda gongd hevur gjørt
tað alsamt truplari hjá ein
um føroyingi at fara í ein
føroyskan fíggingarstovn at
fíggja tílík skipakeyp.
Kapitalur trýstir
Teir báðir vísa eisini á, at
við útlendskum áhugamál
um í veiðiliðnum, kunnu
føroyskir myndugleikar fáa
trupulleikar við at regulera
fiskiskapin politiskt.
Gerast útlendsku áhuga
málini ov sterk, kunnu tey
leggja trýst á politisku skip
anina.
Auðunn Konráðsson og
Óli M. Lassen undra seg
yvir, at politiska skipanin í
Føroyum
hevur
loyvt
útlendskum áhugamálum at
fáa lut í ogn Føroya fólks.
Hetta hevur fullkomiliga
avskeplað okkara samfelag,
samstundis sum vit ikki
hava sama møguleika at
keypa okkum inn í flotan
hjá okkara grannalondum,
siga teir.
Útlendskur
kapitalur trýstir
politiska skipan
- At útlendskur kapitalur er uppi í føroyskari fiskiskipavinnu,
hevur fullkomiliga avskeplað okkara samfelag, siga Auðunn
Konráðsson og Óli M. Lassen (mynd), sum saman við Jákupi
Sólstein skipaðu fyri fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein avleiðing av, at
virkir og skip aftur
eru undir sama
hatti, kann gerast, at
fiskaprísurin verður
ávirkaður – skeiva
vegin. Hesum ávarða
Auðunn Konráðsson
og Óli M. Lassen
ímóti
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At virkir og skip hanga sam
an undir sama eigara, hevur
verið roynt áður í Føroyum.
Nú er hetta mynstrið av álv
ara við at taka seg uppaftur.
Feløg, sum eiga virkir, hava
seinnu árini keypt sær skip
– og summir virkir eiga nú
fleiri skip.
Vit kunnu bara vóna, at
royndin hesaferð fer at eydn
ast betur, enn hon gjørdi í
fyrru royndini.
Fall í fiskaprísum
Auðunn Konráðsson og Óli
M. Lassan vísa til metingar
hjá skipsmanningunum.
Hesir halda, at ein skip
an, har virkir og skip eru so
tætt knýtt at hvørjum øðr
um, lætt kann ávirka fiska
prísin tann skeiva vegin.
Haraftrat kemur, at við
útlendskum áhugamálum í
veiðiog virkisliðnum, kann
avleiðingin verða, at ein
minni partur av okkara
útflutningsvirði liggur eftir
í Føroyum.
Teir báðir ásanna kortini,
at hugsandi er eisini, at slíkt
samstarv millum føroysk
og útlendsk áhugamál kann
føra til økt útflutningsvirði
og betrað kappingarføri hjá
samlaðu fiskivinnuni.
Men hetta fer tíðin at
vísa, leggja teir aftrat.
Ikki í 80’ini
Auðunn og Óli halda, at
ansast má eftir, at vit ikki
koma aftur í somu støðu
sum í áttatiárunum.
Høgu
oljuprísirnir,
hækkandi rentustøðið, vána
ligi fiskiskapurin og trupul
leikar við at fáa manning,
kunnu í longdini tyngja
munandi um raksturin av
okkara fiskiflota – og fiska
virkisvinnu.
Teir báðir reisa tí spurn
ingin, um trupulleikarnir í
høvuðsvinnuni
ikki
eru
tekin um, at vit nærkast
”onkrum slagi av kreppu” í
samfelagnum, sjálvt um tað
neyvan er væntandi, at hetta
verður eins og í áttatiáru
num, tá virkir og skip vóru
tengd at hvørjum øðrum.
Vánaligt lønsemi
Sum heild er lønsemið hjá
feskfiskaflotanum ikki ser
liga gott. Hesin parturin av
flotanum skapar ikki meira
tøkan pening, enn flotin
hevur brúk fyri til viðlíka
hald og uppgraderingar av
skipunum.
Auðunn Konráðsson og
Óli M. Lassen halda ikki, at
vit kunnu tosa um metløn
semi hjá einum fiskiflota,
sum ikki megnar at endur
nýggja seg – og har fleiri
skip eisini hava rakstrar
trupulleikar.
– Mugu ikki koma aftur í áttatiárini
- Tað er undrunarvert, at
politiska skipanin í Føroyum
hevur loyvt útlendskum
áhugamálum at fáa lut í ogn
Føroya fólks
Mynd: Yngve Olsen
Nú virkir keypa skip inn undir seg, ávarða Auðunn Konráðsson
og Óli M. Lassen ímóti teirri støðu, vit vóru í, tá virkir og skip
hingu saman í sínari tíð
Mynd: Vilmund Jacobsen