týsdagur 21. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 160 - 21. august 2007
- Politiski myndug-
leikin hevur øll
árini broytt fiski-
dagaskipanina
– og sum oftast
tann skeiva vegin,
heldur formaðurin í
Meginfelag Útróðrar-
manna, Auðunn
Konráðsson
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Auðunn Konráðsson, sum
var ein av fyriskiparunum
av fiskivinnuráðstevnuni í
Klaksvík á Føroya Sjómann
adegi, er eisini formaður í
Meginfelag
Útróðrar
manna.
Í grein í faldara, sum fyri
reikararnir lótu fólk fáa á
ráðstevnuni, sigur hann, at
politiska skipanin ikki hev
ur gjørt sær greitt, at tað ein
asta, ið kann føra til skerj
ingar í fiskidagatalinum, er
økt veiðiorka í flotanum.
Tað amboðið, sum átti
at stýrt fiskidagatalinum,
finst ikki, sjálvt um vinnan
hevur ávíst hetta í fleiri ár.
Hetta amboð er ein álítandi
kanning av økingini í veiði
orkuni – frá tí, at fiskidaga
skipanin varð sett í gildi og
fram til dagin í dag.
Einki 0-punkt
Auðunn heldur, at ein tann
størsti vansin við fiskidaga
skipanini er, at veiðiorkan
ikki varð máld, skip fyri
skip, tá ið skipanin varð sett
í gildi.
Hevði hetta verið gjørt,
hevði skipanin havt eitt 0
punkt, sum merkir, at øll
øking í veiðiorku tá hevði
tikið støði í hesum 0
punkti.
Formaðurin í MÚ vísir á,
at landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
ætlar at skipa so fyri, at ein
nevnd fer undir at kanna
møguligar
broytingar
í
veiðiorkuni.
Eg haldi tað vera sera
umráðandi, at vinnan slepp
ur upp í part at mynda
arbeiðssetningin, um lík
inda úrslit skal spyrjast
burtur úr.
Allir ”vita”...
Sjálvt um vit javnan hoyra
av tingsins røðarapalli, at
”allir føroyingar vita”, at
veiðiorkan er økt ógvusliga
og kanska er fleirfaldað, so
er hetta ikki veruleikin.
Auðunn sigur, at í vinnuni
eru menn vísir í, at fleiri
skipabólkar hava ikki økt
sína veiðiorku í námindi av
teimum prosentum, sum
fiskidagarnir hesi árini eru
skerdir.
Tað verður ongantíð ov
ofta staðfest, at fyri at
gundgeva fyri skerjing av
fiskidøgum, er neyðugt við
eini nágreiniligari kanning
av veiðiorkuni. Túnatos og
gitingar, kunnu ikki brúkast
í slíkum álvarsmáli, sigur
formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna.
Hann leggur aftrat, at
spurningurin, hvussu fiska
stovnarnir eru fyri, og
hvussu umstøðurnar annars
eru, hevur einki við talið av
fiskidøgum at gera.
Sjálvregulerandi
Eins og mangir aðrir undan
honum, ásannar Auðunn
Konráðsson, at ætlanin við
fiskidagaskipanini var, at
hon í sínum uppruna skuldi
vera ein sjálvregulerandi
skipan.
Men tíverri hevur tað
víst seg, at fiskidagaskipanin
er ikki sloppin at standa
sína roynd, tí politiski
myndugleikin
øll
árini
hevur broytt skipanina – og
sum oftast tann skeiva
vegin, leggur hann aftrat.
Hava góð kor
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna fýlist eisini
á, at skattalættin hjá sjófólki
aftur kom í andglettin her
fyri.
Ávísir politikarar síggja
avtøku av skattalættanum
sum tann einasta heilivágin
móti hitnandi búskapinum í
landinum. Eg haldi tað vera
ótrúligt, at hetta málið aftur
er komið upp á venda á
politiskum plani – um somu
tíð, sum tað gongur illa at
manna okkara skip, sam
stundis sum næstan eingin
ungdómur velir sær fiski
flotan sum sítt arbeiðspláss,
sigur Auðunn Konráðsson.
Út á síðulinjuna
Avbjóðingarnar í fiskivinn
uni eru nógvar.
Við glóðheitum búskapi,
vónum um at finna olju og
einari visjón 2015 sum legg
ur upp til, at Føroyar verða
ein ”idéfabrik” heldur enn
ein ”filéfabrik”, er líkt til,
at fiskivinnan er á veg út á
síðulinjuna í politisku skip
anini.
At enda, heldur Auðunn
Konráðsson, at Føroyar enn
bara hava tað eina beinið at
standa á búskaparliga.
Tí skal fiskivinnan hava
so góð kor at virka undir
sum gjørligt, sigur formað
urin í Meginfelag Útróðrar
manna.
Fiskidagaskipan slepp
- Í vinnuni eru menn vísir í,
at fleiri skipabólkar hava ikki
økt sína veiðiorku í námindi
av teimum prosentum, sum
fiskidagarnir hesi árini eru
skerdir, sigur formaðurin í
Meginfelag Útróðrarmanna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Auðunn Konráðsson, sum á myndini situr millum Meinhard Jacobsen og Bjørn Kalsø, heldur,
at túnatos og gitingar kunnu ikki brúkast til nakað. – Vit mugu hava eina nágreiniliga
kanning av veiðiorkuni sum grundarlag undir tillaging av fiskidagaskipanini, sigur
formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bankin